Halt fast í Gud | Kári E. Jacobsen episode artwork

EPISODE · Oct 14, 2024 · 40 MIN

Halt fast í Gud | Kári E. Jacobsen

from Lívsins Orð · host Lívsins Orð

Kári E. Jacobsen talar um týdningin av, at einki kemur í millum teg og Gud. Í okkara dagliga lívi er nógv, sum roynir at ávirka okkara lív og samfelag við Gud, men vit mugu seta okkum fyri at halda fast í Gudi. Ezra. 3.10-13 sigur: “”Táið teir, ið bygdu, løgdu grundina til tempul HARRANS, stóðu prestarnir í embætisklæðum við lúðrum, og Levitarnir, eftirkomarar Asafs, við skáltrummum til at prísa HARRANUM, soleiðis sum Dávid kongur í Ísrael hevði fyriskrivað. Teir sungu HARRANUM lov og prís, tí Hann er góður, tí náði Hansara móti Ísrael varir í allar ævir; og alt fólkið skar í ógvuligt gleðiróp og lovaði HARRANUM fyri tað, at grundin var løgd til hús HARRANS. Men mangir prestar, Levitar og ættarhøvdingar – hinir gomlu, ið høvdu sæð hitt fyrra templið – grótu hart, táið teir sóu grundina verða lagda til hetta húsið; men mangir vóru so glaðir, at teir róptu hart av frøi. Og fólkið dugdi ikki at skilja ljóðið av gleðirópunum frá ljóðinum av gráti fólksins, tí fólkið rópti so hart av gleði, at tað hoyrdist langan veg.”” Tey komu til Jerusalem úr Bábel, har tey høvdu verið í útlegd. Tað hevði stóran týdning fyri tey at síggja Jerusalem, men Jerusalem, býarmúrarnir og templið var í knúsi. Nehemias hevði til uppgávu at byggja múrarnar, meðan Ezra fekk til uppgávu at byggja templið uppaftur.  Tá ið grundin varð løgd til templið, prísaðu nøkur Gudi, sjálvt um eingin veggur enn var reistur. Men við grundarsteinunum tóku tey eitt stig í trúgv. Hetta merkti, at Gud gjørdi nakað nýtt. Men ikki øll sóu tað. Nøkur grótu, tí tey mintust hitt fyrra templið.  Gud ger nakað nýtt í okkara lívi, men vit mugu síggja tað, sum Hann er byrjaður uppá. Vit eru nakin og ber fyri Gudi okkara, og vit kunnu ikki lata nakað koma í millum okkum og Gud. Tað, sum fíggindin hevur brotið niður, ynskir Gud at byggja uppaftur í tínum lívi. Latið okkum venda okkum til Gud og gera sum Ádam og Eva, tá ið tey krógvaðu seg fyri Gudi.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Oct 14, 2024

Embed this episode

NOW PLAYING

Halt fast í Gud | Kári E. Jacobsen

0:00 40:41

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Lívsins Orð?

This episode is 40 minutes long.

When was this Lívsins Orð episode published?

This episode was published on October 14, 2024.

Can I download this Lívsins Orð episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!