Stakar sendingar - útvarp

PODCAST · news

Stakar sendingar - útvarp

Sendingar, ið ikki eru partur av einari sendingarøð, liggja her.

  1. 50

    Radio SALT: Eyðun Nolsøe LIVE

    Eyðun Nolsøe sang og spældi fimm sangir, tá Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri kvøldsetu á Drelnesi tann 29. apríl 2026. Undan hvørjum lag hugleiddi Eyðun Nolsøe stutt og eisini tað er tikið við í hetta innslag: "Vit eru øll gjørd úr sama tilfari sum rúmdin - vit eru stjørnudust. Okkara lív á fold kann tykjast fløkt og vónleyst, men hevur hug at fána í kosmos. Í hesum ævinliga høpinum finst ein uggi, eitt brot úr størri heild." LAG 1: Stjørnudust "Frá síðstu heildarútgávuni hjá Frændum. Tað óspilta eygað undrast á allan vakurleikan sum er og sær hetta ótrúliga lívið sum eina ævintýrferð." LAG 2: Eyguni fylli "Í einum ófriðarligum heimi spríkja friðarsangir úr penninum hjá yrkjaranum og strongjunum hjá tónasmiðinum. Boðskapurin er hin sami um kærleika og frið." LAG 3: Hygg inn í spyrjandi eygu "Eftirsum vit eru stødd á Tvøroyri, so haldi eg tað er hóskandi at taka ein vakran sang hjá fræga tónlistamanninum Brandur Enni. Hann skaraði framúr á yngru árum og tað liggja nógvar sangperlur eftir honum áðrenn hann valdi at skifta lívsleið. Hendan sangin var eg so heppin at eiga ein lítlan part av. Brandur hjálpti mær við onkrum sangi um tað mundi - áleið 2010 - og eg fekk hjálpt honum við einum millumspæli til endaligu versjónina av Somtimes truth needs a lie." LAG 4: Sometimes truth needs a lie "Tær bestu løturnar í lívinum eru saman við smáu børnunum. Áðrenn vit hava vent okkum, eru tey vaksin og flogin úr reðrinum. Dýrabærar løtur sum festa seg í minni og liva í hjørtunum. Hesin sangurin snýr seg um ein túr við lítlu dóttrini ein vakran vetrardag norð at vitja vinir og familju." LAG 5: Heimsins minsta familja. Radio SALT

  2. 49

    Radio SALT: At hava víkingaskip á Drelnesi kann rættvísgerast

    Kári Jespersen, søgufrøðingur, sigur, at bygdin Øðravík, sum Drelnes hoyrir til, var eitt skifti høvuðsstaður í Suðuroynni. Har var tingstaður og vísast kann til tvey støð, har fólk vórðu tikin av døgum, eftir at dómur hevði verið sagdur. Hann greiðir frá fólkalívi, mati og enn nýttum staðarnøvnum frá víkingatíðini. Kári Jespersen sigur, at staðarnavnið 'Drelnes' í Øðravíkarlíð er frá norrøna Trelnes, ella Trælanes, sum føroyingar vildu sagt í dag. Navnið Øðravík hevur eisini sína søgu. Men vit avdúkað alt tað áhugaverda her, sum søgufrøðingurin hevði at siga í Radio SALT tann 29. apríl. Trýst á pílin niðanfyri og hoyr samrøðuna:

