Skip to content
Ítróttartíðindi 3. mai episode artwork

May 3, 2015 16 min

Ítróttartíðindi 3. mai

from Ítrottartíðindi Hosted by Kringvarp Føroya

Í gjár vann Havnamaðurin, Hallur Holm, fyrsta Danmarks Meistaraskapið í Ultra Trail renning á langteini á Bornholm. Hallur vann í sínum bólki, 45-50 ár, við tíðini 10.39.20. Harumframt endaði hann á einum samlaðum 6. plássi og nr. eitt í samlaðu kappingini gjørdist fleirfaldaði vinnarin á hesum teininum Jesper Noer. Teinurin, ið skuldi rennast, var beint omanfyri 80 kilometrar, og teir fyrstu tímarnir vórðu runnir í bølamyrkri. Leiðin varð løgd soleiðis til rættis, at tað var nógv óslætt lendi og nógvar brekkur, so tað gjørdist til 3.000 hæddarmetrar tilsamans. Í alt 60 rennarar vóru við í kappingini. Hoyr samrøðu við Hall Holm í ítróttartíðindunum. Fremsta liðið í Effo deildini, NSÍ, varðveitti enn einaferð sítt pláss á fremstu rók í deildini, við einum sannførandi 3-0 sigri ímóti KÍ í dag. Í gjár var steypakapping í talvi fyri lið í lonini í Gjáargarði. Vinnandi liðið gjørdist aftur í ár Sandavágs Talvfelag við 44,5 stigum. 10 feløg luttóku í liðkappingini og úrslitini vóru hesi: Sum sagt, endurvann Sandavágs Talvfelag steypakappingina triðja árið á rað við 44,5 stigum. Á øðrum plássi var Klaksvíkar Talvfelag við 44 stigum, og á einum triðja plássi endaði Tórshavnar Talvfelag við 42,5 stigum. Hoyr samrøðu við Finnbjørn Vang, formann í Talvsambandinum í ítróttartíðindunum.

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

Ítróttartíðindi 3. mai

0:00 16:05

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Frequently asked questions

How long is this episode of Ítrottartíðindi?

This episode is 16 minutes long.

When was this Ítrottartíðindi episode published?

This episode was published on May 3, 2015.

Can I download this Ítrottartíðindi episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.