Skip to content
Radarin podcast artwork

PODCAST · news

Radarin

by Kringvarp Føroya

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Apr 15, 2026 · Source feed

Episodes

  1. Radarin: Politiska støðan og politisk ung

    Prát við politisk ungmannafeløg um ungmannapolitiskt virksemi. Luttakarar: Unga Sjálvstýri: Heri Danielsen Unga Sambandið: Linnéa L. Petersen HuXa: Beinir Johannesen Unga Tjóðveldi: Hervør Pálsdóttir Sosialistik Ung: Barbara G. Apol Framsøkin Ung: Bjarni K. Petersen. Eisini er viðgerð av…

    more
  2. Politiskt virksemi í ungmannafeløgum

    Luttakarar: Frá vinstru á myndini: Unga Tjóðveldi - Hervør Pálsdóttir Ungmannfelagið Samband - Linnéa L. Petersen Framsøkin Ung - Bjarni Kárason Petersen Sosialistik Ung - Barbara Gaardlykke Apol HuXa - Beinir Johannesen Unga Sjálvstýri - Heri Danielsen

  3. Radarin: Gloymd endurmenning

    Hoyr sendingina her.

  4. Bretland er stórur missur hjá ES

    Bretland hevur sama búskaparliga týdning sum 20 av teimum smærru limunum í ES, so tað er greitt, at tað fær avleiðingar fyri ES at missa ein so stóran búskap í samstarvinum, sigur føroyska sendikvinnan í Brússel. Tað verður ikki friður í Bretlandi fyrr enn Bretland er farið úr ES. Dregur Bretland…

    more
  5. Føroysku fólkatingssessirnir

    Valfepurin er so smátt farin at gera um seg, og politisku flokkarnir eru byrjaðir at markera seg til tey bæði valini, sum eru fyri framman. Føroyingar skulu á val tvær ferðir í ár og nógv bendir á, at fyrru ferð krossurin skal setast verður á fólkatingsvalinum, sum skal vera í seinasta lagi 17...

  6. Radarin: Føroyabanki

    Vit fara í hesi sending at viðgera Føroyabanka úr ymsum sjónarhornum. Hvat er tað sum ger hann serligan? Hví er hann stongdur? Hví er toskastovnurin serligur? Skal Føroyabanki latast upp aftur til vinnuligan fiskiskap? Tað eru nakrir av spurningunum, sum eg farið at seta fólki, sum hvat tey tosa...

  7. Radarin: Út við diesel-bussunum

    Útlátið av vakstrarhusgassi frá akførum í Føroyum setir met og dálkar nú næstan líka illa sum samlaða el- og hitaframleiðslan í landinum. Av meira enn 25.000 privatbilum eru bara 115 el-bilar, av 104 hýruvognum koyrir bara ein við streymi, og eingin el-bussur er í landinum. Volvo boðaði í síðstu...

  8. Radarin: Vænta broytingar í Sandoynni

    Hann var ávegis í nógv ár, Sandoyartunnilin. Men leingi var tað bara tos og ofta eisini politiskt rok. Hann var ofta havdur á munni, men fekk ikki tað politisku rafestingina, sum skuldi til og so datt málið burtur aftur. Inntil 2014. Tá bragdaði. Tá funnu politisku flokkarnir eina semju millum…

    more
  9. Fleiri hús standa tóm í Føroyum

    1481 hús standa tóm í Føroyum, vísa tøl hjá Kommunufelagnum. Á Sandi standa 77 av 270 húsum tóm, og tað merkist fíggjarliga hjá kommununi. Lurta eftir sendingini Radarin.

  10. Radarin: Grøn kós og svørt olja

    Á fimta sinni hevur veðurlagsverkfall verið uttan fyri løgtingshúsini í Havn, har FNU, átakið Ringrás, Reyði Krossur Føroya og trý politisk ungmannafeløg krevja, at stig verða tikin fyri at tálma vaksandi útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum elva til støðugt meira oyðileggjandi…

    more
  11. Øll ábyrgd skal liggja hjá einum ráði

    Nógv hevur verið tosað um, at ábyrgdarbýtið er ógreitt, tá tað kemur til almennar byggingar, og nú verður tað broytt, sigur løgmaður. Radarin í dag snýr seg um Glasir, um risa eykarokningarnar og um hvat gekk galið frá byrjan. Eisini tosa vit við løgmann um eftirlitið við byggjarínum.

