Skip to content
Eitt ljós á gøtu míni podcast artwork

PODCAST · religion

Eitt ljós á gøtu míni

by Jonhard Jógvansson

Eitt poddvarp, ið viðger kristnu trúnna

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Jun 8, 2026 · Source feed

Episodes

  1. Rík í Gudi

    Við líknilsinum um hin ríka mannin undirstrikar Jesus, hvat ið veruliga hevur týdning fyri okkum, tá ið Guð kemur at heimta okkara sál. Alt heimsins ríkidømi kann tá ikki hjálpa okkum! Nei, tá er tað eitt heilt annað slag av ríkidømi, sum er avgerandi fyri okkum, nevniliga hetta, at vera rík í...

  2. Tit skulu fáa kraft!

    Ápostlarnir kendu seg óiva máttleysar, tá Jesus fortaldi teimum, at hann skuldi fara heim aftur til faðirin. Hvat kundu teir gera, um Jesus ikki var hjá teimum? Hvussu kundu teir yvir høvur boða gleðiboðskapin uttan Jesus? Sjálvandi kendu teir seg máttleysar! Men áðrenn Jesus fór heim til…

    more
  3. At kenna Jesus

    Vit kunnu ikki fáa felagsskap við Gud uttan Jesus! Jesus sigur tað eisini sjálvur: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6). Vit læra Gud at kenna við at læra Jesus at kenna. Men tann, sum ikki kennir Jesus, kennir heldur ikki Gud. Tað er sostatt...

  4. Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól!

    Okkara kristna vón er ikki bygd á eina blinda trúgv. Harafturímóti kunnu vit við góðari grund trúgva, at eitt veruligt uppreisnarundur er hent! Tað, at hetta undrið veruliga er hent, gevur lívinum eitt heilt nýtt og vónríkt innihald. Deyðin er als ikki endin! (Prædika til páskadag. Epistul: 1 Pæt...

  5. Jesu tænasta

    “Harri, tváar tú føtur mínar? … Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!” (Jóh 13,6 og 8). Skal Jesus virkuliga tæna mær? Er tað ikki eg, sum skal tæna honum? Ja, soleiðis hugsa vit kanska. Og tað er satt, at vit sum kristin eru Jesu tænarar. Men Jesu tænasta fyri okkum er kortini óendaliga nógv...

  6. Harri, tað er gott, at vit eru her!

    Í eina løtu uppi á fjallinum sleppa hesir tríggir lærusveinarnir at vera vitni til dýrdina hjá honum, sum skuldi útstanda so nógv og líða deyðan á krossinum. Teir fáa eina staðfesting av ófatiligu dýrdini hjá konganna kongi, sum kortini skuldi bera eina tornakrúnu og líða so nógv fyri at frelsa...

  7. Vit avnokta djevulin

    Tað er ikki uttan grund, at vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans! Vit hava jú ein fígginda, sum “roynir svikaráð og okkum herjar á…” (3. sunnudag í føstu. Prædikutekstur: Jóh 8,42-51. Sálmur fyri prædiku: 255 Vár Guð er føst og haldgóð borg).

  8. Fylg mær!

    Lívið sum ein kristin er eitt lív á einum ávísum vegi. Hetta er eisini grundin til, at tey fyrstu kristnu kallaðu seg fyri tey, sum hoyrdu til “vegin” (Áps 9,2). At hoyra Jesusi til, var at hoyra einum ávísum vegi til í hesum lívi: at fylgja í Jesu fótasporum dagliga, at verða inndekkaður av...

  9. Mátturin í Guds orði

    1. Gud hevur “andað” Skriftina; hon er innblást av honum. 2. Andi Guds talar gjøgnum Skriftina enn við sama lag. 3. Skriftin sjálv veitir okkum Gud við at veita okkum Anda hansara. Sunnudag seksagesima. Epistul: 2 Tim 3,10-17. Evangelium: Mark 4,26-32.

  10. Far inn til gleði harra tíns!

    Í líknilsinum um talentirnar boðar Jesus okkum ein sera álvarsaman boðskap, nevniliga at vit í trúfesti eiga at brúka tær gávurnar, sum vit hava fingið frá Gudi. Um vit á hinari hondini goyma hesar gávurnar burtur, so verður tað við okkum, líkasum hjá hinum ódugna húskallinum, sum fjaldi…

    more
  11. Dópsins sakramenti

    1. sunnudag eftir trettanda. Lestur: 1. Mós 48,8-12 og 15-16. Evangelium: Mark 10,13-16.

