EPISODE · Feb 9, 2024 · 45 MIN
«Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?»
from Skrivað stendur · host Kringvarp Føroya
Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum. Djóni Nolsøe Joensen, Durita Tausen, Skriva stendur, 16:9 Frítekst tagging: Skriva stendurDjóni Nolsøe JoensenDurita Tausen Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður og Durita Tavsen, varastjóri á Gjaldstovuni, eru gestir í sendingini. Sunnudagur fyri føstu (sunnudagur í føstuinngangi) Onnur tekstarøð Luk. 18,31-43. Boðar á 3. sinni líðing sína v31: Men hann tók teir tólv til sín og segði við teir: «Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum. v32: Tí at hann skal verða givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og áspýttur, v33: og teir skulu húðfleingja hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa upp.» v34: Men teir fataðu einki av hesum, og hetta orðið var dult fyri teimum, og teir skildu ikki tað, sum talað var. Blindi maður við Jeriko v35: Men tað bar so á, tá ið hann nærkaðist Jeriko, at har sat ein blindur maður við vegin og biddaði. v36: Og tá ið hann hoyrdi eina fjøld av fólki ganga framvið, spurdi hann, hvat hetta var. v37: Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom framvið. v38: Og hann tók at rópa og segði: «Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!» v39: Og tey, sum gingu undan, hóttaðu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði nógv harðari: «Sonur Dávids, miskunna mær!» v40: Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til sín; og tá ið hann var komin tætt til hansara, spurdi hann hann og segði: v41: «Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?» Men hann segði: «Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!» v42: Og Jesus segði við hann: «Fái tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!» v43: Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum og prísaði Guði. Og alt fólkið lovaði Guði, tá ið tey hetta sóu. Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: [email protected]
Embed this episode
Ready to play
«Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?»
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.