Ítróttartíðindi 22. november
from Ítrottartíðindi Hosted by Kringvarp Føroya
H71, VÍF og KÍF vunnu sínar dystir, og tískil er einki broytt í oddinum í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. Neistin vann tepurt á VB og Marjun F. Danberg skilir ikki at VB kallar sína støðu, eina kreppu. Gurið K. Mortensen fegnast um at VB bert tapti við trimum málum, men heldur framvegis at VB er í kreppu. Talvlandsliðið gjørdi bart í móti Danmark. Forsetin í talvasambandi føroya greinar føroysku talvstøðuna, og heldur ikki at tað er undarligt um vit fáa ein heimsmeistara innan næstu 10-15 árini. Hoyr sendingina við hondbóltsúrslitum, flogbóltsúrslitum, úrslitinum frá vetrarkappingini undir kerjum, støðan í kurvabóltslandskappingini og um heiðursmerkini hjá badmintonleikarunum til kapping í Danmark.
Embed this episode
No transcript yet.