Ítróttartíðindi 12. apríl
from Ítrottartíðindi Hosted by Kringvarp Føroya
NSÍ varðveitir oddasessin, tí NSÌ greiddi í dag sína skyldu á heimavølli móti HB. ÍF hevur hálað seg fram á stigatalvuni við fyrsta sigrinum í ár, og FC suðuroy er nú ikki einsamalt á aftasta plássi eftir fyrstu stigini í gjár við sigrinum á AB. VÍF gjørdist FM vinnari í Atlantic Airways deildini, tá teir vunnu 24-23 á H71, hoyr m.a. brot frá samrøðu við Sigmund Dahl, H71. Neistakvinnurnar gjørdist somuleiðis FM vinnarar 2015 í Hvonn deildini, tá tær vunnu ein greiðan sigur á Kyndli 20-17, hoyr m.a. brot frá samrøðu við Turið Arge, Kyndil. Stóru felags FM-finalurnar í judo, badminton og borðtennis vóru í Hoyvíkshøllini leygardagin, hoyr hvussu gekst í sendingini.
Embed this episode
No transcript yet.