Framvegis kreppa í VB
from Ítrottartíðindi Hosted by Kringvarp Føroya
Einki er hent síðani síðsta sunnudag, vit hava bert verið tríggjar og fimml leikarar til venjing í Vági. Soleiðis sigur Gurið K. Mortensen sum framvegis kallar støðuna hjá VB eina kreppu. Men hon ásannar at støðan er hvat hon er, og at tær sjálvar bert mugu fáa sum best burturúr. Ivana Jakelja, sum sambært Gurið, ikki var nóg góð fyri VB, fer av landinum í morgin. Gurið K. Mortensen sigur at tær útlendsku leikararnir ikki funnu væl útav tí saman, og tað sást í dag, tá bert Danijela Mistric spældi at tað gekk væl hjá henni. Danijela Mistric virkaði glað í dag, og um hon heldur fram soleiðis, so sær tað gott út, sigur Gurið Mortensen at enda um kreppuna í VB. Glaðar um eitt tap At tapa við trimum málum fyri Neistanum er góðkent sigur Gurið K. Mortensen. Og við hesum úrslitinum eigur tað at verða møguligt at vinna á STÌF, sum er næsta mótstøðan hjá VB, heldur Gurið K. Mortensen. Marjun skilir ikki kreppuna hjá VB Tær kempa væl og eru eitt gott lið, so eg skilji ikki hvat tey meina við í VB. Soleiðis sigur Marjun F. Danberg úr Neistanum. Men tey mugu gera hvat teimum lystir, men eg veit ikki hvat tey tosa um. Neistin enn oddalið Neistin varðveitir oddastøðuna í Hvonn deildini. Men tey sum hildu at tunga støðan hjá VB fór at verða atvoldin til ein einfaldan sigur fyri Neistan, fóru skeivt. Neistin vann bert við trimum málum, 21-18. Og í hálvleikinum var bert eitt mál á muni, 10-9 til Neistan. Síðstu 5 minuttirnar av dystinum, kom VB veruliga fyri seg. VB skeyt 5 mál hesa lítlu løtuna meðan Neistin bert fekk eitt mál. Toppskjútti hjá Neistanum gjørdist Eir Berg við seks málum, og Danijela Mistric skeyt 7 mál fyri VB.
Embed this episode
No transcript yet.