Skip to content
Kyn og kenslur podcast artwork

PODCAST · news

Kyn og kenslur

by Kringvarp Føroya

Savnssending Vit eru meira eins enn vit halda, og okkara trupulleikar og avbjóðingar í privatlívinum líkjast eisini meira enn vit møguliga geva okkum far um. At fáa hetta fram, er eitt av endamálunum við sendingini Kyn og kenslur. Kyn og kenslur varð send beinleiðis í útvarpinum mikukvøld veturin 2013/2014. Ein serfrøðingur situr í útvarpsstovuni, og svarar spurningum frá tykkum lurtarum. Serfrøðingarnir eru: - Turið Horn, parráðgevi, psykoterapeutur og námsfrøðingur- Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur- Jógvan Zachariassen, guðfrøðingur- Ann Dahl Hansen, prestur- Súsanna Skaale, sálarfrøðingur- Heidi Zachariassen, ljósmóðir Kyn og kenslur á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Sep 4, 2025 · Source feed

Episodes

  1. »Hann hevur onki álit á mær«

    Hóast tey illani kunnu fara út saman, uttan at alt endar í klandri og ósemju, er hetta maðurin, hon elskar og vil verða saman við. Turið Horn og Jógvan Zachariassen sita í útvarpsstovuni, til síðstu Kyn og kenslur sendingina á hesum sinni.

  2. »Var hjúnaskilnaðurin røtt avgerð?«

    Aftan á sera trupult og hart tíðarskeið, kennir kvinnan seg at vera á rættari kós, tó so tykist hon eisini vera í íva í, um hetta nú var rætta avgerðin, hon tók, tá hon fór frá manninum, sum hon hevur trý børn saman við. Hon spyr: "Hvat er eitt sunt familjumynstur fyri okkum?" Turið Horn og…

    more
  3. »Óttin stýrir lívi mínum«

    Óttin avmarkar hann meira og meira, og hóast hann ikki væntar, at fólkini handan Kyn og kenslur kunnu hjálpa sær, biður hann um hjálp. Ein kvinna biður eisini um hjálp. Eisini hennara dagur er avmarkaður, og verður bara verri og verri. Hjá henni er tað sorgblýdni og tunglyndi, sum tyngir. Hon er...

  4. Maðurin velur ítróttin fram um konu og børn

    Er kvinnan bara eitt grenj, ið hevur tørv á at hava okkurt fríðtíðarítrív sjálv? Ella eigur maður hennara at verða meira heima hjá børnum, konu og húsi? Turið Horn, parráðgevi, svarar hesi kvinnu. Eisini havi vit fingið eitt bræv frá eini kvinnu, sum tendrar upp á aðrar kvinnur, og hevur verið...

  5. »Eg vamlist av mær sjálvum«

    Eitt annað bræv er frá kvinnu, ið er troytt av keðiliga lívinum samanv ið manninum. Skal og kann hon gera okkurt? Ella skal hon fara frá honum, og finna ein annan? Triðja brævið er frá kvinnu, sum júst er skild frá manninum. Tey hava trupult við at verða samd um, hvussu nógv børnini skulu búgva…

    more
  6. »Eg vil hava damuna og børnini aftur«

    Maðurin hevur vaskað, ruddað og gjørt nógv annað húsligt arbeiði, tó so, so er daman farin frá honum, og sigur at tað aldrin verða tey aftur. Hetta er torført at góðtaka, tá ein bert vil hava sína familju aftur, og vera so nógv saman við børnum sínum, sum til ber. Bjørghild Djurhuus svarar hesum...

  7. Missa kvinnur hugin til kynslív í skiftisárunum?

    Kvinnurnar skriva bræv til Kyn & Kenslur og spyrja, hvussu tær fáa gongd á tað kynsliga aftur, og um tað hjálpir nakað, at fara til lækna. Ein maður í 40´unum skrivar, at kona hansara ikki hevur eins stóran hug til sex, sum hon hevði áður, og tí vil hann vita, um hon man vera komin í…

    more
  8. »Eg haldi eg eri nymfoman«

    Ein onnur kvinna umhugsar, at gera sær bróstini størri. Man hetta vera síðsti brikkurin, sum fær hennara lív at verða fulkomið? Eftir at hava hugna sær saman í nakrar mánaðir, hevur elskarinnan gjørt tað liðugt. Hon hevur ikki kenslur fyri honum, men vildi bara hava sex. Eftir stendur hann...

  9. »Neyðtøkan nívir meg nógv«

    "Eg fái sálarliga og likamliga pínu, tá ið eg og maðurin eru í song saman. Hvat kann eg gera? Kann eg fáa sálarliga hjálp? Heilsan ein neyðtikin kvinna, sum vil úr síni neyð." Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur, svarar hesum brævi, umframt hinum trimum brøvunum, sum eisini eru við í hesi sending.…

    more
  10. »Døturnar oyðileggja hjúnabandið«

    Tað er farið so langt, at kvinnan er flutt frá manninum. Hetta vegna klandur og stríð mullum hana og døturnar hjá nýggja manninum. Hon spyr, hvat hon kann gera, tí hon elskar mann sín, og vil gerast gomul saman við honum. Hetta er eitt av fýra brøvum, sum eru við í sendingini hesa ferð. Tað er...

