EPISODE · Feb 26, 2014 · 1H 20M
Sjeikurin er pornomisnýtari
from Kyn og kenslur · host Kringvarp Føroya
"Hann hevur sjálvur sagt við meg, at hann er pornomisnýtari." Soleiðis skrivar ein kvinna, í brævi sínum til sendingina. Hon vil vita, um hann elskar hana, hóast sína misnýtslu. Ein onnur kvinna skrivar inn, tí hon er stúrin um børnini. Hetta eftir at pápin at børnunum rendi tey á dyr, og síðani hevur funnið sær nýggja damu, sum hevur eitt barn. Nú sær pápin als ikki børn síni longur, og hetta er ein trupuleiki og ein avbjóðing fyri mammuna. Triðja brævið er frá manni. Hann heldur tað er sera irriterandi, at hann ikki sleppur at hava ein ringan dag, uttan at kona hansara verður í enn verri lag. Turið Horn og Jógvan Zachariassen eru í útvarpsstovuni og svara brøvunum.
Embed this episode
NOW PLAYING
Sjeikurin er pornomisnýtari
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.