Kvørnin: "Vendir vindar", Einangran episode artwork

EPISODE · Oct 19, 2023 · 52 MIN

Kvørnin: "Vendir vindar", Einangran

from Kvørnin · host Kringvarp Føroya

Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum hava skrivað allar sangirnar í felag, burtursæð frá seinastu skeringini, "Vónin er", ið Lea hevur gjørt saman við mammu síni, Sissal Kampmann. Samstarvið millum Leu og Heiðrik upprann av tilvild í mars 2020, tá tey bæði, sum hvør sær eru solistar, sangarar og sangskrivarar, sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðir, meðan koronasóttin herjaði. Heldur enn at fella í fátt, avgjørdu tey at brúka tíðina til at skapa tónleik. Millum annað settu tey sær fyri at framføra eitt lag hvørt kvøld klokkan 18, sum tey stroymdu beinleiðis á Instagram og Facebook. Umframt at spæla koronakonsertir skrivaðu tey eisini nýggj, føroysk løg saman, og var hetta fyrstu ferð, at nakar av teimum skrivaði sangtekstir á føroyskum máli. Lea og Heiðrikkur settu seg síðan í samband framleiðararnar, Janus Rasmussen og Sakaris Joensen, sum báðir vóru búsitandi í Íslandi. Samstarvið gekk fyri seg yvir netið, og í november 2020 varð fyrsta EP'in hjá Leu og Heiðrikki, undir navninum "Einangran", givin út. Einangran merkir isolatión ella avbyrging á føroyskum. Síðani fyrstu EP'in við 4 sangum, hevur Einangran givið út 5 stakløg, og nú, trý ár seinni, eisini fyrstu heildarútgávu sína, "Vendir vindar". Ummælarar eru Ári Rouch og Hergeir Eldevig. Vertur er Eyðfinn Jensen. Skotsmál: 8/10 stjørnum: Ári Rouch 8/10 stjørnum: Hergeir Eldevig

NOW PLAYING

Kvørnin: "Vendir vindar", Einangran

0:00 52:47

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Kvørnin?

This episode is 52 minutes long.

When was this Kvørnin episode published?

This episode was published on October 19, 2023.

What is this episode about?

Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum hava skrivað allar sangirnar í felag, burtursæð frá seinastu skeringini, "Vónin er", ið Lea hevur gjørt saman við mammu síni, Sissal Kampmann. Samstarvið millum Leu og Heiðrik upprann av tilvild í mars 2020, tá...

Can I download this Kvørnin episode?

Yes, you can download this episode by clicking the download button on the episode player, or subscribe to the podcast in your preferred podcast app for automatic downloads.
URL copied to clipboard!