EPISODE · May 3, 2026 · 23 MIN
Radio SALT: Víkingaskipsætlanin flutt úr Hovi norður á Drelnes
from Stakar sendingar - útvarp · host Kringvarp Føroya
Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum, sum heldur ætlanina fara at skapa nógvar ringar í sjónum. Talan verður um handverksliga menning, trivnað, og samfelagsligar ágóðar. Eisini sigur hon hvat verkætlanin fer at kosta. Síðan 2014 hevur ætlan verið at smíða eitt Víkingaskip í Suðuroynni og neyst ella langhús við gildisskála. Tí høvdingin Hovgrímur í Hovi man vera navnframasti suðuroyingur í víkingatíð, og slóðir eru í bygdini eftir landnám, var ætlanin at smíða og fremja ætlanina í heimbygd hansara, Hovi. Nú verður tað av ongum, tó tað ikki merkir, at Víkingaskipið og hini húsini ikki verða veruleiki. Ætlanin er nevniliga flutt norður á Drelnes í Øðravíkarlíð. Í sendingini greiðir ein nevndarlimur í Felagnum Víkingaskip, Annika Hvanngarð, frá, hvussu farið verður fram og hvønn týdning ein slík verkætlan hann hava fyri Suðuroynna og landið alt. Hon er exam.art í søgu. Tekningar eru gjørdar og nevndin er fús at fara í gongd. Í Hovs bygdaráð var meiriluti ímóti at lata byggiloyvi til neystið, meðan Tvøroyar býráð hevur valt at lata nevndini byggiloyvi skamt innanfyri Menatanarhúsið SALT á Drelnesi. Í aðrari samrøðu her á síðuni kann ein hoyra annan søgufrøðing grundgeva fyri, hví staðsetingin í Øðravík er viðkomandi. Í endanum av hesum innslag er brot úr aðrari samrøðu við Anniku Hvanngarð, har hon greiðir frá fólkalívi í landnámstíð við denti á matin. Radio SALT 29. apríl 2026
Embed this episode
Ready to play
Radio SALT: Víkingaskipsætlanin flutt úr Hovi norður á Drelnes
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.