Skip to content
Ítrottartíðindi podcast artwork

PODCAST · news

Ítrottartíðindi

by Kringvarp Føroya

Sendingin byrjar aftur í heyst, tá landskappingin 2014 í fótbólti er liðug. Í sendingini verður tikið saman um ítróttin um vikuskiftið, har vit gera úrslit og støður í ymsum kappingum upp. Slag av sending: Ítróttartíðindi Málbólkur: Ítróttaráhugað Sendilongd: 20 minuttir Vertir: Heðin Arge, Símun Christian Olsen og Heidi Lava Elgeirsdóttir

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Sep 5, 2025 · Source feed

Episodes

  1. Ítróttartíðindini

    At Føroyar ikki hevur egnan limaskap í OL, hevur avleiðingar. Um so var, hevði svimjarin, Óli Mortensen, eisini havt ognað sær luttøku í OL í 400 metra frísvimjing. Umframt svimjing, verður tikið samanum fótbóltin um vikuskiftið.

  2. Ítróttartíðindini

    Kyndilskvinnur eru í FM-finaluni, meðan kyndilsmenn enn stríðast um annað finaluplássið. Teir vunnu í dag á oddaliðnum H71. HB varðveitir oddasessin í EFFO-deildini eftir tepran útivallasigur á TB í dag. Fleiri nýggir føroyameistarar vórðu funnir á stóra finaludegnum, sum var í gjár, í badminton,...

  3. Ítróttartíðindini 13. mars 2016

    U19 kvinnurnar í hondbólti hava vunnið kappingina Challenge Trophy í Georgia. Hoyr samrøðu við venjaran og spælara. Øll liðini í Effodeildini hava fingið stig, nú annað umfar er avgreitt, men onki lið hevur fulla úrtøku. Fyrsta svimjikapping á langgeil er farin um bak. Hoyr venjaran hjá SuSwim…

    more
  4. Tórur Mortensen DM-gull í trístøkk

    Tórur Mortensen er fyrsti føroyingur, sum hevur vunnið DM-gull hjá teimum vaksnu. Lopið hjá Tóri var 14,39 metrar. Hann var 1,5 metrar frammanfyri nummar tvey. 17 ára gamli Tórur Mortensen verður mettur sum stórtalent. Hann venur við Hvirluni í Havn, men umboðar Aarhus 1900, tá kappingar eru í...

  5. Ítróttartíðindini 28. februar 2016

    Bæði HM gull og DM gull eru í ítróttartíðindunum hesaferð. Eisini er hondbóltur, flogbóltur, fótbóltur og annar ítróttur á skránni.

  6. Andras Joensen: Hetta er líka gott aftur í ár

    Andras Joensen er sum vera man fegin um sigurin á STÍF, sum tryggjaði eitt finalupláss aftur í ár. Neistin vann stórsigur 27-19 á STÍF, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki at Neistin rann frá STÍF. Hálvleiksstøðan var 10-12 til Neistan, men í seinna hálvleiki kom verulig gongd á...

  7. Pole Hansen: Hetta er ein skandala

    STÍF tapti seinnu hálvfinaluna 27-19 og fekk í veruleikanum ein avsmurning í seinna hálvleiki móti Neistanum. Finaludreymurin er brostin á Skála, tí hetta var møguleikin hjá STÍF at bjarga kappingarárinum 2015-16. Í landskappingini hevur ikki gingið væl, STÍF hevur 13 stig og møguleikin fyri…

    more
  8. Ítróttartíðindi 7. februar 2016

    Tað er nú greitt at tað vera Neistin og H71, sum spæla steypafinaluna hjá monnum í hondbólti. Og í kvinnufinaluni bresta Neistin og VÌF saman. Tá ítróttartíðidini vóru í luftini í dag, var enn ikki avgjørt um tað varð H71 ella KÍF sum skuldi møta Neistanum leygardagin. Torbjørn Mikkelsen fylgdi...

  9. Sverri er danmarkarmeistari

    Føroyskir rógvarar vunnu tvey gullheiðursmerkir og eitt silvurheiðursmerki í dag í DM í inniróðri. Jógvan Sofus Vilhelmsen gjørdist danmarkarmeistari í bólkinum 30-39 ár í tungvekt. Tíðin var 6.24.3. Brandur Kølbro vann silvur í bólkinum dreingir 15 ár. Tíðin var 7.09.08. Sverri Sandberg Nielsen...

