Skip to content
Jákup Andreasen: Hugleiðir um farnar dagar episode artwork

Aug 18, 2026 18 min

Jákup Andreasen: Hugleiðir um farnar dagar

from Summarmorgun Hosted by Kringvarp Føroya

Jákup Andreasen fekk áhuga fyri at vita meira um familjuna og forfedrarnar um tað mundið hann fór um tey hálvthundrað árini. Í 2009 gav hann so út eina bók um familjuna hjá mammuni av Trøllanesi við heitinum "Wollesfólkini og Trøllanes", og fyri tveimum árum síðani kom myndabók við viðmerkingum og huygleiðingum, "Afturbrá - gamlar myndir úr Norðoyggjum". Men hesi seinastu árini hevur Jákup gjørt mest gjørt vart við seg á Facebookbólkinum "Gamlar myndir úr Klaksvík/Norðoyggjum", har hann ofta hevur gamlar myndir og skrivar hugleiðingar til tær. Jákup vaks upp í Klaksvík og bæði foreldrini eru av Kalsoynni, og tí hava Klaksvíkin og ikki minst Kalsoyggin hansara serliga áhuga, hóast hann í mong ár hevur búð og framvegis býr í Vestmanna, har hann øll tey fyrstu árini var stjóri á Fiskivinnuskúlanum, sum nú eitur Miðnám í Vestmanna. Hann átti nógvar gamlar myndir, sum hann eisini hevði fingið frá fólki í sambandi við bókaútgávurnar. Tá so korona kom fann hann uppá at leggja myndir út á Facebook-bólkin fyri Klaksvík og Norðoyggjar og skrivar viðmerkingar til myndirnar. -Eg hevði stóra gleði av pallinum tidarrit.fo, har gomlu dagbløðini liggja, men sum nú er óvirkin. Tað haldi eg er stórt spell. Tað hevur skund at finna tøknina sum skal brúkast í framtíðini, sigur Jákup Andreasen.

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

Jákup Andreasen: Hugleiðir um farnar dagar

0:00 18:01

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Frequently asked questions

How long is this episode of Summarmorgun?

This episode is 18 minutes long.

When was this Summarmorgun episode published?

This episode was published on August 18, 2026.

Can I download this Summarmorgun episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.