  3. 48

    Radio SALT: Víkingaskipsætlanin flutt úr Hovi norður á Drelnes

    Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum, sum heldur ætlanina fara at skapa nógvar ringar í sjónum. Talan verður um handverksliga menning, trivnað, og samfelagsligar ágóðar. Eisini sigur hon hvat verkætlanin fer at kosta. Síðan 2014 hevur ætlan verið at smíða eitt Víkingaskip í Suðuroynni og neyst ella langhús við gildisskála. Tí høvdingin Hovgrímur í Hovi man vera navnframasti suðuroyingur í víkingatíð, og slóðir eru í bygdini eftir landnám, var ætlanin at smíða og fremja ætlanina í heimbygd hansara, Hovi. Nú verður tað av ongum, tó tað ikki merkir, at Víkingaskipið og hini húsini ikki verða veruleiki. Ætlanin er nevniliga flutt norður á Drelnes í Øðravíkarlíð. Í sendingini greiðir ein nevndarlimur í Felagnum Víkingaskip, Annika Hvanngarð, frá, hvussu farið verður fram og hvønn týdning ein slík verkætlan hann hava fyri Suðuroynna og landið alt. Hon er exam.art í søgu. Tekningar eru gjørdar og nevndin er fús at fara í gongd. Í Hovs bygdaráð var meiriluti ímóti at lata byggiloyvi til neystið, meðan Tvøroyar býráð hevur valt at lata nevndini byggiloyvi skamt innanfyri Menatanarhúsið SALT á Drelnesi. Í aðrari samrøðu her á síðuni kann ein hoyra annan søgufrøðing grundgeva fyri, hví staðsetingin í Øðravík er viðkomandi. Í endanum av hesum innslag er brot úr aðrari samrøðu við Anniku Hvanngarð, har hon greiðir frá fólkalívi í landnámstíð við denti á matin. Radio SALT 29. apríl 2026

  4. 47

    Radio SALT: Kaffistova og ferðavinna í Krambúðini hjá Thomsen

    Ansgar Sørensen og ferðavinnan fara at virka undir sama taki í fyrr so vælumtóktu 'Pubbini' á havnalagnum á Tvøroyri. Ansgar var eina av gestunum í Radio SALT 29. apríl '26: Hølini vóru í gomlum døgum partur av kongaliga einahandlinum. Kunning frá kommununi: Tvøroyrar býráð hevur samtykt at fara víðari við tveimum týdningarmiklum átøkum, sum skulu styrkja ferðavinnuna á Tvøroyri og menna býin sum móttøkustað fyri cruise- og aðrari ferðavinnu. Talan er um eina royndarverkætlan í Gamla Kongaliga Handlinum á havnalagnum og um leingjan av samstarvinum við NB Consulting um ferðavinnuráðgeving og samskipan. Ein týðandi partur av hesum arbeiði er avtalan millum Tvøroyrar kommunu og Ansgar Sørensen um tænastuveiting, rakstur og brúksrætt til Krambúðina á Havnalagnum 46, fyrrverandi Gamla Kongaliga Einahandilin. Sambært avtaluni skal Krambúðin nýtast sum kunningarstova fyri ferðafólk, gestir og borgarar, umframt sum savningar- og móttøkustað, har vitjandi kunnu keypa sær kaffi og lætt ábit. Gamli Kongaligi Handilin og pakkhúsini á havnalagnum hava serligan søguligan og mentanarligan týdning fyri Tvøroyri og allar Føroyar. Bygningarnir liggja sera væl fyri mitt í býnum og eru tí væl hóskandi sum savningarstað. Kommunan ynskir at geva hesum søguliga ríka bygningi nýtt lív og ætlanin er, at Gamli Kongaligi Handilin skal gerast eitt livandi og innbjóðandi stað, har kunning, móttøka og ferðavinnuvirksemi verða savnað undir sama taki. Har skal vera ein føst og álítandi kunningartænasta, sum kann veita upplýsingar um staðbundin tilboð, samferðslu, mentan, tiltøk og aðrar tænastur, samstundis sum cafévirksemið skal vera við til at skapa meira lív og trivnað á havnalagnum. Kommunan hevur frammanundan eina líknandi avtalu við Bindi Madsen um raksturin av Seglloftinum. Har kunnu fólk og fyritøkur bíleggja sær serstakliga hugnalig høli til veitslur, fundir og annað líknandi virksemi Radio SALT 29.4.24. Radio SALT er beinleiðis útvarpssending við áhoyrarum í Mentanarhúsinum SALT, ið framleidd verður í samstarvi við Kringvarp Føroya.

