Kvørnin podcast artwork

PODCAST · news

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut.Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

  1. 50

    Kvørnin: "The End or Beginning of Us", Beinir

    Á útgávuni eru fimm sangir á enskum máli, men seinasti sangur er bæði á enskum og á føroyskum. Beinir hevur skrivað sangirnar í samstarvi við Sharon Vaughn, Jónas Gaard, Morten Winther Nielsen og Lasse Boman. Beinir hevur eisini framleitt tónleikin, tó er sangurin "Won't let go" framleiddur saman við Rasmus Søegren. David Mørup hevur ljóðblandað og frumbandað EP'ina. Í tíðindaskrivið sigur Beinir: "Á útgávuni eru persónligir og erligir sangir um kærleika, iva og tær løturnar, har eitt samband annaðhvørt broytist, slitnar ella krevur, at tú veruliga stendur við títt og torir at gera nakað við tað." Skotsmál: 8/10 stjørnum: Holgar Johannesen 8/10 stjørnum: Regin Toftegaard Eyðfinn Jensen er vertur.

  2. 49

    Kvørnin: "Future Sports", Baldur

    Á debut EP'ini "Future Sports" eru 6 sangir á enskum máli og eitt ljóðførislag, sum Baldur Nikolaj Heinesen Olsvig hevur skrivað. Tónleikin hevur Baldur framleitt saman við Alexander Bie, August Ørvad Jacobsen og Emil Mors Rasmussen. Allir sangirnir eru grundaðir á klassiska bólkakonstellation við bassi, guitari, trummum og sangi - víðkað og litað av ljóðborðum, vocodarum, talkbox og soundscape-elementum, sum vekja ein futuristiskan sci-fi-stemning. Í tíðindaskrivið verður greitt frá, at stílurin og ljóðið á EP'in Future Sports er ein samanrenning millum Sci-fi disco, synthpop og sport vibes - eitt ljóð, sum kom til í einum lítlum kamari í Havn, har teir 7 sangirnir vórðu skrivaðir ein myrkan vetur, við íblástri frá føroyska náttarlívinum og einum longsli eftir várinum. Tað ítróttarliga og futuristiska endurtekur seg eisini í tekstunum, har sci-fi tilvísingar og ítróttarhugtøk renna saman sum myndamál. Í kjarnuni snýr Future Sports seg um menniskju, sum bróta seg úr stagnation og søkja framgóngd, og um stríðið at mennast og finna sína egnu leið. Skotsmál: 8/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen 7/10 stjørnum: Birgar Larsen Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  3. 48

    Kvørnin: "Ókendir"

    "Ókendir" er heitið á sjálvnevndu debut-útgávuni við føroyska tónleika-kollektivinum, sum fyri fyrstu ferð veruliga gjørdi vart við seg í tónleikakappingini Sement í fyrraárið, tá bólkurin tryggjaði sær pláss í finalu umfarinum. Yvirskipað er talan um eina føroyska rapp tónleikaútgávu við lagføgrum, sangbærum niðurløgum, har tónleikastílurin ferðast víða líka frá skrappum suðurstats-trappi til kalypso stev. Í tíðindaskrivið verða tey 11 løgini á útgávuni "Ókendir" lýst sum løtur og brot úr lívinum hjá føroyingum í aldrinum millum 20 og 30 ár. Tekstirnir eru allir á føroyskum og snúgva seg mest um kærleika, hjartasorg, ball, balladu og alt tað, sum liggur har ímillum. Skotsmál: 9/10 stjørnur: Páll Oddur Rubbeksen. 8/10 stjørnur: Regin Toftegaard. Eyðfinn Jensen er vertur.

  4. 47

    Kvørnin: "Beautiful Obscenery", Greta Svabo Bech

    Greta hevur skriva bæði orð og løg til teir 10 sangirnar á enskum máli á útgávuni, sum hon hevur tikið upp og framleitt saman við manni sínum, Fred Ruddick, í upptøkuhølinum heima í Fraklandi.  Tað er fyri tað mesta tey bæði, Greta og Fred, ið spæla øll ljóðførini, men tey hava eisini fingið hjálp frá Mikael Blak, sum spælir bass á fimm løgum, Davide Rossi, ið hevur útsett, framført og tikið upp strúkarar og Ragnari Finsson, sum spælir el-guitar á lagnum "Islands".  Um útgávuna sigur Greta: "Tónlistarliga er hetta væl friðarligari enn tað, ið eg áður havi útgivið. Eg havi hugsað plátuna sum eitt tónlistarligt klemm. Eg royni at loyva mær sjálvari at vera viðkvom ella viðbrekin á hesari útgávuni. Er tað nakað, sum tað at gerast mamma hevur lært meg, so er tað, at tað er styrki í at vera viðbrekin."  Skotsmál: 9/10: Hergeir Eldevig 8/10: Ári Rouch Eyðfinn Jensen er vertur.

