Skip to content
Ljóðslóð um læknastríðið episode artwork

EPISODE · May 18, 2022 · 17 MIN

Ljóðslóð um læknastríðið

from Nón · host Kringvarp Føroya

Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá hava ment nýggja sonevnda ljóðslóð, ið varpar ljós á læknastríðið. Ljóðslóðin er eitt ferðavinnutilboð, ið samantvinnar frásagnir og slóðir, ið til ber at ganga ella koyra runt um í Klaksvík. Ljóðslóðin er ment við stuðli frá Norðoya Kunningarstovu, Klaksvíkar Kommunu og Visit Faroe Islands, og er serliga ætlað ferðafólki, men eisini føroyingum. Í fyrstu syftu verður ljóðslóðin royndarkoyrt ókeypis á føroyskum. - Vit halda, sum heild, at tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík, tí fóru vit undir ljóðslóðina. Læknastríðið er ein óvanlig, spennandi og áhugaverd søga, sum nemur við fleiri stór, almen samfelagslig evnir. Tí er søgan áhugaverd bæði fyri føroyingar og útlendingar at hoyra, halda stigtakararnar. Hetta er eisini ein roynd at líta aftur á okkara egnu søgu fyri at skilja samtíðina í dag, siga tey. Frásagnirnar eru bygdar á eina rúgvu av keldum um læknastríðið. Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá eru varug við, at læknastríðið er eitt viðkvæmt evni. Tað hava tey tikið hædd fyri við millum annað at granska evnið væl, og lagt dent á at frásagnirnar eru fjølbroyttar, reflekterandi og umboða ymisk sjónarhorn. Lurtið eftir samrøðuni við Jóhannu Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá sum greiða frá nýggju ljóðslóðini.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published May 18, 2022

Embed this episode

Ready to play

Ljóðslóð um læknastríðið

0:00 17:55

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Nón?

This episode is 17 minutes long.

When was this Nón episode published?

This episode was published on May 18, 2022.

Can I download this Nón episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!