Radio SALT: Kaffistova og ferðavinna í Krambúðini hjá Thomsen episode artwork

EPISODE · Apr 30, 2026 · 13 MIN

Radio SALT: Kaffistova og ferðavinna í Krambúðini hjá Thomsen

from Stakar sendingar - útvarp · host Kringvarp Føroya

Ansgar Sørensen og ferðavinnan fara at virka undir sama taki í fyrr so vælumtóktu 'Pubbini' á havnalagnum á Tvøroyri. Ansgar var eina av gestunum í Radio SALT 29. apríl '26: Hølini vóru í gomlum døgum partur av kongaliga einahandlinum. Kunning frá kommununi: Tvøroyrar býráð hevur samtykt at fara víðari við tveimum týdningarmiklum átøkum, sum skulu styrkja ferðavinnuna á Tvøroyri og menna býin sum móttøkustað fyri cruise- og aðrari ferðavinnu. Talan er um eina royndarverkætlan í Gamla Kongaliga Handlinum á havnalagnum og um leingjan av samstarvinum við NB Consulting um ferðavinnuráðgeving og samskipan. Ein týðandi partur av hesum arbeiði er avtalan millum Tvøroyrar kommunu og Ansgar Sørensen um tænastuveiting, rakstur og brúksrætt til Krambúðina á Havnalagnum 46, fyrrverandi Gamla Kongaliga Einahandilin. Sambært avtaluni skal Krambúðin nýtast sum kunningarstova fyri ferðafólk, gestir og borgarar, umframt sum savningar- og móttøkustað, har vitjandi kunnu keypa sær kaffi og lætt ábit. Gamli Kongaligi Handilin og pakkhúsini á havnalagnum hava serligan søguligan og mentanarligan týdning fyri Tvøroyri og allar Føroyar. Bygningarnir liggja sera væl fyri mitt í býnum og eru tí væl hóskandi sum savningarstað. Kommunan ynskir at geva hesum søguliga ríka bygningi nýtt lív og ætlanin er, at Gamli Kongaligi Handilin skal gerast eitt livandi og innbjóðandi stað, har kunning, móttøka og ferðavinnuvirksemi verða savnað undir sama taki. Har skal vera ein føst og álítandi kunningartænasta, sum kann veita upplýsingar um staðbundin tilboð, samferðslu, mentan, tiltøk og aðrar tænastur, samstundis sum cafévirksemið skal vera við til at skapa meira lív og trivnað á havnalagnum. Kommunan hevur frammanundan eina líknandi avtalu við Bindi Madsen um raksturin av Seglloftinum. Har kunnu fólk og fyritøkur bíleggja sær serstakliga hugnalig høli til veitslur, fundir og annað líknandi virksemi Radio SALT 29.4.24. Radio SALT er beinleiðis útvarpssending við áhoyrarum í Mentanarhúsinum SALT, ið framleidd verður í samstarvi við Kringvarp Føroya.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Apr 30, 2026

Embed this episode

Ready to play

Radio SALT: Kaffistova og ferðavinna í Krambúðini hjá Thomsen

0:00 13:52

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Stakar sendingar - útvarp?

This episode is 13 minutes long.

When was this Stakar sendingar - útvarp episode published?

This episode was published on April 30, 2026.

Can I download this Stakar sendingar - útvarp episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!