  5. 46

    Kvørnin: "Sýrublað", Guðrið Hansdóttir

    Níggju sangir á føroyskum máli eru á plátuni "Sýrublað", ið er sjeynda solo-útgávan við Guðrið Hansdóttir. Høgni Lisberg hevur tikið upp, ljóðblandað og frumbandað, meðan Guðrið Hansdóttir og Høgni Lisberg hava lagt tónleikin til rættis og framleitt útgávuna í felag. Guðrið hevur gjørt øll løgini á útgávuni og eitt lag saman við Karl Andrias Stóra, meðan Beinir Bergsson hevur skrivað allar tekstirnar og ein í samstarvi við Guðrið. Guðrið sigur í tíðindaskrivi, at tá hon fór í holt við útgávuna var málið, at hon skuldi einans samstarva við listafólk, sum hon ikki hevði arbeitt við áður og at gera eina útgávu, har ið spæligleði, spontanitetur og kreativitetur skuldi skína ígjøgnum. Úrslitið er 9 løg, sum eru fjølbroytt og fara í ymiskar ættir, men reyði tráurin er tað ráa, ektaða og erliga. Tónleikarar á útgávuni eru: Guðrið Hansdóttir: Sang, guitar, omnichord, floytu og clarinet. Høgni Lisberg: Trummur, guitar, bass, sang, klaver, OP-1 og slagverk. Jákup Zachariassen: Steel guitar. Jóhan Hentze: Trompet og flugelhorn. Marianna Winther Nagata, Katrina Olsen, Dania O. Tausen og Elinborg Pálsdóttir syngja kórrøddir. Plátufelagið Tutl hevur givið "Sýrublað" út á LP plátu og á talgildum stroymitænastum.  Skotsmál: 10/10 stjørnum: Regin Toftegaard 10/10 stjørnum: Holgar Johannesen Lagt til rættis: Eyðfinn Jensen

  6. 45

    Kvørnin: Trý føroysk stakløg

    Ári Rouch og Birgar Larsen ummæla stakløgini "90'ini" við Ronnie, "Mín sál er í góðum hondum" við Lenu anderssen og "Dreymaland" við Starlight. Eyðfinn Jensen er vertur.

  7. 44

    Kvørnin: "Wolfgang"

    "Wolfgang" er heitið á sjálvnevndu debut LP'ini við rokkbólkinum Wolfgang. Á plátuni eru 11 sangir á enskum máli, sum limirnir í bólkinum í stóran mun hava skriva í felag. Í tíðindaskrivi verður boða frá, at plátan hjá Wolfgang er ikki bert ein vanlig tónleikaútgáva. Tað er eisini ein samanumtøka av søguni hjá kenda føroyska Hard Rokk bólkinum, ið kom fram sum partur av føroysku rokk-rørsluni í 90'unum, og skein bjart til ljósið sløknaði fyrst í 00'unum. Teir sum mannað Wolfgang eru: Einar Jacobsen, sang Bergmann Finnsson, guitar Kári Streymoy, trummur Gunnar Thomsen, bass Hans Heðinsson Hammer hevur tikið upp, framleitt, ljóðblandað og frumbanda útgávuna, sum plátufelagið Tutl hevur givið út. Skotsmál: 10/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen 9/10 stjørnum: Hergeir Eldevig Eyðfinn Jensen er vertur.

  8. 43

    Kvørnin: Trý nýggj stakløg

    Stakløgini, "Sig mær" við Tøgn, "Suffer In Silence" við Ingibjørg Hansen og "Pápi" við Anton Liljedahl verða ummæld av Ára Rouch og Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur

  9. 42

    Kvørnin: Trý føroysk stakløg

    Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Sporty Girls" við Baldur. "Flames Of Evil" við Wolfgang. "Dansi ordiliga seksutt" við Det Ferösche Compagnie og Kristinu Sørensen Ougaard. Hergeir Eldevig og Páll Oddur Rubbeksen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  10. 41

    Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt

    "ÓJÓ" er fyrsta EP'in við bólkinum Tunghoyrt, sum av álvara gjørdi vart við seg fyri fyrstu ferð í Sement tónleikakappingini í 2025 við melodiskum rock sangum og orkufullum live-framførslum.  Á útgávuni ÓJÓ eru seks sangir á føroyskum máli, sum limirnir í bólkinum hava skrivað í felag.  Tunghoyrt eru:  Jóni Strøm, sang  Helge Marius Greve, guitar  Bjarni Jakobsen, trummur  Erik Reynheim, bass  Benjamin Petersen hevur tikið upp, lagt til rættis, framleitt og ljóðblandað sangirnar, meðan Raelynn Janicke hevur frumbandað útgávuna. Plátufelagið Tutl hevur givið "ÓJÓ" út. Skotsmál: 7/10 stjørnum: Regin Toftegaard 6/10 stjørnum: Ári Rouch Eyðfinn Jensen er vertur.

  11. 40

    Kvørnin: "Monochrome", Gunnva

    "Monochrome" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við donsk/føroysku songkvinnuni Gunnva, hvørs fulla navn er Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard. Í tíðindaskrivi sigur Gunnva, at útgávan er ein tónlistarlig dagbók, ið fylgir ferð hennara frá ungdóms óvissu til vaksnamannalív - ein søga um at finna seg sjálva og taka ímóti øllum litunum í lívinum. Á plátuni eru tólv sangir, sum Gunnva hevur gjørt bæði orð og løg til. Ellivu á enskum og ein á føroyskum máli. Victor Kiowsky Søyland hevur framleitt, ljóðblandað og frumbandað útgávuna, sum plátufelagið Sounds Bananas gav út tann 31. oktobur í 2025. Skotsmál: 9/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen 9/10 stjørnum: Ári Rouch Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  12. 39

    Kvørnin: Trý føroysk stakløg

    Stakløgini, ið verða ummæld, eru "Eingin ótti" við Sakaris, "Oyralippan" við Guðrið Hansdóttir og "Mr. Cherry Boy" við Basj.

