Skip to content
Sjónarhornið podcast artwork

PODCAST · news

Sjónarhornið

by Kringvarp Føroya

Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni, soleiðis at hvørt einstakt evni verður viðgjørt úr fleiri sjónarhornum. Slag av sending: Tíðindi og aktuelt Málbólkur: Øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum Sendilongd: 50 minuttir Vertur: Grækaris Djurhuus Magnussen Redaktørar: Liljan Weihe, [email protected], og Grækaris Djurhuus Magnussen, [email protected]

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Sep 4, 2025 · Source feed

Episodes

  1. Forskúlar og bókasøvn

    Seinastu tíðina hava nógvar røddir verið frammi í fjølmiðlunum um forskúlar í Føroyum - fyri og ímóti. Tað eru tey, sum fegin vilja hava fleiri forskúlar, meðan onnur halda tað verða skeivt at koyra børn í skúla longu um 6 ára aldur. Tveir gestir eru í útvarpsstovuni at tosa um evnið. Vit hava...

  2. Bjartskygni í ferðavinnuni

    Hetta er háárstíðin fyri føroyska ferðavinnu. Fyrsti útlendska ferðamannaskipið var á Havnini í gjár, og vit byrja so smátt at síggja fremmand ferðafólk í gøtunum. Vit fara at tosa við nøkur teirra, sum arbeiða í føroysku ferðavinnuni. Hoyrið meira í Sjónarhorninum.

  3. Útróðrarflotin í stórum trupulleikum

    Støðan hjá útróðrarflotanum er vánalig. Fyri nøkrum árum síðan høvdu vit nógvar útróðrarmenn og útróðrarbátar, men nú eru bert heilt fáir eftir. Spurningurin er, um føroyskur útróður er við at hvørva, ella um útróðurin stendur at bjarga. Hoyrið meira í Sjónarhorninum.

  4. Kvinnurættindi fyri ST

    Hósdagin, skulu Føroyar saman við Danmark og Grønlandi lata ST áttandu frágreiðingina um um kvinnurættindi. Bergljót Debes Hentze hevði kvinnurættindi á skránni í Eyðgleiðingini í Góðan Morgun Føroyar týsmorgunin. Hoyrið meira í Sjónarhorninum!

  5. Leigunevndin hevur ávirkað leigumarknaðin

    Leigunevndin avgreiddi í fjør 26 mál um ósemjur millum tey, sum leiga, og tey, sum leiga út. Fýra mál vórðu víst burtur. Vit tosa við nevndarformannin í Leigunevndini, Andrass Holm Arge. Hoyrið meira í Sjónarhorninum!

  6. Bjørn Kalsø vil hava breiða fjølmiðlasemju

    Við jøvnum millumbili stendst øsing um Kringvarp Føroya. Seinastu tíðina er tað ein avtala, sum leiðslan í Kringvarpinum hevur gjørt við eitt felag um sponsor-innsavnan, ið hevur elvt til øsing. Avvarandi landsstýrismaður, Bjørn Kalsø, hevur fingið ábreiðslur fyri at hava sovið í tímanum. Og tað…

    more
  7. Sjónarhornið: Altjóða arbeiðaradagurin enn týdning

    1. mai er enn ein dagur, sum hevur týdning fyri bæði fakfeløg og land. Tað halda tveir formenn og ein forkvinna í trimum av stóru fakfeløgunum. Í sendingini setur Erland Viberg Joensen søguna hjá arbeiðararørsluni í perspektiv, og Bergur A. Dalsgarð úr Sosialistiskum Ungmannafelag og Ólavur í...

  8. Gransking er fortreyt fyri framburði í alivinnuni

    Føroysk aling hevur veruliga tikið dik á seg seinastu árini, og føroyskur alilaksur telist millum heimsins besta. Men fyri at tryggja alingina í framtíðini er neyðugt við gransking, og í løtuni eru føroyingar við í fleiri granskingarverkætlanum, millum annað fyri at slóða fyri aling á opnum havi…

    more
  9. Jacob Vestergaard skuldsettur fyri korrupsjón

    Ákoyringarnar á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, vóru ógvusligar í tinginum í farnu viku. Høgni Hoydal legði landsstýrismannin undir at arbeiða sum best ber til, og Kristina Háfoss samanbar landsstýrismannin við Nixon-forseta, sum á sinni noyddist at leggja frá sær orsakað…