  12. Seta luppin á avkastið hjá pensjónsfeløgum

    Tað er ikki í lagi, at føroysku pensjónsfeløgini fáa verri avkast enn tey donsku. Heldur hetta fram, mugu við umhugsa at lata meira upp fyri kapping, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Ein kanning hjá Tryggingareftirlitinum avdúkar, at íløguavkastið í donskum pensjóns- og...

  13. Radarin: Politiskt og rættarlig eftirlit

    Hvat er politiskt eftirlit og hvat er rættarligt eftirlit við landsstýrinum? Tann spurningin seta vit í Radaranum hesaferð. Eisini hyggja vit nærri at lógini um ábyrgd landsstýrisins saman við løgfrøðingi. Lógin er næstan 23 ára gomulm, men ongantíð brúkt. Eisini greina vit politisku støðuna…

    more
  14. Radarin: Smáu valstøðini og persónsdata á netinum

    Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at fólk á smáplássum ikki kunnu atkvøða í loyndum. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum tvær ferðir hevur lagt uppskot fram um at telja smáplássini saman við størri valstøðum. Ein meirluti í løgtinginum mælir tó frá at broyta skipanina Er tað ein trupulleiki…

    more
  15. Valstríð og grundgevingar

    Hvussu er støði á politiska kjakinum, hvussu grundgeva politikarar og hvørjum skulu veljarar serliga ansa eftir í einum komandi valstríði? Eydna Skaale, retorikari, Jógvan Hansen, heimspekingur, og Asta Hansen, politiskt samskiftisfólk, greina politiska orðaskiftið kvøldið fyri seinasta val.…

    more
  16. Glasir ikki egnaður til undirvísing

    Tað er so nógv órógv í bygninginum, at næmingar eru troyttir og orka ikki at gera skúlating, tá teir koma heim. Tað siga bæði einstakir næmingar, sum útvarpið tosar við í hesum Radaranum og formaðurin í næmingaráðnum. Larmur frá "atrium" ella felagsrúminum órógvar so illa, at tað er ringt at...

  17. Verkfall og Kontórshavn

    Hoyr sendingina her

  18. Kenna ikki langtíðaravleiðingar av alivinnu

    Ongin gransking í Føroyum vísir langtíðaravleiðingarnar av aling á føroysku firðunum. Botnkanningar og djóralívskanningar, sum verða gjørdar í dag, eru alt ov avmarkaðar, og tí vita vit ov lítið um, hvørja avleiðing alingin hevur fyri umhvørvi og djóralív upp á longri sikt. Tað sigur stjórin á...

  19. Radarin: Trump og EIK

    Amerikanska miðskeiðisvalið hevur verið eitt val um Trump - men vann hann ella tapti hann? Tað umrøða Tóri Højgaard og Sjúrður Skaale í dagsins Radara. Vanliga er ikki stórur áhugi fyri amerikanska miðskeiðisvalinum, men amerikanski veljarin er vaknaður - bæði tann, sum vil hava Trump, og tann…

    more
  20. Radarin: Betri samtakið og politiska støðan

    Í Radaranum hesaferð verður hugt at Betri Samtakinum og hvørjar avbjóðingar samtakið hevur. Tað hevur verið torført at finna ein stjóra at leiða samtakið, eins og tað hevur verið rumbul kring nevndirnar eisini. Fyrrverandi nevndarlimurin Kim Hansen gevur sína meting av hvørjar avbjóðingar…

    more
  21. Radarin: Loysingar- og tjóðskaparrørslur

    Loysingar- og tjóðskaparrørslur eru eitt útbreitt fyribrigdi, ið finst kring allan heim. Tað eru umleið 200 fullveldir ella statir í heiminum, men samstundis eru yvir 100 aktivar loysingarrørslur, ið sjálvar ynskja at vinna sær ein nýggjan stat. Tað vil siga, at nærum helvtin av øllum londum í...