  13. 38

    Kvørnin: "Sólskin", Stanley Samuelsen

    "Sólskin" er heiti á nýggjastu heildarútgávuni við (74 ára gamla) Stanley Samuelsen úr Fuglafirði, sum seinastu 55 árini hevur búð í Danmark. Á fløguni eru 10 sangir, sum Stanley antin hevur gjørt sjálvur, týtt til føroyskt, og/ella sett lag til. Allir eru á føroyskum máli uttan heitislagið "Solskin", sum er yrking á donskum eftir William Heinsesen. Upptøkurnar hava Jónas Bloch Danielsen, Finnur Hansen og Flemming Rasmussen staðið fyri. Jóhannus á Rógvi hevur framleitt, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað og frumbandað útgávuna, sum plátufelagið Tutl gevur út. Ólavur Larsen hevur samskipað verkætlanina. Skotsmál: 8/10 stjørnum: Regin Toftegaard 8/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen Eyðfinn Jensen hevur lagt til rættis.

  14. 37

    Kvørnin: Trý nýggj stakløg

    Hergeir Eldevig og Birgar Larsen eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  15. 36

    Kvørnin: "Ovastaloft", Hervør Sabina á Torkilsheyggi

    ´"Ovastaloft" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Hervør Sabinu á Torkislheyggi. Á fløguni eru 15 sangir. Fimm á enskum og tíggju á føroyskum máli. Hervør Sabina hevur gjørt bæði orð og løg til allar sangirnar uttan ein. Tað er sangurin "Kvøldbøn", ið pápi hennara, Poul Jóhan Djurhuus, hevur týtt frá enskum. Tónleikarar á útgávuni eru: Benjamin D. Djurhuus, Gittar, percussion o.a. Jasmin Jovanovic, trummir David Simonsen, bass Jan Nónklett, Klaver og harmonika Jóhan Hentze, Trompet Súsanna Joensen, Tvørfloyta Angelika Hansen, Violin Kári á Torkilsheyggi, Gittar Per I. H. Petersen spælir trummir á "Bíða", Fríði Bjarkhamar á "Summardái" og Tórður Dam Jakobsen á "Yppa" Hervør Sabina á torkilsheyggi syngur sjálv allar sangirnar á útgávuni, og hevur harumframt fleiri kórsangarar afturat sær. Hesi eru: Anna Sabina á Torkilsheyggi, Kári á Torkilsheyggi, Jóel á Torkilsheyggi, Benjamin D. Djurhuus, Maria á Lakjuni Djurhuus, Dania O. Tausen, Jógvan Olsen, Poul Jóhan Djurhuus og Dupultkvartettin, ið er mannað við Jens Christian Guttesen, Eli Smith, Alexander Samuelsen, Jens Andreassen og Finnur Marstein Benjamin Djurhuus hevur tikið upp, framleitt og ljóðblandað útgávuna, sum Hans Poulsen hevur frumbandað ella mastera. Jens L. Thomsen hevur tikið upp, framleitt og ljóðblandað sangin "Bíða". Skotsmál: 7/10 stjørnum: Regin Toftegaard 7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  16. 35

    Kvørnin: "Stev", maður:glotti

    Stev er heiti á fjórðu heildarútgávuni við føroyska bólkinum maður:glott.  Terji Krossteig og Dennis Agerblad, ið mannað bólkin, hava skriva teir tíggju, nýggju føroysku sangirnar á plátuni.  Sekstan ár eru liðin, síðan seinasta heildarútgávan "Land" við maður:glotti kom út, so talan er um eina endurkomu - eitt sokallað comeback.  Í tíðindaskrivið verður sagt, at "STEV inniheldur løg, ið flyta seg millum sjálvsskoðan og ljósa orku — frá upplyftandi “Eg sigi ja” til dragandi og myrkt “Ein skuggi av mær.”   Á plátuni hoyrast báðir limirnir syngja og spæla, samstundis sum gestatónleikarar leggja dýpd og litir afturat teirra eyðkenda ljóði.  STEV er ikki einans ein tónlistarligt comeback, men eisini ein fagnaður av teirra skapandi felagsskapi.   Ein hugsandi, melodiøs og still, men djørv endurkoma".   Skotsmál: 9/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen 6/10 stjørnum: Ári Rouch Eyðfinn Jensen leggur til rættis .

  17. 34

    Kvørnin: Trý føroysk jólaløg

    Jólasangirnir, ið verða ummældir, eru: "Nú hoppa og skroppa allar nissur", Malan Eyðunsdóttir. Orð og lag: Mourits Mohr Joensen. "Kongur føddur er", Jórun Pólsdóttir og Lanterna. Orð og lag: Jórun Pólsdóttir. "Jól saman við tær", Dan Olsen. Orð og lag: Dan Olsen

  18. 33

    Kvørnin: "Íða", Frum

    "Íða" er fyrsta føroyska heildarútgávan við Frum. Jenný Augustudóttir Kragesteen, kvinnan handan Frum, hevur gjørt bæði orð og løg til teir 8 sangirnar á útgávuni.   "Íða" er eisini merkt av samstarvi við nakrar av fremstu røddunum í føroyska tónleikalívinum.   Umframt Jenný Augustudóttir Kragesteen syngja Lea Kampmann, Anna Sofía Skoradal (Gówa), Dania O. Tausen, Marianna Winther, Elinborg Pálsdóttir, Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Jasmin Mote (Jazzygold) og Hans Marius Ziska á hvør sínum lagi umframt upplestur við Beinir Bergsson. Tónleikurin er framleiddur í Akureyri og Bergen í samstarvi við Tord Stalheim N. Mortensen, Monika Engesteh, Linea Vissing, Sjur Folgerø og Nina Ugland. Í tíðindaskrivi sigur Frum, at við Íða heldur hon áfram at kanna markið millum tað elektroniska og organiska, millum myrkur og ljós.    Skotsmál: 8/10 stjørnum: Regin Toftegaard 8/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen Eyðfinn Jensen leggur til rættis