    more
  10. Fleiri kvinnur boða frá harðskapi

    Í 2012 fekk Kvinnuhúsið í Havn 624 áheitanir um hjálp av ymsum slag, 331 snúðu seg um beinleiðis harðskap. 55 kvinnur við útlendskum uppruna vendu sær eisini til Kvinnuhúsið. Hetta sama tíðarskeiðið gistu 15 kvinnur og 6 børn í Kvinnuhúsinum. Vit spyrja millum annað, hvussu hesar kvinnur eru fyri...

  11. Privat skulu taka sær av nýggjum rannsóknarskipi

    30. apríl í 2012 lovaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at finna alternativa fígging til nýtt havrannsóknarskip. Men tað eydnaðist honum kortini ikki, og enn er nýggja havrannsóknarskipið ikki komið longur enn til tekningarnar og eina lidna verkætlan. Nú ætlar landsstýrismaðurin, at privatir...

  12. Jarnfrúan deyð

    Mánadagin andaðist fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Margaret Thatcher. Thatcher var kend fyri sína beinhørðu framferð í politikki. Nøkur elskaðu hana, meðan onnur hataðu hana. Vit fara at tosa um hendan umstrídda enska politikaran. Hoyr meira í Sjónarhorninum!

  13. Kommunufeløg verða løgd saman

    Leingi høvdu vit Føroya kommunufelag, sum var felagsskapur hjá flestu kommununum í Føroyum. Men í 1999 stovnaðu stóru kommunurnar Kommunusamskipan Føroya. Í byrjanini vóru 6 kommunur í nýggja felagnum, men síðan eru fleiri lagstar aftrat. Spurningurin er, hvussu leingi vit skulu hava TVEY...

  14. Norðurkoreanskar hóttanir órógva heimsfriðin

    Spenningurin millum Norðurkorea øðrumegin og Suðurkorea og USA hinumegin er øktur seinastu vikurnar. Stjórnin í Norðurkorea hevur millum mangt annað hesa seinastu tíðina hótt við at leggja bæði USA og Suðurkorea í oyði. Spurningurin er, um hetta bara er ógvusligur retorikkur frá norðurkoreansku...

  15. Ov nógvur skundur á sjúkradeildum hóttir góðskuna

    Sárbærir og ússaligir sjúklingar noyðast stundum at liggja úti á gongini, tá teir eru innlagdir á sjúkrahúsi. Hetta evnið hava vit viðgjørt í Sjónarhorninum fyrr, og nú taka vit tað uppaftur. Marjun Thomsen, cardiologiskur sjúkrarøktarfrøðingur, master í health science og lærari á...

  16. Harðskapur í náttarlívinum

    Aftur hetta seinasta vikuskifti hoyrdu vit um ógvusligan og beinleiðis vandamiklan harðskap millum ung í náttarlívinum. Ein ungur maður varð so illa viðfarin, at hann í skundi varð sendur av landinum til viðgerðar. Í Sjónarhorninum í dag spyrja vit millum annað, um vit noyðast at liva við…

    more
  17. Trýst á føroysku mjólkina

    Í nógv ár hevur verið funnist at, at føroyska mjólkin er ov kostnaðarmikil. Í 2015 tekur ES so allar mjólkarkvotur av, og tað kann lættliga herða kappingina á evropeiska mjólkarmarknaðinum. Og verður mjólkin í Evropa bíligari, er spurningurin, hvussu verður við føroysku mjólkini. Hvørjar ætlanir...

  18. Røktarsjúklingar fylla ov nógv á sjúkrahúsunum

    Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur skotið upp, at røktarsjúklingar á sjúkrahúsum skulu gjalda, um teir verða liggjandi á sjúkrahúsi eftir lidna viðgerð. Uppskotið hevur lopið øði í fólk, men spurningurin er, um nøkur verulig orsøk er til hesa øsingina. Var tað rætt, so lógu hesir sjúklingar á...

