Ítróttartíðindini 18. oktober
from Ítrottartíðindi Hosted by Kringvarp Føroya
Marianna Geirsdóttir Eystberg skeyt 14 av 23 málum fyri Kyndil, men tó so heldur Bára Hansen at Kyndil hevði trupult við at skora mál í sigrinum á Stjørnuni. Pál Joensen og øll avvarandi av Pál høll eru errin, og Pál Joensen gleðir at venja í fyrsta føroyska langhylinum, tá hann skal venja til OL í Rio í summar. Og Marna Egholm er okkara næstbesta ítróttarfólk. Tað staðfestir Hallur Holm, viðmerkjari og rennari, nú Marna gjørdi bart í Berlin maraton í september. Hon bleiv nummar 36 av omanfyri 10.000 elitu rennara kvinnum, men tíðin var trupul at staðfesta. Marna hevði gloymt cippið, sum skal í skógvin, og allan teinin visti hon at hetta møguliga var til fánýtis. Hoyr hetta og meira í ítróttartíðindunum frá sunnukvøldinum.
Embed this episode
No transcript yet.