Skip to content
Sum at hava fingið eitt nýtt lív episode artwork

Aug 14, 2026 14 min

Sum at hava fingið eitt nýtt lív

from Summarmorgun Hosted by Kringvarp Føroya

Síðsta leygarkvøld var stór føðingardagsveitsla í Haldórsvík. Kendi sangarin Ragnar í Vík, helt 75 ára føðingadag fyri 180 fólkum á tjaldi á Víkar Camping. -Nógv søgdu at hetta var ársins veitsla. Nógvir tónleikarar vóru við og so slapp eg at heilsa uppá nógv fólk sum eg ikki hvi sæð langa tíð. Men tað allat besta fyri Ragnar er, at hann hevur fingið sjónina aftur. Sjónin hevur verið ring í nógv ár og nú var hann at kalla heilt blindur. Hann sá bara ljós. Fyrr í ár fekk hann so eina skurðviðgerð, nýggjar linsur í eyguni, og nú hevur hann fingið sjónina aftur. -Hetta er veruliga sum at hava fingið eitt nýtt lív. Tá eg vaknaði aftur, segði eg við konuna: "Sært tú soleiðis út". Tað var ótrúligt at síggja aftur. Og nú havi eg sæð tey smæstu abbabørnini fyri fyrstu ferð, sigur Ragnar. Nú kann hann fara á flot, sum hann elskar. Tá Kringvarpið kemur at vitja, er hann júst liðugur at hagreiða fiskin sum hann fekk á floti í gjár. Hann hevur ein lítlan tríbekk og kann fara einsamallur á flot. Áðrenn kundi hann einki. -Eg hevði fyrireikað meg til, at eg kom ongantíð at síggja aftur. So hetta er fantastiskt. Ragnar í Vík var nógv at hoyra í Útvarpinum tann tíð tað var og hann framførdi nógva staðni. Sjálvt um árini nú eru blivin nógv fleiri, avvísir hann ikki at tað kann blíva til eitt sindur av tí nú eyguni eru komin aftur. -Vit hava ein bólk, sum spælir av og á. Eitt prosjekt hjá mær sjálvum, sum er á skránni í nærmastu framtíð, er ein stovukonsert í Streymnesi. Nú dámar mær smærri tiltøk, har fólk kunnu sita og hugna sær, sigur Ragnar í Vík. Her kanst tú hoyra samrøðuna við Ragnar í Vík.

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

Sum at hava fingið eitt nýtt lív

0:00 14:40

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Frequently asked questions

How long is this episode of Summarmorgun?

This episode is 14 minutes long.

When was this Summarmorgun episode published?

This episode was published on August 14, 2026.

Can I download this Summarmorgun episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.