  5. 46

    Lesikrókurin - Saltleiðirnar

    Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk.  Høvundurin fylgir søguni frá tí, at hálendskir fiskimenn í hundraðtali komu til hetlandsleiðirnar í 16. øld og upp til avbjóðingarnar í fiskiídnaðinum nú á døgum. Alla frásøguna kryddar hann við minnis- og heimildarbrotum um toskafiskiskap í 19. øld undir Føroyum og Grønlandi og um sildatíðina, sum fekk Hetland at stórblóma tíðliga í 20. øld.  John Goodlad hevur skrivað yrkisbókina Saltleiðirnar. Regin av Steinum týddi úr enskum, og Sprotin gav út í vetur.  Gestir í Lesikrókinum eru Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Birita Matras Petersen, søgufrøðingur og 1. varatingfólk fyri Javnaðarflokkin, og Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

  6. 45

    Seinasta skotið í Dalstunlinum

    Nýggja farleiðin til Dals nærkast, nú seinasta skotið í Dalstunlinum varð latið fyri viku síðani.

  7. 44

    Norðurlandahúsið 40 ár (3:4)

    Søgan um Norðurlandahúsið

  8. 43

    Norðurlandahúsið 40 ár (2:4)

    Søgan um Norðurlandahúsið

  9. 42

    Norðurlandahúsið 40 ár (1:4)

    Um Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festival. Luttakarar: Brandur Øssursson og Niels Uni Dam.

  10. 41

    Ólavsøka í studio 4, 29. juli 2023

    Fyrrapartin hava vit verið til ólavsøkuguðstænastu í Dómkirkjuni, har ið Ove Brim, prestur, prædikaði, vit hava sæð skrúðgonguna við prestum, bispi, løgtingskvinnum og -monnum, landsstýriskvinnum og -monnum, og løgmanni og øðrum ? og fyri fyrstu ferð síðani Havnará lat uppaftur. Nýggj tingseta er byrjað og fyri fyrstu fer varð tingið sett av einari løgtingsforkvinnu, løgmaður hevur hildið sína fyrstu ólavsøkurøðu síðani løgtingsvalið í fjør, og risastóra ólavsøkukórið hevur sungið undir leiðslu av Tóru Vestergaard. Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara ? og ólavsøkuhjartað er Havnin, har ið flest øll halda ólavsøku. Men tað er eisini tey, sum halda ólavsøku um landið ? og uttanlands, samstundis sum fleiri eisini eru til arbeiðis. Og komandi sløku tríggjar tímarnar ella so fara vit at taka ólavsøkupulsin um landið, og eitt nú fregnast um hvussu fólk halda ólavsøku á útoyggj og aðrastaðni. Umframt ólavsøkupulsin fara vit eisini - nú á ólavsøku, at ummæla nýggju Havnará úr arkitektoniska sjónarhorninum. Og nú Merkið er vundið á stong á ólavsøku, fregnast vit eisini um flagglógina, samstundis sum vit eisini hava funnið nøkur sera forkunnug ólavsøkubrot úr bandasavni kringvarpsins. Tú kanst hoyra sendingin her!

  11. 40

    Kórfestivalur 2023

    Í sendingini hoyra vit kórsang og samrøður. Luttakandi kórini eru: Felagskórið Vestmanna sangkór Siloakórið Tarira Suð Tórshavnar manskór Vágakórið Fuglafjarðar sangkór Silvitni Kórið hjá Jóhan Xperiment Stranda sangkór Ljómur Morgunkórið Eystanljóð Tórshavnar Kamarkór Havnarkórið Gøtu kirkju ungdómskór Samrøður eru við: Michael Bawtree Gudny Vang Arinu Bischoff Zacharias Sørensen

  12. 39

    Mál og miðlar

    Sum partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu var orðaskifti um mál og miðlar í Løkshøll. Millum annað var tosað um miðlarnar í dag, hvørja ávirkan miðlarnir hava á tað føroyska málið, og hvør hevur ábyrgdina av, at føroyska málið verður varðveitt. Tey, sum skiftu orð um hetta evnið, vóru: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Tróndur Vatnhamar, Uni Leitisstein Hansen, Trygvi Danielsen, Eirikur Lindenskov, Anna Joensen-Næs og Helena Kannuberg. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt røðu, og Katrin Petersen var orðstýrari.

