Nón 25. mai 2022
from Nón Hosted by Kringvarp Føroya
Kórið Tarira fyllir 20 ár, og í kvøld verður hetta hátíðarhildið við konsert í Auluni í Finsen - júst sama stað, sum kórið hevði sína fyrstu konsert. Vit hitta kórleiðaran Sunleif Rasmussen og nevndarforkvinnu og sangarinnu Píl Reinert. Næstu dagarnar verða samkirkjudagar í Føroyum. Dagarnir varpa ljós á kristindómin í landinum, siga fyrireikaranir. Vit tosa við Jógvan Fríðrikson, bisp, og Marjuna í Kálvalíð, um tiltakið, støðuna hjá kirkjuni og kristindóm í Føroyum. Hoyr alla sendingina her.
Embed this episode
No transcript yet.