Spenningur eftir valið í Ísrael
from Sjónarhornið Hosted by Kringvarp Føroya
Týsdagin var val til ísraelska tingið, Knesset. Roknað varð við, at forsætisráðharrin seinastu fýra árini, Benjamin Netanyahu, og hansara stjórn, fóru at vinna valið lættliga. Men tá talt varð upp týskvøldið sá út til, at sitandi stjórn fekk 61 tinglimir í Knesset, meðan Sentrum-vinstra fekk 59 tinglimir. Men eftir fínteljingina mikunáttina er spenningurin vorðin upp aftur størri, tí nú hava høgri- og sentrum-vinstra fingið 60 tinglimir í part. Nú er spurningurin fyri tað fyrsta, hvør megnar at koma í stjórn, og í øðrum lagi bíða framvegis óloyst mál sum palestinaspurningurin, kjarnorkudubbingin í Iran - og so eru tað viðurskiftini við nýggju islamistisku stjórnina í Egyptalandi. Miðeystur er enn sum áður ein krúttunna. Gestir í útvarpsstovuni eru Jan Lamhauge, journalistur, Sonne Smith, journalistur og rithøvundur, og Hans Holm, fyrrverandi lektari á Føroya Læraraskúla. Samrøður eru við Marner av Lofti, sum javnan hevur vitjað Ísrael seinastu 25 árini, og við ísraelan og hálvføroyingin, Mickey Shemesh, sum býr og lesur búskaparfrøði í Tel Aviv. HOYRIÐ MEIRA Í SJÓNARHORNINUM!
Embed this episode
No transcript yet.