Tænasta Jesusar | Poli Jacobsen episode artwork

EPISODE · Oct 14, 2024 · 43 MIN

Tænasta Jesusar | Poli Jacobsen

from Lívsins Orð · host Lívsins Orð

Poli Jacobsen talar um Jesu tænastu meðan Hann gekk á jørðini. Tað hevur stóran týdning at granska og grunda yvir tað, sum Jesus gjørdi, meðan Hann gekk herniðri, tí Hansara verk er eitt prógv um ella ber dámin av Hansara persóni.  Jesu verk og tænasta var ein opinbering av Guds vilja og náttúru. Lyndi og eyðkenni hjá einum menniskja sæst í atburðinum og gerðunum hjá tí menniskjanum. Soleiðis er tað eisini við Gudi. Um vit ynskja at kenna Hansara lyndi og eyðkenni, so mugu vit fyrst og fremst hyggja at teimum verkum og gerðum, Hann gjørdi og ger. Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd  veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini. – Heb. 1.3. Jesus er eitt við Faðirin og hevur somu útstráling sum Hann. Tað, sum Jesus segði og gjørdi er fullkomiliga í samsvar við Guds vilja. Hóast tað, sýnast nógv av okkum at hava trupulleikar við at skilja og síggja, hvat Guds vilji er. Soleiðis var tað eisini millum lærusveinarnar: Jóh. 14.7-11 sigur: ” Høvdu tit kent Meg, so kendu tit Faðir Mín við; og frá hesi stund kenna tit Hann og hava sæð Hann.”” Filip segði við Hann: “”Harri, vís okkum Faðirin, og tað er okkum nóg mikið!”” Jesus svaraði honum: “”So langa tíð havi Eg verið hjá tykkum, og tú kennir Meg ikki, Filip? Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin. Hvussu kanst tú tá siga: “”Vís okkum Faðirin!”” Trýrt tú ikki, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær? Orðini, ið Eg tali til tykkara, tali Eg ikki av Mær sjálvum; nei, Faðirin, sum í Mær býr, Hann ger verk Síni. Trúgvið Mær, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær! – Og um ikki, so latið verkini sjálv fáa tykkum at trúgva Mær!” Hetta vísir hvussu týðandi tað er, at koma at kenna Jesu tænastu og verk meðan Hann gekk í millum okkara.  Um vit vilja avspegla Faðirin, so mugu vit gera Hansara verk.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Oct 14, 2024

Embed this episode

NOW PLAYING

Tænasta Jesusar | Poli Jacobsen

0:00 43:11

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Lívsins Orð?

This episode is 43 minutes long.

When was this Lívsins Orð episode published?

This episode was published on October 14, 2024.

Can I download this Lívsins Orð episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!