  10. Ein føroyingur kann verða heimsmeistari í talvi

    Seinasta umfari í EM-kappingini í talvi í dag millum Føroyar og Eysturríki endaði 2½-1½ til Eysturríki. John Rødgård tapti á 1. borði, hinir tríggir - brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen - telvaðu javnt. Føroyar fingu í gjár eitt sera gott úrslit móti Danmark. Støðan...

  11. Framvegis kreppa í VB

    Einki er hent síðani síðsta sunnudag, vit hava bert verið tríggjar og fimml leikarar til venjing í Vági. Soleiðis sigur Gurið K. Mortensen sum framvegis kallar støðuna hjá VB eina kreppu. Men hon ásannar at støðan er hvat hon er, og at tær sjálvar bert mugu fáa sum best burturúr. Ivana Jakelja…

    more
  12. Ítróttartíðindi 22. november

    H71, VÍF og KÍF vunnu sínar dystir, og tískil er einki broytt í oddinum í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. Neistin vann tepurt á VB og Marjun F. Danberg skilir ikki at VB kallar sína støðu, eina kreppu. Gurið K. Mortensen fegnast um at VB bert tapti við trimum málum, men heldur framvegis at VB...

  13. David A. Galán er heimsmeistari í kropsmenning

    Føroyski David Arge Galán vann um vikuskiftið eina altjóða kapping, tá vektlyftarar úr øllum heiminum kappaðust í 12 ymiskum kappingargreinum í New Jersey. Tá avtornaði vann David Arge Galán í kappingargreinini Mens Physique hjá World Natural Bodybuilding Federation, sum á hvørjum ári fyriskipar...

  14. Kreppa í VB

    Tá útlendsku leikararnir ikki styrkja liðið, men bert breiðka hópin, so er ikki skilagott at brúka pening uppá útlendskar leikarar. Gurið K. Mortensen harmast, men ásannar at støðan í VB ikki er góð. Vit eru fáar til venjing, útlendingarnir spæla ikki væl, og hetta kappingárið er longu farið fyri...

  15. Ítróttartíðindini 15 november

    David Arge Galán er heimsmeistari í kropsmenning. Hann vann í gjár kappingina, Men´s Physique Pro devision, sum var hildin í Atlantic City í USA. Aftaná kappingina fekk hann at vita at hann vann sannførandi á hinum. Hoyr hvat David Arge Galán sigur um heiðurin og hvat ítróttin krevur. Gurið K....

  16. Ítrottartíðindi 8. november 2015

    Kyndil er oddalið í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum. Kurvabóltsleikarar fegnast um, at teir nú spæla landskappingardystir í Føroyum. Bronsuheiðurmerkið hjá Pál Joensen er liður í fyrireikingunum til OL komandi summar. Hetta og meira í ítrottartíðindunum.

  17. Ítrottartíðindi

    Hoyr alla sendingina her

  18. Marna Egholm, okkara næstbesta ítrótttarfólk

    Marna Egholm tók átta minuttir og 45 sekund av sínum persónliga meti, men tók eisini góðar seks minuttir av føroyska metinum hjá Valborg Heinesen. Hon er okkara fremsta ítróttarfólk í frælsum ítrótti, og besta føroyska ítróttarfólkið aftaná Pál Joensen. Soleiðis sigur Hallur Holm, ið sjálvur...

  19. Ítróttartíðindini 18. oktober

    Marianna Geirsdóttir Eystberg skeyt 14 av 23 málum fyri Kyndil, men tó so heldur Bára Hansen at Kyndil hevði trupult við at skora mál í sigrinum á Stjørnuni. Pál Joensen og øll avvarandi av Pál høll eru errin, og Pál Joensen gleðir at venja í fyrsta føroyska langhylinum, tá hann skal venja til OL…

    more
  20. Ein javnleikur er eitt gott úrslit í kvøld

    Uppgávan er ikki einføld hjá U-21 landsliðnum í kvøld á Tórsvølli kl 17.30. Mótsstøðan er Týskland, sum telist millum trý tey fremstu londini í U-21 fótbólti. Eli Hentze hjálparvenjari og Andrias Eriksen, liðskipari viðurkenna at uppgávan er stór, men um allir ellivu leikararnir avrika betur enn...

  21. Hallur Hansson: Eg visti ikki at eg var so fríur

    Hallur Hansson, sum enn telist millum teir ungu leikararnar á føroyska A-landsliðnum, so er hann ein tann týdningarmesti. Eg eri skuffaður av at vit tapa í kvøld og at vit ikki skora uppá okkara møguleikar. Eg átti ein, sum eg vanliga seti í netið, men í kvøld riggaði ikki. Soleiðis sigur Hallur...

