Skip to content
Nón podcast artwork

PODCAST · news

Nón

by Kringvarp Føroya

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Apr 4, 2026 · Source feed

Episodes

  1. Pauli í Sandagerði ruddar í kensluligu nótunum

    - Eg ruddi upp, tí tað er nokk so óruddiligt inni í mær. Nýggj fløga við klaverstykkjum eftir Paula í Sandagerði, Ælaveður, kemur út fyrsta dagin. Stykkini eru skrivað yvir eitt tíðarskeið, sum fevnir um 50 ár, frá 1972 til 2022. Samstundis kemur ein nótabók út, og alt verður lagt fram á konsert…

    more
  2. Nón 24. juni 2022

    Pauli í Sandagerði er ein av okkara allar virknastu komponistum; í næstum kemur út fløga og bókaútgáva við klaverstykkjum eftir Paula. Vit fáa orðið á Paula í Sandagerði Anker Mortensen, listamaður, var ein av trimum, sum fekk listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins hesaferð. Vit vitja Anker í...

  3. 25 milliónir krónur peanuts

    Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.

  4. Hvalurin verður gjørdur til eina ímynd

    Hvalurin verður gjørdur til eitt kulturelt ikon, og hvalurin verður lýstur bæði sum klókur og sosialur. Soleiðis lýsir Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, hugsjónarliga grundarlagið undir mótmælunum móti føroyskum grindadrápi. Samstundis er grindadrápi søguliga ein partur av føroyska samleikanum…

    more
  5. Nón 22. juni 2022

    Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, sum millum annað skal varpa ljós á tær etisku tvístøðurnar, ið kunnu standast í yrkinum sum sjúkrarøktarfrøðingur. Vit tosa við fyriskipararnar um kappingina og etisku spurningarnar. Grindadráp hevur verið umstrídd siðvenja, síðan...

  6. Stuttsøgur um lívið sum sjúkrarøktarfrøðingur

    Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, so er at hvessa pennin, tí nú hevur tú møguleikan at seta orð á títt gerandislív. Sjúkrarøktaretiska Ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, har endamálið er at fáa lýst kompleksa gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum oftast er merktur av, at ymisk virðir koma í...

  7. Nón 20. juni 2022

    Armslongdarmeginreglan og listastuðulsskipanir í Føroyum eru til viðgerðar í Nón í dag, tá ið Sunnuva Bæk, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, Torkil Rasmussen, deildarstjóri á mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og Dánjal á Neystabø, tónleikari og listafólk, hittast til...

  8. Neyðugt at kjakast um listastuðulsskipanirnar

    Í síðstu viku hittust um 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða innan listaøkið, fyri at kjakast um hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan - serliga við atliti at listastuðulsskipanum. Fleiri føroyingar vóru við á fundinum, millum annað Sunnuva Bæk, verkætlanarleiðari í...

  9. Ikki heilt samd um "Loysingina"

    Nýggi leikurin "Løsrivelsen" hevur ferðast millum norðurlond, og varð sýndur í Norðurlandahúsinum í síðstu viku. Leikurin er um fiktiva dagin í 2033, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark, og kannar, hvørjar støður og kenslur standast í teimum trimum londunum, tá seinasta kolonimaktin í...

  10. Nón 17. juni 2022

    Paul McCartney er helst eitt tað týdningarmesta tónaskaldið í nýggjari tíð. Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Hann legði heimin fyri sínar føtur saman við hinum bitlunum í 60-árunum, og nú hann er 80, er hann framvegis á konsertferð. Vælkomin í føðingardag hjá Paul McCartney saman…

    more
  11. Listastuðulsskipanir skulu læra av hvørjum øðrum

    Í síðstu viku hittust 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða við list, fyri at skifta orð og deila vitan um, hvønn leiklut hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan hava - serliga tá talan er um listastuðulsskipanir. Netverksfunurin var fyriskipaður av Norðurlandahúsinum, Nordisk...

  12. Nýtt stórverk um føroyskar fuglar

    Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson hava síðan 2017 arbeitt miðvíst við eini nútíðar bók um fuglar í Føroyum. Bókin hevur heiti ’Fuglar okkara’ og lýsir í teksti og myndum øll villini fuglasløg, sum skrásett eru í Føroyum. Endamálið við stórverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið og birta...

  13. HB-húsið var sum eitt annað heim

    - Tað er við sorgblídni, at eg sá teir seta grabban í, tí húsið hevur verið karmur um eitt gylt tíðarskeið hjá felagnum, sigur Heri Nolsøe. - Hatta er eitt hús, sum eg eri uppvaksin í. Eg byrjaði at spæla fótbólt har, fyrst í 70-árunum, og eg var øgilíga nógv haruppi. Hatta var eitt av mínum...