  22. Radarin: Fátækradømi undir sjóneykuna

    Millum tey næstan 5000 fólkini í fátækraváða eru 1160 børn. Avleiðingarnar av langtíðar fátækradømi kunnu vera álvarsligar, serliga fyri børn. Og tað eru serliga einlig foreldur við smáum børnum, sum eru í størst fátækraváða. í sendingini skifta vit orð við Hera Petersen, fulltrúa, Jóannes...

  23. Radarin: Nýggir flokkar í føroyskum politikki

    Men tað er sjáldan, at nýggir flokkar verða valdir í løgtingið. Síðan 1990 eru tað bara Miðflokkurin, Verkamannafylkingin og Framsókn, sum hava klárað upp um tinggáttina. Saman við samfelagsfrøðinginum Jógvani Mørkøre taka vit saman um flokkarnar, sum hava stillað upp á fyrsta sinni seinastu 28...

  24. Radarin: Vøkstur, vøkstur, vøkstur

    Og nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer at leggja fram seinasta uppskotið til fíggjarlóg hjá hesari samgonguni á stórum tíðindafundi fríggjadagin, fer hon heilt vist eisini at leggja áherðslu á vøkstur. At vit mennast sum samfelag. At tað er búskaparvøkstur í Føroyum. At fólkatalið veksur. At...

  25. Menningarkvotur skeikla kappingina um arbeiðsmegi

    Menningarkvoturnar eru til meira skaða enn gang í eini tíð við nógvari ferð á búskapinum og manglandi arbeiðsmegi. Byggivinnan og ferðavinnan skulu kappast við fiskivinnuna um hendurnar, og tað skeiklar arbeiðsmarknaðin at fiskavirking á landi er so nógv stuðla, sum við menningakvotunum, sum…

    more
  26. Føroysk søguskriving ov tjóðskaparlig

    Danski rithøvundurin, Charlotte Langkilde, hevur skrivað eina bók um tíðarskeiðið tá grundlógin varð sett í gildi í Føroyum, og Løtingið varð endurstovnað. Føroysk søguskriving er fult mýtum, sigur hon. Tað er rætt at vit eiga at modernisera okkara søguskriving, og tíðarskeiðið, sum er sera...

  27. Radarin: Menningarálit í Suðuroy

    Kommunurnar skriva í álitinum, at avbjóðingarnar eru nógvar í Suðuoynni. Fólkasamansetingin er skeiklað og fólkatalið minkar skjótt. Vinnulívið, ið einaferð blómaði í Suðuroynni, hevur seinastu árini eisini staði í minking. Tí má okkurt henda skjótt, um ikki oyggin skal koma í eina støðu, har tað...

  28. Radarin: Mæla til at umskipa Ríkisfelagsskapin

    Tað er ein ríkisfelagsskapur í einari broytingartíð, sum Aksel V. Johannesen, Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen fara at skifta orð um á árliga ríkisfundinum í næstu viku. Øðrvísi tónar Garvaði vinstrapolitikarin, 73 ára gamli Bertel Haarder, heldur, at danska Grundlógin er merkt av, at Danmark...

  29. Manningar skulu rinda, tá kvotur verða keyptar

    Manningarfeløgini eru ósamd við Reiðarafelagið, sum heldur fast um, at manningarnar skulu rinda ein part, tá kvotur verða keyptar á uppboði. Í sendingini kjakast Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, og Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum. Men hvat ger politiska...

  30. Radarin: Arktis og Public Service

    Altjóða ráðstevna var í Norðurlandahúsinum um Arktis herfyri. Tað eru alt fleiri lond, sum vísa Arktis áhuga og vit spyrja stovnaran av altjóða felagsskapinum Arctic Circle, Ólafur Ragnar Grímsson, hví so er. Eisin tosa við vit Gao Feng, umboðsmaður hjá kinversku stjórnini í arktiskum málum, um...

  31. Radarin: Kommunulæknarnir eru á veg í verkfall

    Arbeiðsbyrðan hjá fleiri kommunulæknum er ov tung, tí tað eru ov nógvir sjúklingar fyri hvønn lækna. Lønarviðurskiftini eru eisini ov vánalig, siga kommunulæknarnir. Seinastu árini hevur eisini javnan verið frammi í tíðindarenslinum, at fáir kommunulæknar vilja í fast starv. Og tað hevur støðugt...

