«Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið...» episode artwork

EPISODE · Jan 26, 2024 · 43 MIN

«Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið...»

from Skrivað stendur · host Kringvarp Føroya

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.   Ester Hansen og Marnar Fríðheim Kristiansen Ester Hansen, búskaparfrøðingur, og Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, eru gestir í sendingini.     Sunnudag septuagesima Teksturin til triðja sunnudag fyri føstu, er úr evangeliinum eftir Mattheus, kap. 25, 25,14-30.   Líknilsi um talentirnar v14: Tí at tað er rætt sum ein maður, sum ætlaði sær út av landinum at ferðast og kallaði húskallar sínar til sín og gav teimum tað, ið hann átti, upp í hendur; v15: og einum gav hann fimm talentir, øðrum tvær og hinum triðja eina, hvørjum eftir sínum førimuni, og so fór hann av landinum. v16: Men við tað sama fór tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir. v17: Somuleiðis vann eisini tann, sum fingið hevði tvær, aðrar tvær. v18: Men tann, sum fingið hevði hina einu, fór og gróv eitt hol í jørðina og fjaldi pengarnar hjá húsbónda sínum. v19: Men tá ið long tíð var umliðin, kemur húsbóndin hjá hesum húskøllum aftur og ger upp roknskapin við teir. v20: Og tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, kom fram og hevði aðrar fimm talentir við sær og segði: «Harri, tú fekst mær fimm talentir; sí, aðrar fimm talentir havi eg vunnið.» v21: Húsbóndi hansara segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!» v22: Tá kom eisini tann fram, sum fingið hevði hinar tvær talentirnar, og segði: «Harri, tú fekst mær tvær talentir; sí, aðrar tvær talentir havi eg vunnið.» v23: Húsbóndi hansara segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!» v24: Síðan kom eisini tann fram, sum fingið hevði hina einu talentina, og segði: «Harri, eg kendi teg, at tú ert ein harður maður, ið heystar inn, har sum tú ikki sáaði, og savnar saman, har sum tú ikki stroyddi; v25: og eg óttaðist og fór tí burtur og fjaldi talent tína í jørðini. Sí, her hevur tú títt!» v26: Men húsbóndi hansara svaraði og segði við hann: «Tú illi og lati húskallur! Tú visti, at eg heysti inn, har sum eg ikki sáaði, og savni saman, har sum eg ikki stroyddi! v27: Tú átti tí at hava sett peningar mínar inn hjá peningavekslarunum; so hevði eg, tá ið eg kom heim, kunnað fingið mítt aftur við rentu. v28: Takið tí talentina frá honum og latið tann, sum hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana. v29: Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið, og hann skal hava í yvirflóð; men tann, sum einki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur. v30: Og kastið hin ódugna húskallin út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!»

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Jan 26, 2024

Embed this episode

Ready to play

«Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið...»

0:00 43:24

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Tey stóru orðini Kringvarp Føroya SavnssendingTheodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð. Trina á Sandi – tað navnið skal minnast Kringvarp Føroya Dokumentarisk ljóðmynd í tveimum pørtum um Kathrinu Winter Jacobsen alias Trina á Sandi alias Grandma Jacobsen, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis. Filosoffarnir Kringvarp Føroya Savnssending Filosoffarnir er ein sending, har Armgarð Arge tosar við Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki. Hvør sending viðgerð ein heimsspeking og tað, sum hann hevur hugsað, gjørt og skrivað. Evnini eru ymisk. Hvat er menniskja? Hvør er Guð? Hvørji eru vit, hvaðani koma vit, og hvar fara vit? Hvat kunnu vit fata, og hvat kunnu vit sansa? Og um fólkaræði, kapitalismu og kommunismu. In mente Kringvarp Føroya Savnssending Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál. Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum. Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari. Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað. Teldupostbústaðurin er [email protected]. Vertur er Gunnar Nolsøe.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Skrivað stendur?

This episode is 43 minutes long.

When was this Skrivað stendur episode published?

This episode was published on January 26, 2024.

Can I download this Skrivað stendur episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!