Skip to content
HB-húsið var sum eitt annað heim episode artwork

Jun 16, 2022 22 min

HB-húsið var sum eitt annað heim

from Nón Hosted by Kringvarp Føroya

- Tað er við sorgblídni, at eg sá teir seta grabban í, tí húsið hevur verið karmur um eitt gylt tíðarskeið hjá felagnum, sigur Heri Nolsøe. - Hatta er eitt hús, sum eg eri uppvaksin í. Eg byrjaði at spæla fótbólt har, fyrst í 70-árunum, og eg var øgilíga nógv haruppi. Hatta var eitt av mínum heimum, sigur Gunnar Mohr. Teir báðir umboða hvør sítt ættarlið, sum hevði síni bestu ár í HB-húsinum, ið seinni gjørdist Bridgehúsið. Sjøtul var settur á HB-húsið í 1969, og HB helt til har fram til 1992. Hesi árini vann HB 9 meistaraheiti og 15 steypakappingar, ella Ísafjarðarsúlur, sum tað æt tá. Húsið var eisini karmur um felagslívið, har var tætt millum felagslimirnar, og tað angaði av hestasalvu. Hoyr Hera Nolsøe, ið var toppskorari øll 70-árini, og Gunnar Mohr, ið var áleypari í 80- og 90-árunum, umframt formaður í fleiri umførum. Teir greiða frá, hvussu tað var í Gundadali, tá ið B36, HB og Fram enn høvdu síni felagshús við Niðaravøll. hb_i_knusi.jpg

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

HB-húsið var sum eitt annað heim

0:00 22:04

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Frequently asked questions

How long is this episode of Nón?

This episode is 22 minutes long.

When was this Nón episode published?

This episode was published on June 16, 2022.

Can I download this Nón episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.