  19. 32

    Kvørnin: "Í ævir", Elinborg

    Ódnin og ljósið: "Krystalklár rødd stoypir føroyskt nordic noir í elektriskum myrkri", er yvirskriftin til ummælið hjá Regini Toftegaard. "Í ævir" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Elinborg. Á plátuni eru átta sangir á føroyskum máli og tvey ljóðførisløg, sum Elinborg Pálsdóttir hevur skrivað.   Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt tónleikin, og Eivør Pálsdóttir hevur útsett og framleitt songrøddirnar.  Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað sangirnar í Rúm44, og Robin Schmidt hevur frumbandað útgávuna í  24-96 Mastering.  Tónleikarar á plátuni, eru: Elinborg Pálsdóttir, Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Tróndur Bogason, Jens L. Thomsen, Jan Rúni Poulsen og Heðin Ziska Davidsen.    Skotsmál: 9/10 stjørnum: Regin Toftegaard 9/10 stjørnum: Ári Rouch Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  20. 31

    Kvørnin: "Ævir, amen", GØ

    Á plátuni "Ævir, amen" eru nýggju løg, sum Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Pauli Ellefsen hava skriva í hvør sínum lagi, og hóast talan er um ljóðføristónleik, eru flestu løgini politiskar ella mentannarligar viðmerkingar til støðuna í Føroyum.  Tónleikarar í GØ eru:  Ólavur Eyðunsson Gaard, elektriskan og akkustiskan guitar, syntheziser og røddir  Kristian Pauli Ellefsen, klaver og syntheziser  Árni Jóhannesson, bass  Hjørtur Pætursson Háberg, trummir og slagverk  Sjúrður Zachariassen, alt og tenor saxofon  Ólavur Eyðunsson Gaard og Per Ingvald Højgaard Petersen hava framleitt løgini, sum Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað.   Matt Colton hevur mastera / frumbandað "Ævir, amen".    Skotsmál:

  21. 30

    Kvørnin: "Livandi", Døgg Nónsgjógv

    Á plátuni "Livandi" eru 11 sangir á føroyskum máli, sum Døgg Nónsgjógv og Høgni Lisberg hava skrivað í felag.  Høgni Lisberg hevur lagt tónleikin til rættis, tikið upp, framleitt, ljóðblandað og frumblandað sangirnar í Studio við Gøtugjógv.  Tey, sum eru við á plátuni, eru:  Døgg Nónsgjógv, sang. Høgni Lisberg, trummir, slagljóðføri, bass, elektriskan og akkustiskan guitar, klaver, synthesizer og harmonium. Jan Rúni Poulsen, akkustiskan guitar, synthesizer, modular synth, trummir, slagljóðføri og vibraphone.  Johan Hentze, trompet og flugelhorn. Í tíðindaskrivið sigur Døgg, at útgávan, ið er ogna mammu hennara, er ein tulking av kærleikssøguni hjá foreldrunum – vegurin fram til kærleikan.   Skotsmál: 8/10 stjørnum: Regin Toftegaard 7/10 stjørnum: Ári Rouch   Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  22. 29

    Kvørnin: "Overnight Sensation", Jón Eliassen

    Á EP'ini "Overnight Sensation" eru 4 sangir á enskum máli, sum Jón Eliassen úr Leirvík hevur skrivað, útsett, spælt inn, tikið upp, framleitt og ljóðblandað. Í tíðindaskrivi verður sagt, at tónleikaslagið á útgávuni er fyri tað mesta pop tónleikur, við íblástri frá synth-pop, city-pop, electronica og jazz tónleiki.  Tekstirnir snúgva seg um einsemi, at trúgva upp seg sjálvan og at flýggja frá veruleikanum.  Páll Oddur Rubbeksen og Birgar Larsen eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  23. 28

    Kvørnin: "Unicorn", Ester Skála

    "Unicorn" er fyrsta LP útgávan við Ester Skála.   Ester hevur sjálv skriva tekstirnar og gjørt tey sjey løgini á útgávuni, sum Kristoffur Mørkøre hevur tikið upp, framleitt og ljóðblandað.  Í tíðindaskrivi verður boða frá, at innihaldið á plátuni er “søtt og pink”, og snýr seg um kenslur og lívsins viðurskifti, alt frá kærleika til hjartasorg, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi.  Plátufelagið Tutl hevur givið "Unicorn" út á LP plátu og á stroymitænastum.    Skotsmál: 9/10 stjørnum: Regin Toftegaard 7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen   Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  24. 27