  32. Radarin: Aðalráð trilvar í Umboðsmannaniðurstøðu

    Sambært almenna orðaskiftinum hildu tey flestu, at niðurstøðan hjá Umboðsmanninum, hin 10.desember í 2014, var klokkuklár - tað ber ikki til at flyta eitt veiðiloyvi av línuskipi yvir á eitt uppsjóvarskip. Kortini hendi tað - ikki bara einaferð, men tríggjar ferðir. Fyrst á sumri í 2016 og síðani...

  33. Radarin: Børn lesa ov lítið

    Tað er stórur munur á skúlaflokkum í Føroyum. Summir flokkar tíma væl at lesa, aðrir tíma minni lesa. Støðan er tann, at tað eru heilir skúlaflokkar, har flestu næmingarnir halda, at tað er kul at lesa. Har lesa tey eisini nógv. Men samstundis eru heilir flokkar, sum siga tað øvugta. At tað er...

  34. Útlendskur ognarlutur í fiskivinnuni

    Fiskimálaráðið tvíheldur um, at hollendingar ráða í NorthWest Pelagic, og tí sleppur Norðhavið ikki til fiskiskap. Øll viðurskifti eru í lagi, sigur reiðaríið, sum dregur Fiskimálaráðið í rættin. Í sendingini lýsa vit serliga málið um Atlantsfarið í Miðvági, sum varð selt til Kollafjarðar og…

    more
  35. PISA: Veikir næmingar sáldast frá

    Fyri fyrstu ferð heitir Nám beinleiðis á skúlarnir um ikki at lata allar næmingar sleppa til PISA kanningina. Hetta eru næmingar, sum fella inn undir kategoriir av fýra sløgum: SEN 1, 2, 3 og 4. Dømir um kategoriir eru um børnini bera motoriskt ella kensluligt brek, eru orð-, ella talblind ella...

  36. Undirvísing á høvdinum

    Í Finlandi hava tey gjørt av at avtaka lærugreinar í fólkaskúlanum, tí tær eru ótíðarhóskandi. Men hvaðani koma lærugreinar? Hvussu nógvar skulu tær vera, um tær yvirhøvur skulu vera partur av skúlaskipanini. Í dag fara vit aftur um lærugreinar og útbúgvingarskipanina, soleiðis, sum vit kenna…

    more
  37. Radarin: Tunnilsgrót og pensjónsnýskipan

    Tórshavnar Kommunu stendur í boði at taka ímóti meira enn hálvari millión rúmmetrum av gróti úr Sandoyartunlinum. Men enn veit kommunan ikki, hvat grótið í sofall skal brúkast til. Radarin var á borgarafundi á Velbastað týskvøldið, har kommunan legði nøkur hugskot fram og eisini bað íbúgvarar…

    more
  38. Radarin: Politiska støðan er spent

    Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður fyri Javnaðarflokkin, Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, og Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, meta um politiska støðuna. Sosialurin vil einki siga Á Sosialinum vilja tey einki siga um, hvussu tey...

  39. Á markamótinum millum politikk og átrúnað.

    Føroyar eru eitt kristi land, siga fleiri politikarar, og týdningurin av kristnitrúnni skal onkursvegna staðfestast í eini komandi stjórnarskipan. Men hvussu kann eitt land vera kristið, og hvørjar sersømdir ella hvønn politiskan stuðul, skal kristnitrúgv í Føroyum kunna fáa? Vit tosa við...

  40. Ov trupult at fáa kannabis

    66 ára gamli Kemm Poulsen tekur kannabis fyri pínu í rygginum og ristingar av Parkinson-sjúku. Hann noyðist at útvega heilivágin ólógliga, tí læknarnir meta ikki, at hann hevur tørv á kannabis. Kannabis er tann heilivágurin, sum hevur hjálpt best, sigur Kemm, sum undrast á, at læknar eru so…

    more
  41. Radarin: Fólkaræði og Brexit

    Hvussu sterkt er føroyska fólkaræðið? Og hvussu verja vit føroyska fólkaræðið, nú fleiri onnur lond hava upplivað afturgongd í sambandi við fólkaræði. Hesar spurningar seta vit einum granskara og tveimum fyrrverandi politikarum. Brexit fær avleiðingar fyri føroyska fiskivinnu, men hvussu...

