EPISODE · Feb 2, 2024 · 40 MIN
«Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið...»
from Skrivað stendur · host Kringvarp Føroya
Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum. Jørgen Niclasen og Kristianna Winther Poulsen Gestir í sendingini hesa ferð eru Jørgen Niclasen, løgtingslimur, og Kristianna Winther Poulsen, løgtingslimur. Teksturin til annan sunnudag fyri føstu (sunnudagur seksagesima) Onnur tekstarøð Mark. 4,26-32. Líknilsið um sáðið, ið grør v26: Og hann segði: «Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina, v27: og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu; v28: av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. v29: Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið.» Líknilsið um sinopskornið v30: Og hann segði: «Hvat skulu vit líkna Guðs ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram? v31: Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; v32: men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.» Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: [email protected]
Embed this episode
Ready to play
«Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið...»
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.