EPISODE · Nov 15, 2015 · 2 MIN
Kreppa í VB
from Ítrottartíðindi · host Kringvarp Føroya
Tá útlendsku leikararnir ikki styrkja liðið, men bert breiðka hópin, so er ikki skilagott at brúka pening uppá útlendskar leikarar. Gurið K. Mortensen harmast, men ásannar at støðan í VB ikki er góð. Vit eru fáar til venjing, útlendingarnir spæla ikki væl, og hetta kappingárið er longu farið fyri VB. VB tapti í dag 26-17 fyri Kyndli, og sambært Onnu Brimnes í Kyndli, so var tað ikki trupult at skora hjá móti VB verjuni í dag. Óvist um VB sendir útlendingar heim Eg veit ikki um tær spæla næsta dystin fyri VB, men tær eru bara ikki góðar nokk, segði Gurið K. Mortensen í ítróttartíðindunum í kvøld. VB hevur ein útlendskan málverja, sum ofta roynist væl. Síðani er talan um tveir útispælarar, bert onnur av teimum var við í dag, tí hin hevði leikbann. Danijela Mistric sum er komin at styrkja VB liðið, skoraði bert eitt mál í dag. Trupult at venja VB Gurið K. Mortensen væntar ikki at venjarin hjá VB, Jasna Petricevic verður uppsagdur. Hann hevur tað ikki lætt, tí fáar møta til venjing og moralurin er ikki góður á liðnum, tá man áhaldandi tapur. Hoyr samrøðuna við Gurið K. Mortensen omanfyri
Embed this episode
Ready to play
Kreppa í VB
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.