  42. Radarin: "Bíbliubelti" og fiskivinnugransking

    Akademiska umhvørvi og fiskivinnan skal í felag granska og nýskapa fiskivinnuna, og íslendingar eru bidnir um at leggja okkum lag á at fáa nýggja Fiskivinnugrunnin til verka. Kravda samstarvið millum háfloygdar akademikarar og praktisk vinnulívsfólk hevur avbjóðingar, men tá fiskimaðurin og...

  43. Hvat er góð leiðsla?

    Øll, sum hava luttikið á arbeiðsmarknaðinum, hava havt ein leiðara. Leiðsla í dag er ikki bara at taka avgerðir. Leiðsla hevur ment seg til eina námsgrein og vísindini hava eisini fingið dúgligan áhuga fyri leiðsluhugtakinum. Semja tykist vera um, at leiðsla hevur nógv fleiri dimensjónir enn bara...

  44. Radarin: Virðisøking í ójavnari kapping um rávøru

    Útflutningurin frá føroysku fiskivinnuni skal tvífaldast næstu 10 árini. Tað er ítøkiliga málið, orðað í nýggju fiskivinnulóggávuni, sum kom í gildi á nýggjárinum. Í viðmerkingunum til lógina um sjófeingi stendur, at komandi 10 árini skulu Føroyar tvífalda útflutningsvirðið av sjófeinginum, sum…

    more
  45. Radarin: Fólkaatkvøða krevur stóra tingsemju

    Grein 25-nevndin fór av álvara til arbeiðis týsdagin. Heðin Mortensen, formaður hevur sum mál at leggja álit fram uttan viðmerkingar til flestu lógargreinarnar, men er neyðugt við útgreinan av einstøkum greinum fyri at røkka semju, so verður tað gjørt. Nevndin hevur deadline á ólavsøku, men…

    more
  46. Radarin: løn og lønarójavni

    Útboð og eftirspurningur eru høvuðsorsøkirnar til, at lønarlagið er, sum tað er. Men fleiri onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi. Ójavni á arbeiðsmarknaðinum er neyðugur fyri at fáa fólk at kýta seg, men ov stórur ójavni er eisini samfelagsbúskaparliga óheppin. Luttakarar í sendingini:...

  47. Radarin: Ikki nóg naknir til at spinna

    Tað veldst kortini um, hvussu stóran dent reglurnar um menningarkvotur fara at leggja á nýskapan. Atlitið til menning og nýskapan eiga at viga nógv, tá menningarkvoturnar skulu býtast, sigur Ludvík við Stein. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, men sum skipanin er í dag, eru fleiri reiðarar ikki…

    more
  48. Radarin: Fiskivinnunýskipanin verður vigað

    Í hvønn mun stendur úrslitið mát við ambitiónirnar? Vit tosa við nøkur av teimum, sum landsstýrismaðurin valdi í nýskipanarnevndina, sum skuldi gera tilmæli um eina nýggja og varandi fiskivinnuskipan. Eisini spyrja vit, hvussu umsitingarætlanir fara at broyta røktina av fiskastovnunum undir...

  49. Radarin: #metoo fer at broyta okkum

    Ein orsøk til, at tað serliga eru menn, sum fremja kynsligan ágang, er uppaling. Í uppalingini fáa dreingir at vita, at maskulinitetur er at vera aggresivur, at taka fyrsta stigi til sex, at vera dominerandi og ikki leggja í kenslurnar hjá øðrum. Tað sigur mannfólkgranskarin, Kenneth Reinicke frá...

  50. Radarin: Tryggja seg móti bíðilistum

    Jørgen Jacobsen, sum varð raktur av liðagikt í summar, fekk at vita, at bíðitíðin at sleppa til giktalækna í almenna heilsuverkinum var hálvtannað til tvey ár. Men av tí at hann hevði eina privata viðgerðartrygging, slapp hann fram at til privata giktaviðgerð eftir heilt stuttari tíð. Sonur Gunn...

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Radarin have?

Radarin currently has 50 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Radarin about?

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið...

How often does Radarin release new episodes?

Radarin has 50 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Radarin?

You can listen to Radarin on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Radarin?

Radarin is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!