Skip to content
Ynskir sær Ingálvsstaðir í Havn episode artwork

Aug 11, 2026 13 min

Ynskir sær Ingálvsstaðir í Havn

from Summarmorgun Hosted by Kringvarp Føroya

Í Listafelag Føroya eru tey sera væl nøgd við stóru framsýningina Listating, sum var í Steinatúni í miðbýnum í Havn um ólavsøkuna og eina viku aftaná. Hon varð óvanliga væl vitjað. Tað bar ikki til at hava ólavsøkuframsýningina sum vantligt uppi í Listaskálanum, tí skálin verður umbygdur. Við vælvild frá kommununi sluppu tey inn í Steinatún, sum er gamli Føroya Banki og sum Tórshavnar Kommuna nú eigur. Pál Weihe, næstformaður í Listafelag Føroya, sigur, at tað gekk nógv betri enn tey høvdu væntað og vónað. Óvanliga nógv fólk stukku inn á gólvið, og tey í Listafelagnum vóru sera væl nøgd við arbeiðið hjá Edvardi Fuglø at skipa framýningina, sum var í trimum hæddum í húsinum. Hvør hæddin hevði sín lit og tað vóru litirnir í føroyska flagginum. -Endamálið var at byggja brýr, bæði millum aldursbólkarnar og millum listafólkini, sum hava verið í stríði. Tað eydnasti, tí øll tey bodnu tóku av, sigur ein væl nøgdur Pál Weihe. Ein patur av umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu hevur verið í bygninginum, men tey fluttu út tí hann lak og har var eisini blámusoppur Kommunan, sum eigur Steinatún, hevur ikki tikið støðu til hvat bygningurin skal brúkast til í framtíðini. Men tað er eingin ivi hvat Pál Weihe heldur. Hann hevur eitt ítøkiligt uppskot. -Í Reykjavík t.d. hava tey býarsavnið Kjarvalsstaðir, sum eitur eftir mæta listamanninum Jóhannesi S. Kjarval. Vit tilkomnu og eldru minnast øll okkara mæta listamann Ingálv av Reyni, sum gekk í havnargøtum og tók húgvuna av høvdinum fyri hvørjum menniskja hann møtti. Hann var ein býarmynd. Tað hevði verið virðiligt at havt Steinatún sum eitt listasavn fyri býin og kallað tað Ingálvsstaðir, sigur Pál Weihe. Tú kanst hoyra samrøðuna við Pál Weihe her.

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

Ynskir sær Ingálvsstaðir í Havn

0:00 13:53

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Frequently asked questions

How long is this episode of Summarmorgun?

This episode is 13 minutes long.

When was this Summarmorgun episode published?

This episode was published on August 11, 2026.

Can I download this Summarmorgun episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.