    Kvørnin: "Spegil", Simona Paula

    "Spegil" er fyrsta heildarútgávan við 27 ára gomlu Simonu Paulu á Fríðriksmørk, sum í tónleikahøpi nevnir seg Simona Paula.  Á plátuni eru 9 sangir á føroyskum máli. Simona Paula hevur sjálv skriva tekstirnar og gjørt øll løgini á útgávuni, sum Harald Fonnsdal hevur lagt til rættis, tikið upp, framleitt og ljóðblandað. Tónleikarar á útgávuni eru:  Simona Paula á Fríðriksmørk. sang og guitar. Harald Fonsdal Johannesen, klaver, bass og trummir.  Ari Johannesen, guitar. Dania O Tausen, sang og kór. Maria Ljósá, kór. Andreas Tykjær Restorff. strúkarar. Plátufelagið Tutl hevur givið "Spegil" út á LP plátu, fløgu og á stroymitænastum.    Skotsmál: 6/10 stjørnum: Holgar Johannesen 6/10 stjørnum: Regin Toftegaard

  25. 26

    Kvørnin: "Tá hvørt ljós líkist tær", Benjamin Rajani

    "Tá hvørt ljós líkist tær" er fyrsta heildarútgávan við Benjamin Rajani. Hann hevur gjørt løgini og skriva tekstirnar til teir 12 sangirnar á føroyskum málið, sum eru eru á plátuni, ið er framleidd, tikin upp og ljóðblandað av Esben Svane, í The Arrangement í Keypmannahavn.  Tónleikarar á útgávuni eru:  Benjamin Rajani hevur akustiskan gittar og dobro  Esben Svane: gittar, banjo, bass, trummur, slagverk, ljómborð, autoharpa, melodika, klokkuspæl og mellotron  Birita Dam: Sangur  Asbjørn Larsen Kamban: Trompet, eufonium, flugelhorn og trombon  Maria Martine Jagd: Violin og bratsj  Ida Nørby: Sello  Linnéa Villén: Tvørfloyta   Skotsmál: 10/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen 8/10 stjørnum. Regin Toftegaard

  26. 25

    Kvørnin: "Nú æt eg eftir ánni", Silvurdrongur

    "Nú æt eg eftir ánni" er heiti á aðru heildarútgávuni við Silvurdrongi, hvørs kristna navn er Trygvi Danielsen.   Á plátuni eru 13 skeringar á føroyskum máli. Trygvi hevur skrivað allar tekstirnar og gjørt løgini saman við Eyðfinn B. Lamhauge, sum eisini hevur framleitt útgávuna við Trygva Danielsen sum co-framleiðara.  Plátan er ein ferð eftir ánni í plantasjuni við øllum merkiliga skapningunum, sum halda til har. Tónleikurin er fjølbroyttur og samantvinnar sjangrur í samansetingar, sum eru heilt serskiltar og egnar.  Skotsmál: 9/10 stjørnum: Ári Rouch 9/10 stjørnum: Birgar Larsen

  27. 24

    Kvørnin: “it”s been a while”, Jazzygold

    'it's Been a While' er heiti á fyrstu EP’ini við Jazzygold, ið er listanavnið hjá Jasmin Mote úr Vestmanna. Á plátuni eru 6 sangir á enskum máli, sum Jasmin Mote hevur skrivað og framleitt saman við Daniel Hedberg úr Svøríki, ið eisini hevur ljóðblandað og mastera útgávuna. Í tíðindaskrivi verður sagt, at 'it's been a while' er eitt savn við seks løgum, ið taka lurtaran við á eina inniliga ferð gjøgnum tema um samleika, mótstøðuføri og sjálvuppdagan. Útgávan fangar kjarnuna í søguni hjá jazzygold í ráum, inniligum tekstum og stemningsfullum ljóðmyndum. Frá sárbærum løtum til kraftmikla umfevnan av sjálvsvirði, avdúkar hvørt lag ein nýggjan kapittul í menningini hjá Jazzygold."   Skotsmál: 8/10 stjørnum: Malan Eyðunsdóttir 7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen Eyðfinn Jensen leggur til rættis

  28. 23

    Kvørnin: "Seinferð", Lea Kampmann

    Átta sangir eru á plátuni "Seinferð", sum er skriva, tikin upp og framleidd í samstarvi við Teit Lassen í gamla studentaskúlanum í Hoydølum. Tónleikarar á útgávuni eru:  Lea Kampmann, sang og guitar)  Teitur Lassen, piano, synth, lap steel guitar, ásláttur og ljóðrúmd Aske Frydenlund–Vad, guitar  Torleik Mortensen, bass  Daniel Rye, clarinet og bass clarinet Mette Termansen, obo Kern Westerberg, strúkarar Thea Jørgensen, strúkarar Martyna Kulpinska, strúkarar Lone Meinich, bratsch Skotsmál: 10/10: Birgar Larsen 9/10: Malan Eyðunsdóttir Eyðfinn Jensen er vertur.

  29. 22

    Kvørnin: "Tankameldur og blús søgur úr anti-hetju knokki"

    Skull-Sized Kingdom er heitið á aðru heildarútgávuni við Lyon Hansen. Ellivu sangir, sjey á enskum og fýra á føroyskum máli, eru á útgávuni, sum er tikin upp í Finnur Hansen studio í Havn. Lyon Hansen hevur skriva bæði orð og løg, og hevur eisini sjálvur staðið fyri framleiðslu og ljóðblanding. Tónleikin hevur hann lagt til rættis í felag við Kristian Paula Ellefsen og Karl Andrias Stóra. Tónleikarar á útgávuni eru: Lyon Hansen, sang og guitar Kristian Pauli Ellefsen, klaver Karl Andrias Stórá, bass Hjørtur P. Háberg, trummur Guðrið Hansdóttir, kór Skotsmál: 7/10 stjørnum: Ári Rouch 7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen

