EPISODE · May 7, 2014 · 1H 29M
»Óttin stýrir lívi mínum«
from Kyn og kenslur · host Kringvarp Føroya
Óttin avmarkar hann meira og meira, og hóast hann ikki væntar, at fólkini handan Kyn og kenslur kunnu hjálpa sær, biður hann um hjálp. Ein kvinna biður eisini um hjálp. Eisini hennara dagur er avmarkaður, og verður bara verri og verri. Hjá henni er tað sorgblýdni og tunglyndi, sum tyngir. Hon er nærum aldrin glað, men kennir seg kedda og einsamalla. Hetta hóast hon hevur sjeik og børn. Fyri nøkrum vikum síðan svaraði Bjørghild brævi frá manni, sum var sera vónbrotin av, at daman nú hevði blakað hann á dyr. Hetta hóast tey hava tvey lítil børn saman. Bjørghild svaraði so væl hon kundi, men segði eisini, at vit máttu vita meira um mannin og teirra parlag, fyri at kunna geva meira nágreiniligt svar. Tá ið sendingin var liðug, skrivaði sami maður aftur, og tað brævið havi vit við í hesi sendingini. Tær, ið svara hesum trimum brøvum eru, Ann Dahl Hansen, prestur, og Turið Horn, parráðgevi.
Embed this episode
NOW PLAYING
»Óttin stýrir lívi mínum«
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.