  13. 38

    1.mai: Georg F. Hansen

    Lurta eftir røðuni her.

  14. 37

    1.mai: Bjørg Dam

    Lurta eftir røðuni her.

  15. 36

    1.mai: Heri Reynheim

    Lurta eftir røðuni her.

  16. 35

    1.mai: Jógvan Fríðriksson

    Lurta eftir røðuni her.

  17. 34

    Grækarismessurøða: Kolbrún í Haraldsstovu

    Lurta eftir røðuni her.  Grækarismessuhald í Havn 2023 Havnar Hornorkestur og skótarnir eru trúføst at spæla og ganga skrúðgongu á grækarismessu. Fitt av fólkið var komið at lýða á hornblástur og røðu.

  18. 33

    Kórfestivalurin 2022

    Luttakandi kórini á konsertini vóru: Felagskór Xperiment Tarira Vágakórið Glymur Tórshavnar Kamarkór Vestmanna sangkór Silvitni Havnarkórið Gøtu Kirkju Ungdómskór Tórshavnar Manskór Eystanljóð Kórleiðari var Tóra Vestergaard

  19. 32

    1. mai: Kári Johansen

    Lurta eftir røðuni her.

  20. 31

    1. mai: Sjúrður Skaale

    Lurta eftir røðuni her.

  21. 30

    1. mai: Mary Antonsdóttir

    Lurta eftir røðuni her.

  22. 29
  23. 28

    Eiðis Ljómfelag 100 ár.

    Fyrsta hornblástrarfelaga á Eiði varð stovnað í 1920, tá fyrstu hornini vórðu keypt - 2 trompetir, 2 althorn, 1 tenorhorn, 1 Es-tuba, 1 lítla trumma og 1 klokkuspæl. Eftir øllum at døma hava tíðarskeið verið við lítlum og ongum hornblástri; men undir Seinna heimsbardaga kom lív í aftur og eftir kríggið fóru menn burtur, so tá bar einki til við hornum. 22. januar 1967 varð Eiðs Ljómfelag endurstovnað. Orkestrið var rættuliga virkið hesa tíðina og styttri tíðarskeið uppundir hornorkesturstevnuna hevði Eiðis Ljómfelag í fleiri ár útlendskan venjara á vitjan: Gert Rasmussen, hornblásari í Sønderjyllands Symfoniorkestri. Bróður hansara, Svend Rasmussen, var venjari hjá Fuglafjarðar hornorkestri. Aftan á eini 10 ár í dvala, var tann 27. apríl í 1991 aftur ein roynd gjørd fyri at fáa lív í Eiðis Ljómfelag. Fyrr var orkestrið eitt reint Brass Band, men nú eru eisini træblásarar við, so talan er nú um eitt harmoniorkestur. Tað eru musikkskúlalærararnir Oddur Magnusson og Ólavur Olsen, sum taka sær av venjingunum. Konsertskrá Konsertin er býtt upp í tveir partar, fyrsti partur verður stjórnað av Oddur Magnusson og seinni partur av konsertini, verður stjórnað av Otniel Nygaard. 1. Eg Oyggjar Veit Lag: Hans J. Højgaard Ltr.: Kári Bæk 2. Highland Cathedral Lag: Micheal Korb/Uli Roever Ltr.: Siegfried Rundel 3. Så Skimrande Var Aldrig Havet Evert Taube Ltr.: Stein Ivar Mortensen 4. The Old Rugged Cross Lag: Traditional Ltr.: Alan Fernie 5. Eiði Mín Heimbygd Lag: Hans Erland Í Brekkunum Ltr.: Atli Kárason Petesen 6. 4. Løg av Eiði Ein sirpa við 4 løgum Lag: Risin og Kellingin: Johan Kallsoy Vetur: Johan Kallsoy Vár: Johan Kallsoy Hav Upp Segl: Ókendur 7.Jazz Band Lag: L. Sasdelli, A. Tommasi Ltr.: Didier Ortolan Solistar: Oddur Magnusson, Klarinett 8. Tijuana Taxi Lag: Ervan "Bud" Coleman Ltr.: Michael Brown 9. Tailgate Ramble Lag: Zane Van Auken 10. Føroyar Mín Móðir Lag: Knút Olsen Ltr.: Otniel Nygaard   Finnur Hansen stóð fyri upptøkunum og Kári Sólstein hevur sett saman. Kelda: Eiðis Ljómfelag.