  19. Spenningur eftir valið í Ísrael

    Týsdagin var val til ísraelska tingið, Knesset. Roknað varð við, at forsætisráðharrin seinastu fýra árini, Benjamin Netanyahu, og hansara stjórn, fóru at vinna valið lættliga. Men tá talt varð upp týskvøldið sá út til, at sitandi stjórn fekk 61 tinglimir í Knesset, meðan Sentrum-vinstra fekk 59...

  20. Meira føroyskur matur á føroyskar matstovur

    Í longri tíð bar ikki til at borðreiða við føroyskum seyðakjøti á føroyskum matstovum, men tað er nú loyst. Verri er við føroyskum kálva- og neytakjøti. Trupult er eisini at borðreiða við øðrum føroyskum mati, til dømis kræklingi. Vit skifta orð um, hvør trupulleikin er, og hvat kann gerast fyri…

    more
  21. Tveir vilja koppa formannin í Fiskimannafelagnum

    Val er í Føroya Fiskimannafelag í hesum døgum. Atkvøðuseðlarnir skulu vera inni 30. januar í 2013, og talt verður upp 31. januar. Umframt sitandi formann bjóða eisini tveir aðrir seg fram at stjórna Fiskimannafelagnum næstu trý árini. Seinastu seks árini hevur Jan Højgaard verið formaður í Føroya...

  22. Landsbankin avhøvdaður

    Hóast serfrøðingar, stovnar og fakfeløg ávara harðliga ímóti at stongja Landsbankan, so verður hann stongdur kortini. Men í staðin fyri at taka bankan av á Nýggjárinum, mælir ein meiriluti í Fíggjarnevndini til at stongja hann 1. apríl í næsta ár. Reaksjónirnar eru ógvusligar, og ein eyðgleiðari...

  23. Fleiri hættir at umseta bíbliur

    Ágangurin á kristin úti í heimi er stórur, millum annað í Egyptalandi, Norðurnigeria og Irak. Og her heima eru eisini rembingar í hesum døgum. Nýtt Tvørkirkjuligt bíbliufelag er stovnað, atfinningarsom bók er komin út, ið sáar iva um Jólaevangeliið, og samstundis er nýtt nýggjatestamenti komið…

    more
  24. Føroysk mentan og list í kreppu

    Nógv stríð stóðst um ognirnar hjá føroysku sjúkrakassunum, tá hesir vórðu niðurlagdir, og Heilsutrygd sett á stovn. Hvat varð av av teimum 24 milliónunum í reiðum peningi, sum sjúkrakassarnir áttu, spyrja vit millum annað. Er føroysk mentan og list í álvarsligari kreppu? Ella er tað bara í lagi…

    more
  25. Kringvarpið á vegamóti

    Kringvarp Føroya er á einum vegamóti. Roknskapurin hevur seinast árini givið hall, og fyrsta dagin verða millum 20 og 30 fólk verða søgd úr starvi. Longu nú er skráin skerd munandi. Spurningurin er, hvønn leiklut Kringvarp Føroya skal spæla í framtíðini. Í útvarpsstovuni eru Rúni Heinesen…

    more
  26. Heðin Mortensen hevði eitt dundurval

    Vit hava havt kommunuval. Fleiri broytingar hendu í ymsu bý- og bygdarráðunum, og nú hyggja vit at seinasta nýggja í sambandi við samansetingar í fyrst og fremst Tórshavnar kommunu. Hoyr meira í Sjónarhorninum.

  27. Piddamálið: Ov nógvir smálutir í tíðindunum

    Sonevnda "Piddamálið" er í løtuni fyri í Føroya Rætti. Hetta málið er uttan samanbering tað málið, sum føroyingar hava havt størstan áhuga fyri í mong harrans ár. Men øll eru ikki eins fegin um smálutirnar, sum fjølmiðlarnir borðreiða við úr rættarsalinum. Tóra Petersen, granskari og...

  28. Fólkafráflyting: Føroyar á vandakós

    Fólkafráflytingin úr Føroyum kann gerast so álvarslig, at bæði sjúkrahúsverk og Fróðskaparsetrið kunnu fara fyri bakka, heldur búðskaparfrøðingur. Gestir í útvarpsstovuni eru Johan Dahl, landsstýrismaður, Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og Sjúrður Skaale, sum hevur verið við til at gjørt…

    more
  29. Føroyingar eiga at lata gøgn

    - Vit eiga at taka støðu til, um gøgn okkara kunnu nýtast, um vit koma út fyri vanlukku - ella heiladeyða onkursvegna. Tað heldur ein avvarðandi at ein sjúklingi, sum fekk nýra fyri nøkrum árum síðan. Og ein annar sjúklingur, sum eisini hevur fingið gøgn, tekur undir. Eisini yvirlækni á...

