Skip to content
Radarin: Ikki nóg naknir til at spinna episode artwork

Dec 20, 2017 52 min

Radarin: Ikki nóg naknir til at spinna

from Radarin Hosted by Kringvarp Føroya

Tað veldst kortini um, hvussu stóran dent reglurnar um menningarkvotur fara at leggja á nýskapan. Atlitið til menning og nýskapan eiga at viga nógv, tá menningarkvoturnar skulu býtast, sigur Ludvík við Stein. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, men sum skipanin er í dag, eru fleiri reiðarar ikki nóg naknir til at teir noyðast at fara undir at spinna, sigur hann. Í fiskivinnunýskipanini, sum varð samtykt í farnu viku, er ásett, at 8,5% av føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum skulu kunna latast út sum menningarkvotur. Fyritreytirnar hjá einum øki fyri at fáa lut í menningarkvotunum eru m.a. arbeiðsloysi og vantandi fólkavøkstur. Menningarkvoturnar høvdu gjørt størri nyttu, um heimaflotin fekk tær, heldur Jørgen Niclasen, tingmaður og formaður fyri Fólkaflokkin. Hann tekur ikki undir við menningarkvotunum og mælir til at strika tær. Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, heldur hinvegin at menningarkvoturnar fara at elva til nógv økt virksemi og nýskapan kring landið. Tær eru eitt gott amboð at lova nýggjum aktørum framat, serliga tí uppboðssølan gjørdist minni enn samgongan ætlaði. Menningarkvotur eru ein óneyðuga dýrur máti at umfordeila virðir kring landið. Tað er ikki vist, at tú fært bestu virðisøkingina fyri samfelagið við at býta fiskirættindini eftir økjum, sigur Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur. Hoyr Ludvík við Stein, Jørgen Niclasen, Ingolf S. Olsen og Djóna Højgaard kjakast um menningarkvotur.

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

Radarin: Ikki nóg naknir til at spinna

0:00 52:51

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Frequently asked questions

How long is this episode of Radarin?

This episode is 52 minutes long.

When was this Radarin episode published?

This episode was published on December 20, 2017.

Can I download this Radarin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.