  24. 27

    GHM 100 ár

    Í samband við 100 ára stovningardagin, helt harmoniorkestrið GHM stórfingna konsert í Norðurlandahúsinum 26. mars í ár.

  25. 26
  26. 25

    Jól í Mikladali og í Leirvík

    Lisa Jacobsen greiðir frá, hvussu ið hon minnist jólini sum barn bæði í Mikladali og í Leirvík.

  27. 24
  28. 23

    Studio 21 (1:3)

    Rúni Eysturlíð leggur til rættis

  29. 22

    LJÓÐMYND: Óvæntaða uppgávan

    Korona, ein trong troyggja og nakrir óðir kekkar eru nakrir av tættunum í hesi ljóðmynd, sum er bygd á samrøður við dómararnar í dystinum, Bárður og Jógvan, umboðsmannin hjá evropeiska hondbóltssambandinum, EHF, Kristian Johansen og samskiparan hjá føroyska hondbóltssambandinum, HSF, Ára Rouch.   Tí fríggjadagin 30. apríl 2021 spældu Føroyar og Kekkia landsdyst í hondbólti. Føroyar vunnu og talan var um besta úrslitið nakrantíð hjá A-landsliðnum. Men dómararnir vóru føroyingar, sum ongantíð høvdu dømt altjóða dystir áður. Hvussu tað ber til, er tað, Óvæntaða uppgávan snýr seg um. Hetta er søgan um, hvussu landsdysturin varð útsettur í fleiri umførum og allar tær hugsandi og óhugsandi støðurnar, Bárður Brimvík og Jógvan Skeel Nolsøe komu í, eftir at teir játtaðu at døma dystin. Jógvan og Bárður í Kringvarpinum í sambandi við upptøkurnar, sum eru gjørdar til hesa ljóðmyndina (Mynd: Rólant Waag Dam)

  30. 21

    Forever Young - Bob Dylan 80 ár

    Bob Dylan er ein livandi legenda. Ein tónlistarlig institutión og mastodontur. 24. mai 2021 fylti Bob Dylan 80 ár.  Sendingin er ein kvøða til Bob Dylan á hansara 80 ára føðingardegi. Fýra tímar við Bob Dylan tónleiki og nørdaríi við Knút Háberg Eysturstein og Meinhardi Jensen. Kári Sverrisson tulkar tveir Bob Dylan sangir, og Tórbjørn Jacobsen, ið er stórur Dylan fjeppari, fortelur um, hví hann er so hugtikin av Bob Dylan. SMS-boð og annað. Vertur er Uni Leitisstein Hansen Samvertir Meinhard Jensen & Knút Háberg Eysturstein   PLAYLISTIN 23:53    Bob Dylan - Desolation Row 23:48 Dylan, Bob - Positively 4th Street 23:44 Bob Dylan with Johnny Cash - Girl from the North Country 23:40 Bob Dylan - Just Like A Woman 23:37 Bob Dylan - Make You Feel My Love 23:33 Bob Dylan - The times they are a-changin' 23:27 Bob Dylan - Mr. Tambourine Man 23:24 Bob Dylan - Blowin' in the Wind 22:52 Bob Dylan - Blind Willie McTell 22:39 Jimi Hendrix - All Along The Watchtower 22:25 Bob Dylan, Roger McGuinn, Tom Petty, Neil Young, Eric Clapton & George Harrison - My Back Pages (Live) 22:05 Bob Dylan - False Prophet 21:52 Bob Dylan - Boots of Spanish Leather 21:11 Bob Dylan - Hurricane 21:02 Bob Dylan - Moonshiner (1962) 20:55 Bob Dylan - One More Cup Of Coffee 20:41 Bob Dylan - Easy And Slow 20:31 Bob Dylan - Like A Rolling Stone 20:17 Bob Dylan - Things Have Changed 20:04 Bob Dylan - Forever Young

