EPISODE · Nov 9, 2023 · 54 MIN
Kvørnin: "ja/nei - og restin av vikuni", Dania O. Tausen
from Kvørnin · host Kringvarp Føroya
Skotsmál: 10/10 stjørnum: Elin Brimheim Heinesen 09/10 stjørnum: Hans Pauli Tórgarð 09/10 stjørnum: Guðrun Sólja Jacobsen "ja/nei - og restin av vikuni" er heitið á aðru heildarútgávuni við 25 ára gomlu tvørlistakvinnuni Daniu O Tausen. 13 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum er skrivað, tikin upp og framleidd í tøttum samstarvi við Benjamin Djurhuus og Ragnar Finsson. Dania hevur skrivað flest allar tekstirnar sjálv. Ein er skrivaður saman við Ragnari Finsson og ein saman við Benjamin Petersen. Poul Johan Djurhuus eigur eisini eina yrking á plátuni. Løgini eru fyri tað mesta gjørd saman við Ragnari Finsson og Benjamin Djurhuus. Dania hevur gjørt trý løg sjálv og eitt saman við bassleikaranum Arnold Ludvig. Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað og Finnur Hansen masterað plátuna, sum plátufelagið Tutl gevur út. Guðrun Sólja Jacobsen, Hans Pauli Tórgarð og Elin Brimheim Heinesen eru ummælarar í sendingini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
NOW PLAYING
Kvørnin: "ja/nei - og restin av vikuni", Dania O. Tausen
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.