Skip to content
Hetta er fantastist episode artwork

Jun 7, 2015 8 min

Hetta er fantastist

from Ítrottartíðindi Hosted by Kringvarp Føroya

Team Havnar fimleikafelag setti føroyskt HM í finaluni fyri kvinnur í HM í estetiskum fimleiki í dag. Liðið fekk samanlagt 31, 55 stig fyri innleiðandi umfari og finaluna. So gott úrslit hevur einki føroyskt lið megnað til HM áður. Úrslitið í dag bleiv 16,15 stig og hetta var omanfyri allar vónir og er somuleiðis eisini met fyri eitt avrik í HM fyri eitt føroyskt lið. Eyð Strøm, annar av venjarunum hjá Team Havnar fimleikafelag segði seg fáa ein klump í hálsin, tá hon endurhoyrdi stigini verða lisin í høllini á hálsi. Hetta er fantastist, segði Eyð Strøm. Team Havnar fimleikafelag endaði á næstaftasta plássi og kann staðfesta at liðið í HF er nummar 11 í heiminum. Barba Jansdóttir annar av venjarunum hjá Team Alda, er sera errin av avrikinum hjá hennara liði, Team Alda. Liðið skuldi upprunaliga ikki vera við í finalunum, tí Team Alda ikki fekk nokk av stigum. Men seinni í gjár varð kunngjørt at tær sluppu við hóast alt, tí at framførslan var góð og tí at verttjóðin ofta fær ein finalist við í kvinnuunglingunum. Barba Jansdóttir var ovurfegin tá hon frætti boðini, og bara tað at sleppa á gólvi til finaluna var stórt. Team Alda fekk samanlagt 29,15 stig og endaði á einum aftasta plássi í finaluni. Hoyr hvat Barba Jansdóttir og Eyð Strøm søgdu í útvarpsstovuni í dag, og hoyr eisini hvussu rómurin var í høllini tá stigini hjá føroysku finalistunum vóru givin.

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

Hetta er fantastist

0:00 8:53

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Frequently asked questions

How long is this episode of Ítrottartíðindi?

This episode is 8 minutes long.

When was this Ítrottartíðindi episode published?

This episode was published on June 7, 2015.

Can I download this Ítrottartíðindi episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.