Skip to content
Føroyingar stuðla ótrúliga væl episode artwork

Aug 28, 2026 3 min

Føroyingar stuðla ótrúliga væl

from Summarmorgun Hosted by Kringvarp Føroya

Tey umborð á Logos Hope, sum er gamla Norrøna, vóru sera glað fyri hjartaligu móttøkuna tey fingu á vestaru bryggju í Havn í gjár, siga tey. Og í móttøkuni umborð á Logos Hope sigur Margareth Dalheim Djurhuus, landsleiðari hjá OM í Føroyum, okkum, at Logos Hope fær serliga góðan stuðul úr Føroyum. - Tað er rørandi hvussu stóran stuðul vit fáa. Vit fáa beinleiðis fíggjarligan stuðul úr Føroyum, serliga í sambandi við oljuna, og harafturat tekur eingin pengar fyri nakra veiting vit fáa meðan vit eru her. Eftir móttøkuna á vestaru bryggju komu 50 fólk - bæði maskinmenn, elektrikarar og handverkarar av ymsum slag, umborð og fóru niður í maskinrúmið at gera ymsar umvælingar meðan skipið er her. Alt er sjálvboðið. Margareth hevur hoyrt frá fleiri, at tað er serliga spennandi at arbeiða niðri í maskinrúminum á Logos Hope, tí har er alt so gamalt. Tú kanst røra við tingini og merkja at tú gert mun. Logos Hope liggur á Havnini og verður opið fyri fólki til mikudagin, og so verður farið til Klaksvíkar. Í báðum støðum verður skipað fyri rundvísing bæði fyri almenninginum og fyri skúlaflokkum.

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

Føroyingar stuðla ótrúliga væl

0:00 3:42

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Frequently asked questions

How long is this episode of Summarmorgun?

This episode is 3 minutes long.

When was this Summarmorgun episode published?

This episode was published on August 28, 2026.

Can I download this Summarmorgun episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.