  30. 21

    Kvørnin: "Nætur níggju", Hamradun

    "Tann føroyski mentannararvurin í tungmálmshami" og "Hamrandi djúpt dun" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum. Á "Nætur níggju" eru níggju sangir, vísur og kvæði á føroyskum máli umframt ein donsk fólkavísa. Upptøkurnar eru gjørdar live í Bloch studio, og síðani eru uppfylgjandi upptøkur gjørdar í Finnur Hansen studio, í Enni Studio og í Debess studio. Uni Debess hevur framleitt útgávuna og ljóðblandað sangirnar í Debess studio á Tvøroyri, meðan Tony Lindgren hevur mastera útgávuna í Fascintaion Street Studio í Svøríki. Hamradun eru: Pól Arni Holm, sang og kór. Uni Debess, guitar og kór. John Åge Frost, guitar og kór. Heri Reynheim, bass. Finnur Hansen, Ljómborð, gittar, slagverk, harmoniku, floytu og kór. Rani Christiansen, trummur og slagverk. Malan Eyðunsdóttir og Birgar Larsen ummæla hesaferð í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  31. 20

    Kvørnin: Tónleikafestivalar í Føroyum

    Summarið er komið, og har við eisini háárstíðin fyri tónleikafestivalar og konsertdagar. Mongdin av afturvendandi, árligum tiltøkum er stór, og nýggj tiltøk leggjast afturat á hvørjum ári. Tað kann tykjast trupult at fáa eitt yvirlit yvir tey mongu tónleikatiltøkini, og tí fara vit í hesi sendingini at hyggja nærri eftir tónleikafestivalum og konsertdøgum, sum verða í Føroyum í summar. Prátað verður við: Kristian Blak, fyriskipara av Summartónum, ISCM World New Music Days og´Fólkatónleikarafestivalinum. Jóhan Petur á Stongum, stjóra í Countryfestivalinum. Høgna Lisberg, tónleikastjóra á G! festivalinum. Erik Biskupstøð, fyriskipara av Summarfestivalinum, og tónleikaummælara, Una Leitistein Hansen,. Eyðfinn Jensen leggur til rættis

  32. 19

    Kvørnin: "Meistarliga tulkaður sorgarleikur"

    Men Guðs hond er sterk, er heiti á 4. heildarútgávuni við bólkinum Hamferð. Átta løg við føroyskum tekstum eru á plátuni, sum er tikin upp og framleidd av Theodor Kapnas í Studio Bloch í Havn og givin út kring heimin í samstarvi við Amerikanska plátufelagið Metal Blade Records. Løgini hava limirnir í bólkinum gjørt í felag, meðan Jón Aldará, forsangari í Hamferð, hevur skrivað flest allar tekstirnar. Tónleikarar í Hamferð eru: Jón Aldará, sang. Theodor Kapnas, guitar. Eyðun í Geil Hvannastein, guitar. Jenus í Trøðini, bass. Esmar Joensen, keyboard og Remi Kofoed Johannesen, trummur.

  33. 18

    Kvørnin: "State of the Land", Lena Anderssen

    "State of the Land" er. heitið á 6. solo-plátuni við Lenu Anderssen. Ellivu sangir eru á útgávuni, sum er tikin upp av Geoff Emerick sála í LAFX, í Norður Hollywood, USA, og í Studio 57 í Hoyvík, heima hjá Lenu og Niclas. Strúkararnir eru tiknir upp í FAME upptøkuhølunum í Makedónia. Elin Brimheim Heinesen og Malan Eyðunsdóttir eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  34. 17

    Kvørnin: "Tíð", Deiggj

    "Tíð" er heiti á aðru heildarútgávuni við tónleikabólkinum Deiggj, sum varð stovnaður í Suðuroy í 1981. 9 sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum er tikin upp í Studio Bloch, í Bunkaranum, Bakkastudio og í Deiggj studio, sum er í venjingarhølinum hjá bólkinum í Havn. Framleitt og lagt til rættis hava limirnir í Deiggj saman við Benjamin Petersen og Vinjard Egilsnes Petersen, sum eisini hava staðið fyri flestu upptøkunum. Benjamin Petersen hevur ljóðblandað sangirnar og Daniel Bacigalupi hevur masterað plátuna.

  35. 16

    Kvørnin um FMA 2024

    Leygarkvøldið tann 9. mars verður føroyskur tónleikur fagnaður og heiðraður við bæði framførslum, innsløgum og virðislønum á Faroese Music Awards 2024, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum og víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF. Í hesi sending hoyra vit upptøkur frá tíðindafundinum umframt samrøður við Marionnu Winther Nagata samskipara av FMA, Dánjal á Neystabø formann í Tónleikasambandi Føroya, Gabriel Apetrey kassameistara hjá TSF og við limirnir í bólkinum Adrenaline, sum er tilnevndur í flokkinum Ársins spírið. Tónleikurin í sendingini er eisini á onkran hátt tilnevndur á FMA 2024. Eyðfinn Jensen hevur tikið upp og lagt sendingina til rættis.