  14. Nón 15. juni 2022

    Í hesum døgum verður gamla HB-húsið í Gundadali tikið niður. Húsið var karmurin um Havnar Bóltfelag í 70- og 80-árunum fram til 1992. Vit hitta tveir gamlar HB'arar, Gunnar Mohr og Hera Nolsøe, sum minnast aftur á góðar dagar í Gundadali. Hvønn leiklut spæla hugtøkini listarlig góðska og...

  15. Nón 13. juni 2022

    Símun Jóanesarson Hansen hevur fingið herðaklappið frá Kristiligum Lurtarafelag fyri sendingina Tempo fyri at gera eina sømiliga og siðiliga sending. Vit hitta Símun til eitt prát um andaligan tónleik - og tað sømiliga og siðiliga. Nýtt stórverk um fuglar í Føroyum er liðugt og kann keypast á...

  16. Nón 10. juni 2022

    Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri og rithøvundur, er ein teimum trimum, sum hevur fingið listafólkaløn frá Mentanargrunninum í trý ár. Vit sláa upp á tráðín hjá Katrini í Danmark fyri at frætta, hvat hon fer at gera komandi árini. Í heyst eru tað 90 ár síðani Jens Pauli Heinesen varð borin í heim.…

    more
  17. Mótmæli uttan eitt orð um pengar

    Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.

  18. Katrin fær føroyska løn í Danmark

    - Tað er sikkurt onkur, sum fær ilt eitt vist stað av tí, men eg føli, at tey fáa pengarnar aftur... Katrin Ottarsdóttir, sum býr í Danmarki, fær listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins næstu trý árini. Hon hevur eisini fingið listafólkaløn undanfarnu trý árini, og tað er hon ovurfegin um.…

    more
  19. Tað byrjaði við einari barnagoymslu í 1892

    Tann 1. juni vóru júst 40 ár síðani at Føroya Pedagogfelag varð stovnað. Í tí sambandi hevur felagið tikið stig til eina rúgvusmikla bók, sum fortelur søguna um pedagogar í Føroyum. Størsti parturin av bókini snýr seg um seinastu 40 árini, men leitað verður eisini heilt aftur til byrjanina í…

    more
  20. Gunn hevur fest røtur í Føroyum

    - Eg havi lært, at hetta húsið hevur so nógv at siga fyri so nógv, og tað ger bara, at tú verður uppaftur glaðari og stolt av at arbeiða her. Gunn Hernes hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum seinastu fýra árini, og nú er hon sett í fýra ár afturat. Tá kann hon eftir reglunum fyri norðurlendska...

  21. Seks av seks stjørnum til Lykkenborg

    Hóast søgan er døpur, kann tað tykjast sum, at tað nærum hevur verið eydnan at uppliva leikin Lykkenborg, sum leikbólkurin "Det Ferösche Compagnie" setir upp í Listastovuni í Miðvági í løtuni. Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs vóru í hvussu so er tiknar av bóli og ovfarnar av leikinum, sum…

    more
  22. Nón 8. juni

    Leikurin Lykkenborg gongur fyri fullum húsum í Listastovuni í Miðvági. Hvussu gert tú ein leik um eina villiniborg og um tað serstaka menniskja, sum bygdi hana. Í dag ummæla vit leikin í Nón, og til tað hava vit fingið Súsonnu Tórgarð og Katrin Joensen Næs. Íslendski rithøvundurin, Einar Már...

  23. Nón 3. juni 2022

    1. juni vóru 40 ár síðani at Føroya Pedagogfelag varð stovnað. Í tí sambandi hevur felagið tikið stig til eina rúgvusmikla bók, sum fortelur søguna um pedagogar í Føroyum. Uni Arge hevur skrivað, og hann vitjar í Nón. Gunn Hernes, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum seinastu fýra árini…

    more
  24. Stalin annar ella Stalin seinni

    Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.

  25. Nón 1. juni 2022

    "Savnandi savnsdagur" verður nú fríggjadagin. Hvat gera søvnini, hví hava søvnini týdning, og hvørjar avbjóðingar síggja tey. Vit tosa við Mass Hoydal, leiðara fyri Savnsgull. Ber til at gera list, ið er á tremur við stavivillum, og hevur tú rætt til at gera vart við teg á skrift, hóast tú ikki...

  26. Framsýning varpar ljós á orðblindi og skrivifrælsi

    Er tað rætt at gera list, ið er á tremur við stavivillum? Og hevur tú rætt til at gera vart við teg á skrift, hóast tú ikki dugir at stava? Tað eru spurningar, ið stinga seg upp, tá tú vitjar framsýningina hjá donsku listakvinnuni Gudrun Hasle, sum hevur ferinsering í Norðurlandahúsinum...