  12. Stjørnan, sum lýsir okkum vegin

    Eins og betlehemsstjørnan lýsti vísmonnunum vegin til Jesusbarnið, soleiðis er Guds heilaga orð nú okkara bjarta stjørna, sum lýsir okkum vegin til Frelsaran!

  13. Ein heimur uttanfyri

    Hesin seinasti dagurin í tí gamla árinum minnir okkum á, at tíðin gongur, og at vit - saman við Jesusi - eru ávegis móti Guds ævinleika. Og tað er nakað gott og gleðiligt, sum vit eru á veg til. Himnastrond er fyri stavni!

  14. Trúgvin á Jesus

    Tá ið tú spyrt: “Nær eri eg ein kristin?” so svarar Gud: “Tá ið tú trýrt á Jesus!” Og tá ið tú spyrt: “Hvussu verði eg ein kristin?” so svarar hann: “Við at trúgva á Jesus!” Hetta er eitt einfalt, men samstundis eisini eitt undurfult svar - eitt svar, sum opnar vegin fyri øllum hjálparleysum og...

  15. Factum est

    “Factum est” - soleiðis byrjar jólaevangeliið á latín. Tað hendi faktist í teimum døgum! Jólaevangeliið byrjar ikki sum eitt ævintýr: “Einaferð var tað…” o.s.fr. Nei, harafturímóti byrjar tað við orðum, sum stilla jólaundrið mitt inn í henda heim og inn í okkara heimsøgu.

  16. Eiðis Ljómfelag og sálmasangur í kirkjuni

    Fríðrikur Petersen yrkti “Gleðilig jól!” til jóla í 1891. Sálmurin minnir okkum um gleðiboðskapin av himli, og at paradísportrið er opnað einum og hvørjum, tí at Guds náði í Jesusi er okkara skjól!

  17. Vakið tí

    Í millumkrígstíðini lýsti týski gudfrøðingurin, Reinhold Niebuhr, religiónina hjá nútímans menniskjum soleiðis: “Við hjálp frá einum Kristusi uttan kross letur ein Gud uttan vreiði menniskju uttan synd sleppa inn í ein ævinleika uttan glatan.” Hesin boðskapurin kitlar mong í oyruni eisini í dag....

  18. Tá Guðs orð fór í hold

    Gævi, at henda ársins tíð verður merkt av lovsangi fyri barninum, sum Maria ber undir belti og fyri undurfullu føðingini í Betlehem jólanátt! Og gævi, at lovsangurin fyri Jesusbarninum lærir okkum at lova og takka Guði fyri hvørt menniskjafostur og hvørt barn, sum verður borið inn í henda heim!

  19. Sonur tín livir!

    Líkasum tað bar frelsu og ævigt lív við sær fyri kongsmannin at venda sær til Jesus og trúgva á hansara orð, soleiðis ber tað á sama hátt eisini frelsu og ævigt lív við sær fyri teg at venda tær til Jesus og trúgva á hann, sum doyði á krossinum fyri tínar syndir, sum reis upp frá deyðum og sum...

  20. Jesu frelsandi hond

    Allahalganna dagur - minningardagur teirra sjólátnu. Lestur: Opb 21,1-4. Evangelium: Matt 14,22-34. Sálmur fyri prædiku: 584 (Eg sigla man yvir lívsins hav). Prædika Eins og Pætur ápostul, eru tað mong menniskju, sum í neyðini hava rópt: “Harri, bjarga mær!” Og líkasum hjá Pæturi síggja vit, at...

  21. Kristin vøkstur

    Tað verður sagt, at náðikeldan rennur omaneftir eins og ein og hvør onnur kelda. Sannur kristin vøkstur er niðureftir, niður í eyðmýkt og lítillæti, tí at “Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði” (1 Pæt 5,5). Evangelium: Luk 14,1-11.

