«Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki» episode artwork

EPISODE · Mar 1, 2024 · 35 MIN

«Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki»

from Skrivað stendur · host Kringvarp Føroya

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.   Skrivað stendur, Siðrið Stenberg, Tummas í Garði, 16:9 Frítekst tagging: Skrivað stendurSiðrið StenbergTummas í GarðiBjarni Árting Rubeksenbr Gestir í sendingini eru Tummas í Garði, narkosulækni, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.    Teksturin til triðja sunnudag í føstu, stendur í evangeliinum eftir Jóhannus, kap. 9, ørindini 42 - 51.  v42: Jesus segði við teir: «Var Guð faðir tykkara, tá elskaðu tit meg; tí at frá Guði eri eg gingin út og komin; tí at heldur ikki eri eg komin av mær sjálvum, men hann hevur sent meg.  v43: Hví skilja tit ikki talu mína? Tí at tit tola ikki at hoyra orð mítt.  v44: Tit hava djevulin til faðirs, og tað, sum faðir tykkara lystir, vilja tit gera. Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini.  v45: Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki.  v46: Hvør tykkara kann siga meg sekan í nakrari synd? Tali eg sannleikan, hví trúgva tit mær ikki?  v47: Tann, sum er av Guði, hoyrir Guðs orð; tit hoyra ikki, tess vegna at tit eru ikki av Guði.»  v48: Jødarnir svaraðu og søgdu við hann: «Er tað ikki rætt, sum vit siga, at tú ert ein Sámáriubúgvi og at illur andi er í tær?»  v49: Jesus svaraði: «Ikki er nakar illur andi í mær, men eg æri faðir mín, og tit vanæra meg.  v50: Men eg søki ikki æru mína; tann er, sum søkir hana og dømir. ?  v51: Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og allar ævir ikki síggja deyðan.»   Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: [email protected]

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Mar 1, 2024

Embed this episode

Ready to play

«Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki»

0:00 35:17

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Tey stóru orðini Kringvarp Føroya SavnssendingTheodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð. Trina á Sandi – tað navnið skal minnast Kringvarp Føroya Dokumentarisk ljóðmynd í tveimum pørtum um Kathrinu Winter Jacobsen alias Trina á Sandi alias Grandma Jacobsen, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis. Filosoffarnir Kringvarp Føroya Savnssending Filosoffarnir er ein sending, har Armgarð Arge tosar við Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki. Hvør sending viðgerð ein heimsspeking og tað, sum hann hevur hugsað, gjørt og skrivað. Evnini eru ymisk. Hvat er menniskja? Hvør er Guð? Hvørji eru vit, hvaðani koma vit, og hvar fara vit? Hvat kunnu vit fata, og hvat kunnu vit sansa? Og um fólkaræði, kapitalismu og kommunismu. In mente Kringvarp Føroya Savnssending Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál. Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum. Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari. Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað. Teldupostbústaðurin er [email protected]. Vertur er Gunnar Nolsøe.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Skrivað stendur?

This episode is 35 minutes long.

When was this Skrivað stendur episode published?

This episode was published on March 1, 2024.

Can I download this Skrivað stendur episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!