  11. »Havi í longri tíð umhugsað at tikið lívið av mær«

    Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur, er í útvarpsstovuni og svarar hesum manni. Eisini hevur ein kvinna skrivað til Kathrinu. Hon er meira og meira bangin fyri vreiðini hjá manninum, sum hevur sligið son teirra, og mangan hevur givið henni blá merki. Brøvini liggja á Facebook-síðuni hjá Kyn og...

  12. Sjeikurin er pornomisnýtari

    "Hann hevur sjálvur sagt við meg, at hann er pornomisnýtari." Soleiðis skrivar ein kvinna, í brævi sínum til sendingina. Hon vil vita, um hann elskar hana, hóast sína misnýtslu. Ein onnur kvinna skrivar inn, tí hon er stúrin um børnini. Hetta eftir at pápin at børnunum rendi tey á dyr, og síðani...

  13. Onki sex og ongar pengar!

    Kvinnan hevur verið gift við manni sínum í 20 ár. Hóast hesi mongu ár saman, so vil maðurin ikki, at konan tekur pening úr hansara konto - ei heldur til rokningar tá hann er til skips. Afturat hesum hevur maðurin aldrin havt hug til sex. Ein maður spyr hvussu hann kann fáa sína konu oftari at…

    more
  14. Eru menninir ótrúgvir á netinum?

    Tvey av teimum trimum brøvunum í sendingini eru frá kvinnum, sum eru keddar um, at teirra menn sita við telduna dag og nátt. Tær hava sæð teir skriva til aðrar kvinnur. Tann eini maðurin hevur eisini sent hálvnaknar myndir av sær sjálvum til eina kvinnu. Hann skrivar eisini til hana, at hann…

    more
  15. »Maður mín orkar meg ikki longur«

    Ein onnur kvinna spyr, um hon er kensluleys, meðan ein triðja er sera troytt av, at maðurin ikki hevur álit á henni longur, aftaná at hon var ótrúgv fyri fleiri árum síðani. Turið Horn, parráðgevi, svarar brøvunum frá lurtarunum.

  16. »Sorgin er verri um jólini«

    Kvinnan kennir onga lívsgleði, og hevur ikki gjørt tað í 12 ár. Um jólini er sorgin enn tyngri. Hon heldur eisini, at sjeikurin og vinkonur eru troytt av hennara sorg og tunglyndi. Ann Dahl Hansen, prestur, svarar hesi kvinnu. Turið Horn, parráðgevi, svarar manni, sum skrivar, at "alt tykist at...

  17. Dustsúgving er eisini forspæl!

    Jógvan Zachariassen sigur: "Langt forspæl leiðir til gott sex. Gott sex tekur tíð og tol. Vit fáa mest burturúr sex, tá ið vit hita upp við forspæli. Forspæl er eisini, tá ið maðurin dustsýgur. So um maður tín gongur runt við dustsúgvara í hond, so veist tú, hvar klokkan er sligin. Hann skal tó...

  18. "Onki sex í 20 ár - tí eri eg ótrúgv"

    Eisini svara tey manni, sum spyr hví eitt heilt arbeiðspláss er eftir honum, bert tí hann gjørdi tað rætta: segði sannleikan. Ein kvinna veit ikki hvussu hon skal koma víðari, og bjarga parlagnum, eftir at maðurin hevur verið ótrúgvur.

  19. Kvinna blakað á dyr

    Soleiðis skrivar ein kvinna í 40´unum í sínum brævi. Víðari skrivar hon, at hon onki álit hevur á honum tá hann drekkur, at hann flirtrar við hennara vinkonu, og at hann vil deila hana við aðrar menn. Kvinnan hevur ongan spurning til serfrøðingin. Tó so fær hon eitt svar, umframt eina rúgvu av...

  20. Hann heldur áfram at drekka

    Soleiðis skrivar ein kvinna í sínum brævi. Ein onnur kvinna spyr hvat missrøkt kann gera við børn, og um ein brotin persónur kann gerast heilur aftur. Ein triðja kvinna veit ikki hvussu hon skal vera við fostursoninum, tí hann er so illur inná hana og pápan. Hetta, tí mamma hansara "fyllur hann…

    more
  21. Sjeikurin fær kropsmýking við »happy ending«

    Um tað er ótrúskapur, ella ikki, tað fara Ann Dahl Hansen, prestur, og Turið Horn, psykoterapeutur og parráðgevi, at siga sína hugsan um. Eisini hevur ein onnur kvinna skrivað okkum bræv, har evnið aftur er ótrúskapur. Í hennara føri, er hon ótrúgv móti manni sínum, og maðurin, hon er ótrúgv við,...

