Ítróttartíðindini 15 november
from Ítrottartíðindi Hosted by Kringvarp Føroya
David Arge Galán er heimsmeistari í kropsmenning. Hann vann í gjár kappingina, Men´s Physique Pro devision, sum var hildin í Atlantic City í USA. Aftaná kappingina fekk hann at vita at hann vann sannførandi á hinum. Hoyr hvat David Arge Galán sigur um heiðurin og hvat ítróttin krevur. Gurið K. Mortensen ásannar at útlendsku leikararnir, sum VB hevur í ár, ikki er ein styrkur fyri liðið. VB hevur bert tvey stig og Gurið K. Mortensen er ikki bangan at kalla støðuna hjá VB fyri eina kreppu. Hon veit ikki um útlendsku leikararnir verða aftur at síggja á vøllinum í ár, men heldur ikki at tað er neyðugt at brúka pening uppá leikarar, ið ikki styrkja liðið. Kyndil er fyribils oddalið í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Kyndil vann 26-17 á VB í dag. Tær hava spælt tveir dystir meira enn Neistin, men óansæð tað, so er eitt annað pláss nøktandi fyri Kyndil at røkka FM finalunum. Hoyr eisini tað nýggjasta í talvi, bridge, úrslitið hjá Amager VK, flogbóltsúrslitini og hini hondbóltsúrsltini.
Embed this episode
No transcript yet.