  27. Marita Dalsgaard skal leiða Sydhavn Teater

    - Hetta er eitt tað mest spennandi sjónleikarahúsið í Danmark í løtuni. Marita Dalsgaard skal frá fyrsta oktober verða fyrisitingarstjóri á einum av teimum mest framtakshugaðu sjónleikarhúsunum í Danmark. Hon gleðir seg nógv til uppgávuna, tí hetta leikhúsið er spennandi og ger stóran mun í...

  28. Nýggj bók um søguna hjá Sinnisbata og føroysku sálarsjúkusøguna

    Í 1982 var felagið Sinnisbati sett á stovn, og hevur síðani arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum. Nú á 40-ára føðingardegnum kom bók út um virksemið hjá felagnum og um føroysku sálarsjúkusøguna. Hugt verður millum annað aftur í søguna hjá teimum umleið 300 føroyingunum, sum...

  29. Nón 30. mai 2022

    Tørvur er framvegis á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið, sum eisini má raðfestast hægri politiskt. Tað heldur Grækaris Djurhuus Magnusen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga" Sinnisbati 40 ár. 1. oktober fær Sydhavn Teater í Keypmannahavn nýggjan fyrisitingarligan leiðara. Marita S....

  30. Ria ætlar at gera leikhús í Miðvági

    - Hetta er í grundini fyrstu ferð, síðan eg var 18, at eg havi fasta mánaðarløn í langa tíð. Ria Tórgarð hevur fingið listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins í trý ár, og hennara ætlanir eru nógvar og rúgvusmiklar. Í yvirskriftum fer hon at skriva nýtt tilfar til pall. Hon fer at arbeiða við at...

  31. Nón 27. mai 2022

    Ria Tórgarð, Katrin Ottarsdóttir og Anker Mortensen hava fingið listaløn í trý ár. Ria Tórgarð vitjar í Nón til eitt prát um sínar ætlanir næstu árini. Nýggj stór myndaskrýdd bók - sonevnd Coffee-table-bók - um matstovuna KOKS er komin út. Vit fáa vitjan av høvuðskokkinum á KOKS, Poul Andriasi...

  32. Grøna orkan skuldi verið brún

    Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.

  33. Nón 25. mai 2022

    Kórið Tarira fyllir 20 ár, og í kvøld verður hetta hátíðarhildið við konsert í Auluni í Finsen - júst sama stað, sum kórið hevði sína fyrstu konsert. Vit hitta kórleiðaran Sunleif Rasmussen og nevndarforkvinnu og sangarinnu Píl Reinert. Næstu dagarnar verða samkirkjudagar í Føroyum. Dagarnir…

    more
  34. Tá Føroyar loysa

    Vanliga tosa vit um politikk, tá vit tosa um loysing. Men hvørjar kenslur liggja í spurninginum um loysing og spurninginum um Ríkisfelagsskapin? Tað er serliga hetta, sum fólkini aftan fyri nýggja norðurlendska leikin "Løsrivelsen" vilja kanna. - Kjakið um loysing er ofta hart, men nógv verður…

    more
  35. Nón 23. mai 2022

    Hvørjar kenslur birtast, tá ið ríkisfelagsskapurin fer sundur, og Føroyar og Grønland taka loysing frá Danmark. Tað kannar nýggjur norðurlendskur leikur. Vit tosa við leikstjóran og føroyska leikaran í Løsrivelsen. Nýtt listablað - Túsundáraritið - kemur út í morgin. Blaðið skal síggjast sum bæði...

  36. Nón 20. mai 2022

    Føroya Tatt Fest 2022 verður hildin í Norðurlandahúsinum í ár. Merkir hetta, at tatoveringar eru list? Vit vitja í Norðurlandahúsinum, har vit hitta Majbritt Petersen, tatovør. Í dag byrjar Musikkskúlafestivalurin. Vit fara á gátt í Musikkskúlanum at fregnast. Og so tekur Høgni Djurhuus saman um...

  37. Sjálvandi lata vit Ukraina vinna

    Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.

  38. Jákup Reinert Hansen viðger góðan kristindóm

    - Kristindómur kann saktans fara av sporinum, men kristindómur er góður fyri menniskjað í sjálvum sær. Millum annað hetta sigur Jákup Reinert Hansen í hesi samrøðuni, har vit umrøðu nýggju bók hansara Góður gamal kristindómur. Talan er um eitt úrval av fyrilestrum, ið koma undir evnið kirkjusøga....