  31. 20

    Musikkstevnan 2021 (2:2)

    Í seinna parti hoyra vit Tvøroyrar Hornorkestur, Eiðis Ljómfelag, Klaksvíkar Hornorkestur og GHM.

  32. 19

    Musikkstevnan 2021 (1:2)

    Átta orkestur úr øllum landinum luttóku. Í fyrra parti hoyra vit Nes Sóknar Musikkfelag, Havnar Hornorkestur, Fuglafjarða Hornorkestur og Sørvágs Tónleikarafelag.

  33. 18

    1. maidagshald á Vaglinum í Havn 2021

    Havnar Arbeiðarafelag hevur hildið altjóða arbeiðaradagin uttan slit síðani 1962.

  34. 17

    1. maidagshald 2021

    Hoyr frásøgnina frá haldinum her.

  35. 16
  36. 15
  37. 14

    Heimbygdin Sørvágur

    Tordur J. Niclasen leggur til rættis.

  38. 13

    Av trolaradekki til sjúkrasongina

    Tordur J. Niclasen leggur til rættis.

  39. 12

    Undurbarnið Bobby Fischer

    Í mong ár átti Sovjetsamveldið bestu telvararnar í heiminum, men tá amerikanarin, Bobby Fischer, setti Boris Spasskij stevnu at telva um HM-heitið í Reykjavík í 1972, kollvelti hann talvheimin. Bobby Fischer hevði tíðliga framúr góð evnir at telva, og sum drongur og ungur maður var hann serstakur. Sagt varð um hann, at hann hevði betri samband við síni talvfólk enn vanlig fólk. Í hesi frásøgumyndini seta vit sjóneykuna á lívið hjá undurbarninum, Bobby Fischer. Sermerkt við søguni um hann er, at hann bæði vann HM og endaði sínar dagar í gosfjallaríkinum fyri vestan.

  40. 11

    Ferðafrásøgn: Í Íslandi summarið 1977 (5:8)

    Sverri Egholm las. Sendingin varð send í útvarpinum 12. juni 1988.

  41. 10

    Ferðafrásøgn: Í Íslandi summarið 1977 (4:8)

    Sverri Egholm las. Sendingin varð send í útvarpinum 5. juni 1988.