  22. Her møtast allir vegir

    Líkasum Jesus segði við hin deyða: “Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!” soleiðis hevur hann eisini máttin til at siga tað sama við okkum og yvir okkara grøv! Lestur: 1 Kong 17,8-10a og 17-24. Evangelium: Luk 7,11-17. Sálmur fyri prædiku: 448 (Her møtast allir vegir)

  23. Um tey sleppa at liva

    Jesu verk á Golgata og burturbeiningin av heimsins synd hevði ongantíð verðið til veruleika, um Jesus varð burturbeindur sum fostur. Seinni royndi Heródes at beina fyri Jesusbarninum, men Gud havi lov fyri, at tað ikki eydnaðist! Gleðiboðskapurin um hitt fullgjørda verkið á krossinum og øll...

  24. Hin miskunnsami Sámáriubúgvin

    13. sunnudagur eftir tríeindardag í Eiðis kirkju. Prædikutekstur: Luk 10,23-37

  25. Ljóðið av himni

    Hóast øldir koma og fara, hóast ætt eftir ætt søkkur undir mold, so eru vit við trúnni kortini øll, bæði livandi og deyð, saman um hina somu livandi vónina í Jesusi, sum sjálvur er ljóðið av himni, sum gleðir sálir her á fold.

  26. Tollarans bøn

    Um ein í gomlum døgum vildi síggja stjørnurnar klárt, so fór ein ikki upp á ein høgan fjallatind, men heldur niður í eina holu. Har var myrkari, og á tann hátt kundi ein síggja stjørnurnar enn klárari. Soleiðis er tað eisini við andaliga lívinum. Vit stíga upp við at stíga niður. Vit verða sett...

  27. Legg út á dýpið!

    Sum kristin eru vit kallað til at vera mannafiskarar, og vit hava fingið gleðiboðskapin sum gørn. Latið okkum tí, eins og Pætur, við frímóði kasta gørnini út, har ið vit eru kallað til at fiska! (Prædikutekstur: Luk 5,1-11).

  28. Hin stóri veitsludagurin

    Gud elskar okkum so nógv, at hann ikki vil vera okkum fyri uttan á hinum stóra veitsludegnum! Tí sigur hann eisini við teg og meg í dag: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Lestur: Jes 25,6-9. Evangelium: Luk 14,16-24. Sálmur fyri prædiku: 461 (Til andans stóru náðifest).

  29. Nú er náðitíð!

    Prædikutekstur: Luk 16,19-31. Sálmur fyri prædiku: 464 Friðleysa sál á foldum her.

  30. Hann er undurfult nær!

    Hvítusunnudag í Eiðis kirkju. Lestur: Áps 2,1-11. Evangelium: Jóh 14,22-31.

  31. Eisini tit skulu vitna

    Líkasum ápostlarnir eru eisini vit kallað til at kennast við frelsaran og hansara orð í øllum lívsins viðurskiftum. Prædikutekstir: Jóh 15,26-16,1-4.

  32. Gerningur Andans

    4. sunnudag eftir páskir. Lestur: Ez 36,26-28. Evangelium: Jóh 16,5-15

  33. Jesus er risin upp!

    Við Jesu uppreisn tendrast eitt ljós í myrkrinum - eitt ljós, sum skínur bjart fyri okkum og boðar okkum, at tað, sum Jesus gjørdi á krossinum á sinni, eisini er galdandi fyri okkum, sum hoyra Jesusi til í dag. (Prædika til 2. páskadag í kirkjuni við Norðskála. Lestur: Áps 10,34-41. Evangelium…

    more
  34. Maðurin á mittasta krossinum

    Prædika til langa fríggjadag. Lestur: Jes 53. Evangelium: Luk 23,26-46.

  35. Lambsins blóð

    Prædika til skírhósdag. Lestur: 2 Mós 12,1-11. Evangelium: Matt 26,17-30

  36. Gud gjørdist menniskjafostur

    Allur gleðiboðskapurin og øll okkara kristna vón avhongur av hesum, at Gud gjørdist menniskjafostur við Jesusi!

  37. Jesus er lívsins breyð

    Tá ið vit eta lívsins breyð við at koma til Jesus - koma inn undir hansara orð - biðja til Jesus - koma til altars og fáa breyðið har og hoyra orðini: “Hetta er likam Jesu Krists”, tá eiga vit eisini lut í hansara lívi. Tá livir hansara lív í okkum, og tað er nakað, sum ongan enda fær, men sum...

