Tá Washington bankar upp á í Nuuk episode artwork

EPISODE · Jun 2, 2026 · 33 MIN

Tá Washington bankar upp á í Nuuk

from Stakar sendingar - útvarp · host Kringvarp Føroya

USA vísir framvegis stóran áhuga fyri Grønlandi, og fyri tveimum vikum síðan vitjaði Jeff Landry, guvernør í Louisiana og serligur sendimaður hjá Donald Trump í Grønlandi, í Nuuk. Vitjanin skapti nógv kjak. Mótmæli vóru móti amerikonsku vitjanini, samstundis sum amerikonsku umboðini hittu grønlendskar politikarar og vinnulívsfólk. Millum tey, sum tóku ímóti innbjóðingini til fund við amerikanararnar, var fyrrverandi fólkatingslimurin Aaja Chemnitz. Eftir fundin hevur Aaja Chemnitz greitt frá, at hon metti tað vera týdningarmikið at hava samrøðu við amerikanararnar, men samstundis at gera teimum greitt, at grønlendingar sjálvir avgera framtíðina hjá Grønlandi. Hon hevur eisini víst á vandan fyri, at fundir sum hesir kunnu verða brúktir í amerikonskum miðlum sum prógv um stuðul til amerikanskar ætlanir. Á arktisku ráðstevnuni við Tjarnir í síðstu viku tosaði eg við Aaja Chemnitz, hvat hon helt um fundin við Jeff Landry og amerikanska sendiharran Ken Howery. Vit tosa eisini um útsagnirnar hjá Landry um, hvørt framtíðin hjá Grønlandi er tengd at Donald Trump, um amerikanskan áhuga fyri olju og ráevnum í Arktis, og um Grønland kann taka ímóti amerikonskum íløgum uttan at missa politiskt sjálvræði. Hvat vilja amerikanararnir í Grønlandi? Hvar gongur markið millum samstarv og ávirkan? Og virðir Trump-stjórnin veruliga grønlendska sjálvsavgerðarrættin?

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Jun 2, 2026

Embed this episode

Ready to play

Tá Washington bankar upp á í Nuuk

0:00 33:16

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Stakar sendingar - útvarp?

This episode is 33 minutes long.

When was this Stakar sendingar - útvarp episode published?

This episode was published on June 2, 2026.

Can I download this Stakar sendingar - útvarp episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!