  42. 9

    Grækarismessurøða: Jóannes Eidesgaard

    Góðu áhoyrarar So var aftur grækarismessa - dagurin, tá skótaliðini í fullum búna og við fløggum koma fram á torg við boðskapinum um, at nú fer aftur at vára í landinum. Og tøkk fái tit skótar, nú tit enn einaferð hava tikið stig til at hátíðarhalda henda várdagin, nú tjóðfuglurin aftur tekur land eftir vetrarhvíld við blíðari strendur. Hetta er vanliga dagurin, tá vit kaga fram móti ljósa summarinum, sum fer at koma. Grækarismessuhald var á fyrsta sinni hildið her á hesum staði í 1943. Og við hesi mongu grækarismessuhald hava vit upp í saman hoyrt um tjaldrið og um ein gamlan páva í Róm, sum doyði fyri meira enn 1400 árum síðani. Og sjálvandi kundu vit enn einaferð tosað um tjaldrið ella um Gregor hin Stóra, sum legði navn til hesa katólsku messu, men eg haldi, vit gera tað øðrvísi. Góði áhoyrar Kendi bretski politikarin Winston Churchill segði beint eftir seinna veraldarbardaga, tá arbeitt varð við at leggja lunnar undir Sameindu Tjóðir, "Never let a good crisis go to waste." Latið ikki eina góða kreppu fara til spillis. Veraldarbardagin, sum kostaði 60 mió. menniskjum lívið, førdi til, at Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn, hvørs høvuðsendamál er at tryggja heimsfriðin. "Never let a good crisis go to waste," - hetta ljóðar kanska løgið fyrstu ferð, ein hoyrir tað, men í hesum orðum liggur stóru vísdómur. Sjálvandi ynskja vit ikki kreppur, men tær koma við millumbilum, um vit vilja tað ella ikki, men stóri og klóki spurningurin er, um vit kunnu læra nakað av teimum. Vit hava á okkara egna máli eitt orðatak, sum sipar til tað sama. "Neyð lærir nakna kvinnu at spinna." Tá stóra búskaparliga kreppan fyrst í 90 árunum tók kvørkratak á Føroyum, so hendu í kjalarvørrinum av kreppuni ein røð av broytingum í okkara samfelagsskipanum, sum allar uttan undantak hava verið til fyrimuns fyri eftirtíðina. Kreppan setti ferð á at fáa framt neyðugu politisku tiltøkini, sjálvt um flestu teirra vórðu illa móttikin. Og tað er als ikki vist, at hesar neyðugu broytingar høvdu verið framdar tá, um vit ikki fingu hesa stóru kreppuna. Tíverri síggja vit alt ov ofta, at tað skal ein kreppa til, áðrenn nakað hendir. Eg hugsi, at eftirtíðin fer serliga at minnast eina grækarismessu fram um aðrar, og tað var hon í fjør. Tað var henda dag, tá henda herviliga farsóttin ikki bara meira ella minni legði Føroyar lamnar, men meira ella minni allan heimin. Henda evarska lítla virusin, sum ikki sæst uttan við sterkari sjóneyku, kom sum tjóvur á nátt og broytti allar okkara skipanir og okkara livihættir. Hetta farna árið hava á leið 120 mió. fólk verið rakt av sjúkuni, og gott og væl 2,6 mió. fólk eru deyð. Hendan virus gevur okkum menniskjum greiðu boðini um, hvussu sárbar og veik vit eru, tá á stendur. Hon sigur okkum hart og týðiliga, at hóast vit halda okkum kunnu gera alt, og at vit halda okkum vera harrar yvir alt og øllum, so skal náttúran bara remba sær eitt lítið sindur, so fellur alt okkara til jarðar sum eitt korthús. Vit eru í botn og grund fult og heilt undirgivin náttúruni við húð og hár. Er hon ikki okkum til vildar, so eru vit prísgivin. Nú var tað ein farsótt, aðrar tíðir hava tað verið tsunamiir, skerpingur og jarðskjálvtar. Men ringast av øllum er, at alt hetta vendir aftur við millumbilum. Latið okkum tí sláa fast, at hóast vit menniskju eisini sambært Halgu Skriftirnar eru sett omanfyri alt og til at ráða øllum, so eru vit álíkavæl ótrúliga viðkvom og sárbær. Hóast vit kunnu senda fólk upp á Mánan og bilar upp á Mars, so eru vit mestsum hjálparsleys, tá náttúran og hennara viðurskiftu ikki eru okkum til vildar. Tí mugu vit gera alt okkara til, at náttúran er okkara viðspælari og ikki okkara mótspælari. Ein sera sera viðkomandi spurningur er tí, um vit nú fara so væl um okkara umhvørvi í dag?

  43. 8

    Ferðafrásøgn: Í Íslandi summarið 1977 (3:8)

    Sverri Egholm las. Sendingin varð send í útvarpinum 29.05.1988.