  22. Lukasz og Hans Pauli avgjørdu árið

    Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi ynskti at halda fram sum venjari í Gøtu, men tað ynskti felagið ikki. Nú veit ikki eg hvussu framtíðin sær út. Hann er fegin um at stigini blivu fleiri í ár, og at Víkingur ikki tapti á heimavølli. Men grundin til at B36 fór við føroyameistaraheitinum, er...

  23. Jóan Símun: Kennist sum eg havi svikið hópin

    Jóan Símun var hugtungur og vónbrotin, tá vit hittu hann aftaná tapið fyri Norðurírlandi í gjárkvøldið. Dysturin var bert fáar minuttir gamal, tá dómarin metti at fyrsta takklingin hjá Jóan Símuni Edmundsyni í dystinum, skuldi kosta honum eitt gult kort. Gula kortið hevði sjálvandi við sær, at…

    more
  24. Lars Olsen: Vónbrotin, men vit vinna á Finnlandi

    Dysturin verður broyttur, tá 70 minuttir eru spældir. Vit fáa eitt reytt kort, og tað broytir alt. Vit vóru væl við og Norðurírland hevði bert eina beinleiðis atsókn á okkara mál. Men keðilig fríspørk og reyta kortið gjørdi uppgávuna trupla. Byrjanin hjá okkum í kvøld var ikki góð, men so koma…

    more
  25. -Vit hava ein fyrimun, men kósin móti FM er long

    Eyðun Klakstein, venjari hjá B36 er errin av hópinum, sum vann ein tryggan 3-0 sigur á NSÍ í dag. Vit fegnast um at leikarar eru komnir aftur frá skaða og kunnu hjálpa okkum nú. Serliga kom Alex Mellemgaard sera væl frá uppgávuni í dag, sum bleiv innskiftur eftir at Philip Lund fór skaddur av...

  26. Hetta er fantastist

    Team Havnar fimleikafelag setti føroyskt HM í finaluni fyri kvinnur í HM í estetiskum fimleiki í dag. Liðið fekk samanlagt 31, 55 stig fyri innleiðandi umfari og finaluna. So gott úrslit hevur einki føroyskt lið megnað til HM áður. Úrslitið í dag bleiv 16,15 stig og hetta var omanfyri allar vónir...

  27. Ítróttartíðindini 7 juni

    Eyð Strøm og Barba Jansdóttir, venjarar hjá ávíkavist Team Havnar fimleikafelag og Team Alda, eru sera væl nøgdar við avrikið hjá føroysku gentunum. Tær greiða frá her í ítróttartíðindunum hvussu fantastisk kenslan er nú alt er av. Vit taka samanum 15 umfarið í effo deildini og gera stigatalvuna...

  28. LJÓÐ: 10 mannafør norðoyastevna

    Drekin Reyði av Argjum vann 10 mannafarsróðurin á norðoyastevnu. Hoyrið frásøgnina hjá Suna Merkistein og viðmerkingarnar hjá Ludvíki við Stein her.

  29. LJÓÐ: 5 mannafør gentur á norðoyastevnu

    Sjey bátar róðu við 5 mannaførum, gentur, á norðoyastevnu, og Firvaldur av Tvøroyri vann sannførandi við tíðini 4.59.20.

  30. Ítróttartíðindini 10 mai

    Høvuðsvenjarin hjá besta fótbóltsliðnum hjá ÍF, Alexandar Jovevic heldur tað vera órættvíst og óheppið, at dystir í effo deildini eru í gerandisdøgum. Magni Mohr, ítróttargranskari á fróðskaparsetri Føroya ,vísir aftur, at aldurin spælir ein stóran leiklut tá tað snýr um hvíld hjá einum...

  31. Ítróttartíðindi 3. mai

    Í gjár vann Havnamaðurin, Hallur Holm, fyrsta Danmarks Meistaraskapið í Ultra Trail renning á langteini á Bornholm. Hallur vann í sínum bólki, 45-50 ár, við tíðini 10.39.20. Harumframt endaði hann á einum samlaðum 6. plássi og nr. eitt í samlaðu kappingini gjørdist fleirfaldaði vinnarin á hesum...

  32. Ítróttartíðindi 26. apríl

    Hóast tær ndaðu á einum 10. plássi í World Cup kaping i Finnlandi, vóru kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag sera glaðar fyri besta úrslitið tær áður hava fingið. Hoyr her samrøðu við Eyð Strøm, venjara. Oddaliðið NSÌ varð fyri einum stórtapi í grannauppgerðini í Gøtu meðan FC suðuroy hevur tikið...