  38. Hin andaligi bardagin

    Lestur: 1 Mós 3,1-19. Evangelium: Matt 4,1-11. Sálmur eftir prædiku: 400 (Javnt vit treingja til at biðja)

  39. Nikenska trúarjáttanin í 1700 ár

    Í ár eru 1700 ár liðin, síðan Nikenska trúarjáttanin varð orðað á einum stórum kirkjufundi í Nikea, har ið dentur varð lagdur á, at Jesus er sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin. Eisini í dag hevur kirkjan brúk fyri at verða mint á henda djúpa sannleikan…

    more
  40. Trupulleikin við óndskapi

    Líkasum teir óttafullu lærusveinarnir, eru tað í dag eisini nógv menniskju, sum í yvirførdari merking eru stadd í lívsins illveðrið, har ið tey áhaldandi spyrja: Hví er óndskapur og líðing í hesum heimi og í mínum lívi? Hví skal eg verða raktur av hesum? Hví skulu míni kæru verða rakt av hesum?

  41. Eg vil, verð reinur!

    Jesus er komin at bjarga menniskjum, sum ikki kunnu bjarga sær sjálvum, men sum hava brúk fyri at koma til Jesus og verða bjargað av honum, líkasum hin spitalski maðurin.

  42. Brúdleypið í Kána

    Jesus sigur við móðir sína, at hansara tími er ikki komin enn. Hesin tímin sipar til Jesu deyða á krossinum og hitt fullgjørda frelsuverkið. “Tað er fullgjørt!” rópti Jesus beint áðrenn hann doyði (Jóh 19,30). Tað er serliga í hesum tíma - í Jesu deyðstíma á Golgata - at Jesus opinberar sína dýrd!

  43. Okkara sanna heimland

    Á okkara pílagrímsferð til Himmals er Jesus okkara einasta stavnhald! Tað er bara við at líta á hann, at vit náa vegin fram til hitt himmalska heimlandið.

  44. Og Orðið varð hold

    “Harri okkara, Jesus Kristus, Guds orð, bleiv í sínum endaleysa kærleika til tað, sum vit eru, fyri at gera okkum til tað, sum hann sjálvur er” (Ireneus).

  45. Okkum er ein frelsari føddur!

    Tekstir: Mika 5,1-4a og Luk 2,1-14. “Gleðilig jól! Gleðilig jól!” ljóðar av himli einglalag. “Armi syndari, óttast ei nú, gleðiboðskapin hoyrir tú: Jesus er føddur í dag!”

  46. Eldragudstænasta í Eiðis kirkju

    Demenskórið Sangfuglarnir sang. Børn frá Korndalsgarði gingu lucia

  47. Ert tú tann, ið koma skal?

    Hóast vit eru stadd mitt í lívsins oyðimørk, har einki grør, so kunnu vit kortini gleðast, tí at Jesus er Immanuel - Gud við okkum. Í hansara hondum eru vit trygg!

  48. Guds lítli barnaskari

    At verða sum eitt trúgvandi barn er at vera størstur í himmiríki! Men síðan hetta eisini er kravið fyri at sleppa inn í himmiríkið, so kunnu vit eisini siga, at øll í himmiríki eru tey størstu. Tekstur: Matt 18,1-14

  49. Hann lív og ljós og gleði ber!

    Líkasum Jesus kallaði lærusveinarnar til at fáa eyguni upp fyri Guds akuri í Sámariu og í bygdini Sikar, soleiðis kallar hann eisini okkum til at lata okkara eygu upp fyri akrinum í okkara lívi - tey menniskju, sum Gud hevur sett inn á okkara lívsleið: konu, mann, børn, familju, vinir, kenningar....

  50. Sí, Guðslambið!

    Lestur: 1 Mós 28,10-19. Evangelium: Jóh 1,35-52. Sálmur: Nærri, mín Guð, til tín (38).

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Eitt poddvarp, ið viðger kristnu trúnna

HOSTED BY

Jonhard Jógvansson

Frequently Asked Questions

How many episodes does Eitt ljós á gøtu míni have?

Eitt ljós á gøtu míni currently has 100 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Eitt ljós á gøtu míni about?

Eitt poddvarp, ið viðger kristnu trúnna

How often does Eitt ljós á gøtu míni release new episodes?

Eitt ljós á gøtu míni has 100 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Eitt ljós á gøtu míni?

You can listen to Eitt ljós á gøtu míni on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Eitt ljós á gøtu míni?

Eitt ljós á gøtu míni is created and hosted by Jonhard Jógvansson.
URL copied to clipboard!