  44. 7

    Ferðafrásøgn: Í Íslandi summarið 1977 (2:8)

    Sverri Egholm las. Sendingin varð send í útvarpinum 23.05.1988.

  45. 6

    Ferðafrásøgn: Í Íslandi summarið 1977 (1:8)

    Sverri Egholm las. Sendingin varð send í útvarpinum 15.05.1988.

  46. 5

    Ósbjørn Jakobsen - ein vangamynd

    Mikukvøldið handaði landstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, Mentanarvirðislønir Landsins í Løkshøll í Runavík. Størsta virðislønin, Mentanarvirðisløn Landsins, varð latin Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinnu; Serstaka virðislønin varð latin Biritu Poulsen, operasangarinnu; meðan Heiðursgáva Landsins varð latin Ósbirni Jakobsen, arkitekti: Millum verkætlaninar, sum Ósbjørn hevur staðið fyri, er nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík, konsert- og ráðstevnuhúsið Harpa í Reykjavík, Ráðhúsini hjá Eysturkommunu í Norðragøtu, miðbýurin í Klaksvík, og risastóra smoltstøðin hjá Bakkafrosti norðuri á Strond á Borðoynnið. Tú kanst hoyra sendingina her!

  47. 4

    Árið, ið fer í tíðindum og aktuellum 2020

    Sendingin "Árið, ið fer í tíðindum og aktuellum" er ein sending um nøkur av evnunum, sum hava fylt nógv í 2020. Málið er at fáa í lag nakrar øðvísi og uppbyggjandi samrøður um hesi evni. Millum annað verður løgmaður og onnur lyklapersónar í koronasøgu føroyinga settur í sóttarhald á Hotel Vágum, og Hilmar Eliasen, stjóri í SSL, fer út at sigla saman við nólsoyingum.    Evni í sendingini: 4. mars kom fram alment, at fyrsti føroyingurin hevði fingið staðfest korona, og 12. mars 2020 gjørdi koronafarsóttin, at føroyska samfelagið mátti steingja og fara niður í ferð. Korona fylti so nógv í 2020, at "sóttarhald" gjørdist ársins orð.  10. november varð skipað fyri kommunuvali, og úrslitið gjørdi, at fýra av mest markantu borgarstjórunum í landinum mistu valdið.  1. desember tók John Rajani við starvinum sum fyrsta føroyska sendifólk í Ísrael. 18. desember skipaðu nólsoyingar enn einaferð fyri mótimælisgongu úti í Tinganes at mótmæla vánaligu handfaringina av ferjusambandinum, sum ger tað torført at búgva í oynni og at á rbeiða og ganga í skúla í Havn.  2. november varð nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri handað landsstýrinum.  19. desember lat Eysturoyartunnilin upp. Farleiðin fer at kollvelta Føroyar eru tað nógv sum halda. Hvat halda teir borgarstjórarnir, sum skulu stýra kommunurnar kring nýggju farleiðina?

  48. 3

    Koronakrákan

    Korona-kreppan vendi øllum samfelagnum á høvdið. Nøkur skaraðu framúr við heldur óhepnum avgerðum. Vit gera ein topp 5 lista og kjósa fimm tey óhepnastu Korona-krákurnar.

  49. 2

    Søgan um jødarnar (10:10)

    Jødar flyta í stórum tali til Norðuramerika og Suðuramerika. New York City er størsti jødiski býur í verðini. Her býr hálvtriðja millión jødar. Í roynd og veru er staturin Ísrael stýrdur úr USA. Og, sum so ofta sagt, er einasta loysn á kreppuni í Miðeystri - friður.

  50. 1

    Søgan um jødarnar (9:10)

    Europa misti teir allarflestu av sínum dugnaligastu jødum, tí at teir, sum ikki vórðu týndir í Europa, dugnaðu Amerika bæði Norður- og Suðuramerika. Londini har góvu jødum rættindi, sum bara fá ráðandi í Europa untu teimum.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Sendingar, ið ikki eru partur av einari sendingarøð, liggja her.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!