  33. Ítróttartíðindi 12. apríl

    NSÍ varðveitir oddasessin, tí NSÌ greiddi í dag sína skyldu á heimavølli móti HB. ÍF hevur hálað seg fram á stigatalvuni við fyrsta sigrinum í ár, og FC suðuroy er nú ikki einsamalt á aftasta plássi eftir fyrstu stigini í gjár við sigrinum á AB. VÍF gjørdist FM vinnari í Atlantic Airways…

    more
  34. Ítrottartíðindi 22. mars 2015

    Tað má fáa fylgir tá ítróttarfólk drekka rúsdrekka undan dystum, heldur Jákup Fjallsbak, formaður í Flogbóltssambandi Føroya. TB kvinnurnar kendu seg ov tryggar hálvvegis í dystinum móti Fleyr í dag, og tapti sostatt dystin 2-3. H71 vann avgerandi dyst á Kyndli í høllini á Hálsi í dag, sum enn...

  35. Ítróttartíðindi 15. mars

    VÍF damurnar hava ikki mist vónina, hóast sórt tap móti Neistanum. Hoyr samrøðu við Tóru Seloy frá VÍF her. Effodeildin: Hjalgrím Elttør iðraði seg um KÍ-spælið í fyrra hálvleiki og um, at teir ikki tóku av møguleikunum í seinna hálvleiki. Hoyr samrøðu við Hjalgrím Elttør í her.…

    more
  36. Ítróttartíðindini 22. februar

    Hoyr ítróttartíðindini omanfyri.

  37. Ítróttartíðindini 15 februar

    Her er ítróttartíðindini 15 februar

  38. Ítróttartíðindini 8. februar

    Hoyr ítróttartíðindini her, sum millum annað er ein stuttur samandráttur av steypafinalunum í gjár.

  39. Ítróttartíðindini 01.02.15

    Her eru ítróttartíðindini fyrstu sunnudag í februar

  40. Ítróttartíðindini 25.01.15

    Hoyr ítróttartíðindini her.

  41. Ítróttartíðindini 18.01.15

    Hoyr ítróttartíðindini her

  42. Ítróttartíðindi 11. januar 2015

    Hoyr øll ítróttartíðindini her

  43. Ítróttartíðindini 21. desember

    Innan stutta tíð skulu A-landsliðini í hondbólti luttaka í endaspølum. Hallur Danielsen úr hondbóltssambandinum greiðir frá, hvussu stóru málini skulu røkkast. Kanning vísir at 49% av føroysku fimtafloksnæmingunum ikki megna at svimja teir 200 metrarnar, sum man í norðalondum metir, at teir skulu...

  44. Ítróttartíðindini 14. desember

    Hoyr øll ítróttartíðindini her.

  45. Ítróttartíðindi 7. des. 2014

    Hesi eru ítróttartíðindini í dag saman við hondbólti og judo.

  46. Ítróttartíðindi 30.11.14

    Umframt hetta, so er Pál Joensen besta heiðursmerkjavónin til svimjiheimsmeistarastevnu í Qatar.

  47. Ítróttartíðindi 23. november 2014

    Hoyr øll ítróttartíðindini her.

  48. Ítróttartíðindi 16. november 2014

    Hoyr øll ítróttartíðindini her.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Sendingin byrjar aftur í heyst, tá landskappingin 2014 í fótbólti er liðug. Í sendingini verður tikið saman um ítróttin um vikuskiftið, har vit gera úrslit og støður í ymsum kappingum upp. Slag av sending: Ítróttartíðindi Málbólkur: Ítróttaráhugað Sendilongd: 20 minuttir Vertir: Heðin Arge, Símun Christian Olsen og Heidi Lava Elgeirsdóttir

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Ítrottartíðindi have?

Ítrottartíðindi currently has 50 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Ítrottartíðindi about?

Sendingin byrjar aftur í heyst, tá landskappingin 2014 í fótbólti er liðug. Í sendingini verður tikið saman um ítróttin um vikuskiftið, har vit gera úrslit og støður í ymsum kappingum upp. Slag av sending: Ítróttartíðindi Málbólkur: Ítróttaráhugað Sendilongd: 20 minuttir Vertir: Heðin Arge, Símun...

How often does Ítrottartíðindi release new episodes?

Ítrottartíðindi has 50 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Ítrottartíðindi?

You can listen to Ítrottartíðindi on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Ítrottartíðindi?

Ítrottartíðindi is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!