  22. Tosa bara!

    Henda kvinna hevur skrivað bræv til sendingina, tí hon vil hvussu hon fær mannin at raðfesta Facebook lægri, og teirra hjúnarband hægri. Ein maður í 50´unum vil vita, hvussu kona hansara fær kynsligan hug aftur, tí í gomlum døgum var onki óført. Og so er tað ein kvinna, sum aftaná 20 ár í...

  23. "Eg eri í kreppu og eri byrjaður at drekka meira"

    Ein annar maður spyr um øvund í parlagi. Um vit eiga at vera øvundsjúk, inná okkara maka, og hvat hann skal gera, nú hansara kvinna er so øvundsjúk. Súsanna Skaale, sálarfrøðingur kemur at svara hesum brøvum. Eisini greiðir Súsanna frá ósjónligum og sálarligum harðskapi, umframt at hon eisini...

  24. Illur og einsamallur pápi

    "Nú vit endiliga hava fingið okkara barn, so er onki sum eg helt tað fór at verða." Soleiðis sigur ein keddur, einsamallur og illur pápi um sítt parlag, aftaná tey hava fingið eitt barn. Fleiri ára royndir og kanningar góvu teimum endiliga teirra dreymabarn, men ta stríðið førdi eitt nýtt stríð…

    more
  25. Maður mín hevur ikki hug

    Fýra ymiskar kvinnur hava skrivað okkum brøv. Og evnini eru sera ymisk. Væntandi hugur er evnið í tí eina, slatur og ótrúðskapur er evnið í einum øðrum, vreiði og ónøgdsemi í tí triðja og opið hjúnarband er evnið í tí fjóðra brævinum. Lurtarar hava sína greiðu hugsan um fleiri av brøvunum, sum…

    more
  26. Fartelefon fram um familjuna

    Tvey fólk hava skrivað brøv til sálarfrøðingin um júst sama evnið. Hetta at fartelefonin tekur alt ov nógva tið frá okkara nærmastu. Ein mamma spyr um børn og seksualitet, meðan ein onnur mamma spyr, hvussu hon og eksmaðurin eiga at deila børnini, nú tey eru farin frá hvørjum øðrum. Kathrina L....

  27. Maðurin hevur funnið yngri kvinnu

    Soleiðis ljóðar eitt av brøvunum, sum prestur Ann Dahl Hansen og pastor Jógvan Zachariassen svara upp á.

  28. »Menn skulu tømast annan hvønn dag«

    Ein kvinna skrivar í sínum brævi, at hon hevur heitar tankar um aðrar menn, og saknar at uppliva ævintýr og rúsandi kenslur. Meðan ein onnur hevur hoyrt, at maðurin er henni ótrúgvur. Hetta eru nøkur av brøvunum, sum parráðgevi Turið Horn, svarar upp á. Meira um sendingina er at finna her: Kyn og...

  29. Maðurin fer til sjós - elskarin flytur inn

    Í fyrstu sendingini »Kyn og kenslur« tosaðu Turið Horn, Ann Dahl Hansen og Jógvan Zachariassen - ið eru við í kjakpanelinum hjá sendingini - um eina kvinnu, ið letur elskaran flyta inn, so skjótt maðurin hjá kvinnuni fer til sjós. Sí eisini Parráðgevi: Tí eru vit ótrúgv - Familjan hevur heilt…

    more

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Savnssending Vit eru meira eins enn vit halda, og okkara trupulleikar og avbjóðingar í privatlívinum líkjast eisini meira enn vit møguliga geva okkum far um. At fáa hetta fram, er eitt av endamálunum við sendingini Kyn og kenslur. Kyn og kenslur varð send beinleiðis í útvarpinum mikukvøld veturin 2013/2014. Ein serfrøðingur situr í útvarpsstovuni, og svarar spurningum frá tykkum lurtarum. Serfrøðingarnir eru: - Turið Horn, parráðgevi, psykoterapeutur og námsfrøðingur- Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur- Jógvan Zachariassen, guðfrøðingur- Ann Dahl Hansen, prestur- Súsanna Skaale, sálarfrøðingur- Heidi Zachariassen, ljósmóðir Kyn og kenslur á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Kyn og kenslur have?

Kyn og kenslur currently has 29 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Kyn og kenslur about?

Savnssending Vit eru meira eins enn vit halda, og okkara trupulleikar og avbjóðingar í privatlívinum líkjast eisini meira enn vit møguliga geva okkum far um. At fáa hetta fram, er eitt av endamálunum við sendingini Kyn og kenslur. Kyn og kenslur varð send beinleiðis í útvarpinum mikukvøld veturin...

How often does Kyn og kenslur release new episodes?

Kyn og kenslur has 29 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Kyn og kenslur?

You can listen to Kyn og kenslur on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Kyn og kenslur?

Kyn og kenslur is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!