  30. Fullveldisatkvøða í Skotlandi

    Skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, hevur nú fingið ynskið sítt uppfylt; fólkaatkvøða verður um fullveldi. Spurningurin er, hvat hendir, um meiriluti veruliga verður fyri fullveldi. Og kann tað á nakran hátt koma at ávirka føroysku fullveldisrørsluna? Gestur í Sjónarhorninum er Oddur á Lakjuni, sum...

  31. Landsbankin verjir seg

    Longu tá fíggjarkarmarnir vórðu viðgjørdir í vár varð greitt, at sitandi landsstýri hevði í hyggju at niðurleggja Landsbankan. Og tá Løgtingsfíggjarlógin kom til viðgerðar herfyri, var virksemið Landsbankans strikað. Starvsfólkini skulu flytasgt til ymsar aðrar almennar stovnar. Men hetta kemur…

    more
  32. Arabiska Várið og væntaða fólkaræðið

    Kollveltingar, uppreistur og mótmæli hava eyðkent Miðeystur og arabiska heimin síðan januar í fjør. Í Egyptalandi varð Hosni Mubarak koyrdur frá, og vesturheimurin tosaði um demokrati í Egyptalandi. Í dag situr islamisturin, Muhammed Mursi, ein av høvuðsmonnunum í Muslimska Bróðurlagnum, sum...

  33. Harðari rúsevni í Føroyum

    Fyri 20 árum síðan varð mest tosað um hasj - onkuntíð kokain. Men í dag eru alskins rúsevni á føroyska marknaðinum, og dúgliga verður fiksað við ymsum heilivági. Beinleiðis lívshættislig evni hava eisini verið at sæð. Samstundis sum vit erpa okkum av at vera ein fiskivinnu- og sjóvinnutjóð…

    more
  34. Stórir trupulleikar við kynsligum ágangi

    Tað vísir ein kanning, sum Tóra Petersen, sálarfrøðingur og granskari, hevur gjørt. Hoyr brot úr Sjónarhorninum 26. september, har evnið varð viðgjørt.

  35. 155 milliónir á muni millum meting og tilboð

    Í sendingini tosa vit við verkætlanarleiðaran og ein arkitekt um stóra munin á metingunum og endaligu boðunum. Hini bæði evnini í Sjónarhorninum hesa ferð snúgva seg um ætlaða ígongdsetarahúsið fyri sálarveik - og um kynsligan ágang.

  36. Lærarar happa næmingar úr skúlanum

    Lærarar happa næmingar so illa, at fleiri næmingar rýma úr skúlanum, sigur Rósa Samuelsen. Men formaðurin í Lærarafelagnum ávarar móti at døma alla lærarastættina. Í Sjónarhorninum verður eisini tosað um vinnuliga gransking í Føroyum. Umboð fyri vinnuna eru við í kjakinum.

  37. Dreymurin hjá løgmanni kann setast í verk

    Tað kemur fram í Sjónarhorninum 12. september. Onnur evni í sendingini eru ætlaðu bachelor-útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum, og eitt møguligt etiskt ráð í Føroyum.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni, soleiðis at hvørt einstakt evni verður viðgjørt úr fleiri sjónarhornum. Slag av sending: Tíðindi og aktuelt Málbólkur: Øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum Sendilongd: 50 minuttir Vertur: Grækaris Djurhuus Magnussen Redaktørar: Liljan Weihe, [email protected], og Grækaris Djurhuus Magnussen, [email protected]

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Sjónarhornið have?

Sjónarhornið currently has 37 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Sjónarhornið about?

Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni, soleiðis at hvørt einstakt evni verður viðgjørt úr fleiri sjónarhornum. Slag av sending: Tíðindi og aktuelt...

How often does Sjónarhornið release new episodes?

Sjónarhornið has 37 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Sjónarhornið?

You can listen to Sjónarhornið on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Sjónarhornið?

Sjónarhornið is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!