  36. 15

    Kvørnin: Adrenaline, "Sig mær okkurt skeivt"

    Sjey sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum teir fýra limirnir í bólkinum hava skriva í felag við Hans Edward Andreasen, sum eisini hevur tikið upp, framleitt, ljóðblandað og masterað fløguna í Dávavirkinum í Klaksvík.  Tónleikarar í Adrenaline eru: Jónas Jacobsen, sang og guitar. Tórður Sóleyarson, sang og guitar. Niclas Elttør Høgnesen, bass og Høgni Sørensen, trummir.  Harumframt spælir Hans Edward Andreasen klaver og synthezeiser á útgávuni. Ingmar Mikkelsen og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.   Skotsmál: 7/10 stjørnum: Ingmar Mikkelsen 7/10 stjørnum: Birgar Larsen 8/10 stjørnum: Eyðfinn Jensen

  37. 14

    Kvørnin: Beinir, Xperiment og Janus Wiberg

    Rannvá Helenudóttir og Hergeir Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  38. 13

    Kvørnin: SAKARIS, Lea Kampmann og DJ Fretsting.

    Malan Eyðunsdóttir og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  39. 12

    Kvørnin: "ja/nei - og restin av vikuni", Dania O. Tausen

    Skotsmál:  10/10 stjørnum: Elin Brimheim Heinesen 09/10 stjørnum: Hans Pauli Tórgarð 09/10 stjørnum: Guðrun Sólja Jacobsen "ja/nei - og restin av vikuni" er heitið á aðru heildarútgávuni við 25 ára gomlu tvørlistakvinnuni Daniu O Tausen.  13 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum er skrivað, tikin upp og framleidd í tøttum samstarvi við Benjamin Djurhuus og Ragnar Finsson.  Dania hevur skrivað flest allar tekstirnar sjálv. Ein er skrivaður saman við Ragnari Finsson og ein saman við Benjamin Petersen. Poul Johan Djurhuus eigur eisini eina yrking á plátuni.  Løgini eru fyri tað mesta gjørd saman við Ragnari Finsson og Benjamin Djurhuus.  Dania hevur gjørt trý løg sjálv og eitt saman við bassleikaranum Arnold Ludvig.  Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað og Finnur Hansen masterað plátuna, sum plátufelagið Tutl gevur út. Guðrun Sólja Jacobsen, Hans Pauli Tórgarð og Elin Brimheim Heinesen eru ummælarar í sendingini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.

  40. 11

    Kvørnin: Lena Anderssen, Lív & Tróndur og Lyon Hansen

    Malan Eyðunsdóttir, Birgar Larsen og Ólavur Jóannesarson Hansen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  41. 10

    Kvørnin: "Vendir vindar", Einangran

    Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum hava skrivað allar sangirnar í felag, burtursæð frá seinastu skeringini, "Vónin er", ið Lea hevur gjørt saman við mammu síni, Sissal Kampmann. Samstarvið millum Leu og Heiðrik upprann av tilvild í mars 2020, tá tey bæði, sum hvør sær eru solistar, sangarar og sangskrivarar, sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðir, meðan koronasóttin herjaði. Heldur enn at fella í fátt, avgjørdu tey at brúka tíðina til at skapa tónleik. Millum annað settu tey sær fyri at framføra eitt lag hvørt kvøld klokkan 18, sum tey stroymdu beinleiðis á Instagram og Facebook. Umframt at spæla koronakonsertir skrivaðu tey eisini nýggj, føroysk løg saman, og var hetta fyrstu ferð, at nakar av teimum skrivaði sangtekstir á føroyskum máli. Lea og Heiðrikkur settu seg síðan í samband framleiðararnar, Janus Rasmussen og Sakaris Joensen, sum báðir vóru búsitandi í Íslandi. Samstarvið gekk fyri seg yvir netið, og í november 2020 varð fyrsta EP'in hjá Leu og Heiðrikki, undir navninum "Einangran", givin út. Einangran merkir isolatión ella avbyrging á føroyskum. Síðani fyrstu EP'in við 4 sangum, hevur Einangran givið út 5 stakløg, og nú, trý ár seinni, eisini fyrstu heildarútgávu sína, "Vendir vindar". Ummælarar eru Ári Rouch og Hergeir Eldevig. Vertur er Eyðfinn Jensen. Skotsmál: 8/10 stjørnum: Ári Rouch 8/10 stjørnum: Hergeir Eldevig

  42. 9

    Kvørnin: "Óhugnaliga dapurt og ótrúliga vakurt"

    Skotsmál:  10/10 stjørnum: Birgar Larsen  10/10 stjørnum: Guðrun Sólja Jacobsen 08/10 stjørnum: Ólavur Jóannesarson Hansen Á plátuni "Tøgn" eru níggju føroysk løg við tekstum, ið nerta við evni sum, tøgn, misnýtslu, angist, longsul og kærleika. Jógvan Joensen hevur skrivað bæði orð og løg og lagt tónleikin til rættis saman við Tróndi Bogasyni, sum eisini hevur framleitt útgávuna. Upptøkurnar hava Tróndur Bogason, Jónas Bloch Danielsen og David Elberling staðið fyri. David Elberlig hevur harumframt ljóðblandað og masterað plátuna, sum plátufelagið Tutl gevur út. Í tíðindaskrivi verður sagt, at tónleikurin trívur í føroyska siðvenju, m.a. við stevi og kvæða kendum løgum, men eisini við tilsipingum til nýggjari, fólkslig rák, sum hava verið partur av føroyska tónleikaumhvørvinum í nógv áratíggju. Alt er sett inn í ein nýggjan tónlistarligan ham, har akkustisk ljóðføri, kirkjuorgul og gospel kór ganga hond í hond við brúsandi havi, larmandi maskinum og atmosferiskum syntheseizarum. Vertur er Eyðfinn Jensen.