  39. Unn leitar aftureftir og peikar frameftir

    "Við útgávuni 1902 hevur komponisturin Unn Paturson megnað at endurtulka siðbundnan føroyskan tónleik á ein hátt, sum er spennandi og hugtakandi fyri ein modernaðan lurtara." Millum annað soleiðis ljóðar grundgevingin fyri at tilnevna Unn Paturson til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Unn er...

  40. Nón 18. mai 2022

    Jákup Reinert Hansen hevur útgivið eitt spennandi savn av fyrilestrum undir heitinum: Góður gamal kristindómur. Vit hitta Jákup Reinert Hansen, fyrrverandi sóknarprest á Sandi, sum nú er lektari í kirkusøgu. Eitt nýtt ferðavinnutilboð um Klaksvíksstríðið fer skjótt at virka. Sonevnda ljóðslóðin...

  41. Ljóðslóð um læknastríðið

    Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá hava ment nýggja sonevnda ljóðslóð, ið varpar ljós á læknastríðið. Ljóðslóðin er eitt ferðavinnutilboð, ið samantvinnar frásagnir og slóðir, ið til ber at ganga ella koyra runt um í Klaksvík. Ljóðslóðin er ment við stuðli frá Norðoya Kunningarstovu,...

  42. Nón 16. mai 2022

    Hvussu kann gransking gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu kann vinnulívið gagna granskingini. Tað er evnið á ráðstevnu við heitinum "Vitan, vinna og visjón", sum verður í Kongshøll fríggjadagin. Tað eru Tórshavnar Kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, ið skipa fyri. Nón prátar við…

    more
  43. Laksalúsin framvegis ein stórur trupulleiki

    Alivinnan hevur í nógv ár støðugt arbeitt við at basa laksalúsini. Og hóast talið at laksalús í aliringunum er lækkað, so er trupulleikin framvegis stórur, siga Esbern Paturson, lívfrøðiligur mennari hjá Hiddenfjord og Marner Nolsø, djóralækni hjá Bakkafrosti. Teir luttaka í stórari altjóða...

  44. Nón 11. mai 2022

    Stór altjóða ráðstevna um laksalús er í Føroyum í løtuni. Vit tosa við fyriskipara, granskara og umboð fyri alivinnuna um, hvussu stórur er trupulleikin við laksalús er í dag, og hvørjir eru nýggjastu hættirnir at basa lítlu laksalúsuni? Unn Paturson er tilnevnd til Tónleikavirðisløn...

  45. Nón 9. mai 2022

    Fríggjadagin var nýggjur arkitekturpolitikkur lagdur fram, har dentur eisini var lagdur á býarskipan og bústaðarbygging. Tað eru kommunurnar sum skulu skipa bý og stykkja út til ein fjølbroyttan bústaðarmarknað. Vit fáa tveir politikarar í størtsu kommununi í landinum, at kjakast um…

    more
  46. Messi fyri orgul vitjaði í Føroyum

    Seinnapartin mikudagin í hesi vikuni vitjaði Nón í Hoyvíkar kirkju, har Olivier Latry vandi til konsert, og vit fingu eitt prát við hann um lív hansara sum orgulleikara og um støðuna við Notre Dame dómkirkjuni, ið sum kunnugt brendi 15. apríl 2019. Olivier Latry er umframt at vera ein av heimsins...

  47. Nón 6. mai 2022

    Lykkenborg, sum er heiti á nýskrivaðum leiki, sum leikbólkurin Det Færøshe Compagnie hevur arbeitt við í nøkur ár. Leikurin er søgan um ein føroyskan orginal, Pól Jóhannes Poulsen, eyknevndur Lykken. Vit hitta leikstjóran og pallsniðgevan til eitt prát um leikin og orginalin. Mikukvøldið var...

  48. Sosialistur rósar kapitalismuni

    Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.

  49. Nón 4. mai 2022

    Landsverk hevur gjørt ein nýggjan arkitekturpolitikk, og fríggjadagin verður stór ráðstevna um bústaðarbygging í framtíðini. Hvat er arkitekturpolitikkur, og hvussu byggja vit bústaðir og skipa bústaðarøki í framtíðini. Tríggir arkitektar tosa um "karmar um lív". Kvinnukórið Silvitni vann fyrstu...

  50. Nón 2. mai 2022

    "Sólgrátur" eitur nýggj føroysk ungdómsskaldsøga, sum kemur út hesa vikuna. Tað er Ingun Christensen, sum hevur skrivað bókina, sum millum annað snýr seg um happing at verða ættleidd. Um vikuskiftið vann Marius DC tónleikakappingina Sement 2022. Vit hava verið á gátt heima hjá Mariusi og práta...

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Nón have?

Nón currently has 50 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Nón about?

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.

How often does Nón release new episodes?

Nón has 50 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Nón?

You can listen to Nón on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Nón?

Nón is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!