EPISODE · Jul 7, 2026 · 1H 17M
Føroyar er eftirbátur - ein samrøða um vitlíki
from Frí Mikrofon · host Frihedsbrevet Føroyar
Alsamt fleiri føroyingar nýta ChatGPT, Claude, Gemini ella aðrar vitlíkismyndlar í gerandisdegnum, tað verið seg í skúlanum, til arbeiðis ella bara í frítíðini. Men alsamt fleiri hava eisini lyndi til at stúra, tí tað er torført at vita, hvørja ávirkan vitlíki fer at hava á nakrar av okkara mest grundleggjandi samfelagsstovnar. Fólk innan amerikanska tech-geiran hava nú í fleiri ár ávarað um, at vitlíki fer at hava við sær hóparbeiðsloysi og samfelagsligan ófrið. Enn er tað ikki hent, men merkir tað, at kollveltingin er avlýst? Tað er evnið í hesum poddvarpinum, har íverksetin Gunnleygur Clementsen greiðir frá og hugleiðir um, hvussu heimurin broytist í breiðari høpi, enn vit geva okkum far um, orsaka av vitlíki. Vit skifta millum annað orð um, hví tað hevur serligan týdning fyri fólk, ið bera brek, at vitlíki dugir væl føroyskt, um tað er tín fakligheit ella tín persónligheit sum avger, hvørt títt arbeiði verður niðurlagt av vitlíki, og hvussu tað ber til, at fólkini handan vitlíkismyndilin Alphafold vunnu nobelheiðurslønina innan evnafrøði.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Embed this episode
NOW PLAYING
Føroyar er eftirbátur - ein samrøða um vitlíki
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.