  43. 8

    Kvørnin: "Leysir endar", Annika Hoydal

    Innihaldið er fjølbroytt gamalt, nýtt føroyskt og nakað úr útheiminum. Talan er bæði um egin løg, føroysk løg og útlendsk tøkuløg, umframt nøkur siðbundin løg. Plátan er tikin upp í Studio 43, sum er í gamla Sanatoriibygningurin í Hoydølum. Tónleikin hava Kim Hansen, Benjamin Petersen, Torleik Mortensen og Annika Hoydal lagt til rættis í felag. Torleik Mortensen hevur staðið fyri framleiðsluni, meðan Benjamin Petersen hevur ljóðblandað sangirnar. Ummælarar eru Hans Pauli Tórgarð, Elin Brimheim Heinesen og Ári Rouch. Vertur er Eyðfinn Jensen. Skotsmál: 9/10 stjørnum: Hans Pauli Tórgarð 8/10 stjørnum: Elin Brimheim Heinesen 7/10 stjørnum: Ári Rouch

  44. 7

    Kvørnin: Beinir, Tamara og Alias Morera

    Birgar Larsen og Hergeir Eldevig eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  45. 6

    Kvørnin: 3 føroysk stakløg

    Ummælarar eru Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch. Eyðfinn Jensen er vertur.

  46. 5

    Kvørnin: "Døgurðaslang", Aggrasoppar

    Á Døgurðaslang eru 8 løg við føroyskum tekstum, yrkingum og orðaspølum, sum tey trý listafólkini, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen og Eyðfinn Bogason Lamhauge, ið mannað bólkin, hava skrivað og bera framm hvør sær antin sum upplestur, rapp ella sang. Tónleikin hevur Eyðfinn Bogason Lamhauge við stórum hugflogi framleitt og lagt til rættis. Við nútímans rúttmum, samplingum og effektum hevur hann skapað ein serstakan ljóð heim, ið líkist burtur frá øðrum føroyskum tónleiki. Ummælarar eru Sunnuva Bæk, Ári Rouch og Ólavur Jóannesarson Hansen. Eyðfinn Jensen er vertur. Skotsmál: 8/10 stjørnum: Sunnuva Bæk 7/10 stjørnum: Ári Rouch 6/10 stjørnum: Ólavur J. Hansen

  47. 4

    Kvørnin: Trý føroysk stakløg

    Stakløgini, ið verða ummæld, eru: Fyrrverandi kongur - Ronnie Korsager Davidsen Her luktar brent - Kongur Void Of My Soul - Páll Brim

  48. 3

    Kvørnin: "Gult myrkur" við Guðrið Hansdóttir

    "Gult myrkur" er heiti á 6. solo-útgávuni við Guðrið Hansdóttir. Guðrið hevur sjálv gjørt øll løgini á útgávuni, burtursæð frá tøkulagnum "Appelsin", meðan Lív Maria Róadóttir Jæger, hevur skrivað allar tekstirnar. Níggju sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum er tikin upp av Theodor Kapnas í Studio Bloch í Havn. Harumframt hava Janus Rasmussen, Sakaris Emil Joensen og Tom Hannay tikið upp í í E7 studio í Reykjavík, og Mikael Blak saman við Benjamin Petersen í Studio Bunkarin í Havn Tónleikin hava Guðrið Hansdóttir, Mikael Blak og Janus Rasmussen lagt til rættis. Tróndur Bogason gjørdi streingja- og kórútsetingar, og fleiri gestasangarar og tónleikarar eru við á útgávuni, so sum Fróði Hansen, Bjarki Hansen, Eivør Pálsdóttir, Hans Marius Ziska, Greta Svabo Bech, KATA, Tom Hanney, Mikael Blak, Janus Rasmussen, Sakaris Emil Joensen, Matthias Kapnas, Benjamin Petersen, Sigrún Hardardóttir, Sigrún Kristbjørg Jónsdóttir, Karl James Pestka, Unnur Jónsdóttir og Guðrið Hansdóttir Framleiðsluni hava Mikael Blak, Janus Rasmussen, Sakaris Emil Joensen, Theodor Kapnas og Tom Hannay staðið fyri.

  49. 2

    Kvørnin ummælir trý stakløg

    Sangirnir, ið verða ummældir eru: Cruise Control - Jónas Gaard Prátið uttan orð - Sigrið Døgg Blah blah blah - Reiley

  50. 1

    Kvørnin: Sangsmiðir hittast 3:3

    Lagt var upp til eitt forvitnisligt og óformelt hugnakvøld fyri sangskrivarar, tónleikarar og áhugaði sum heild, har fimm sangskrivarar - heiðamaðurin Beinir Troest, glyvramaðurin Niclas Johannesen saman við Lenu Anderssen, søldfirðingurin Marius Ziska, og skálamaðurin Hans Jacob Kollslíð - hittust fyri at práta og hugleiða um tað at skriva sangir og tekstir. Urd Johannesen var orðstýrari og Steingrund Akkustik stóð fyri ljóðinum í Skótahúsinum. Eyðfinn Jensen tók tiltakið upp og setti sendingarnar saman.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut.Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Kvørnin have?

Kvørnin currently has 50 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Kvørnin about?

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru...

How often does Kvørnin release new episodes?

Kvørnin has 50 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Kvørnin?

You can listen to Kvørnin on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Kvørnin?

Kvørnin is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!