PODCAST · religion
HMU Podcast
by Heimamissiónsungdómur
Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
Episodes
-
HMU Podcast #037 - Matteus kap. 11
So eru vit komin til kapittul 11 í Matteusevangelinum. Her hoyra vit um Jóhannes Doyparan og tey ivamál, hann hevði, samstundis sum Jesus lærir um trúgv og hvíldina, sum finst hjá honum. Ein kapittul við bæði djúpum spurningum og stórari ugga. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Dann.
-
HMU Podcast #035 - Matteus kap. 9
So eru vit komin til kapittul 9 í Matteusevangelinum. Her heldur Jesus fram at gera undurverk, grøða sjúk og møta fólki við kærleika og miskunn. Vit síggja eisini, hvussu hann kallar Matteus at fylgja sær. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
HMU Podcast #033 - Matteus kap. 7
So eru vit komin til kapittul 7 í Matteusevangelinum. Her endar fjallaprædikan, har Jesus gevur fleiri týðandi lærur og avbjóðar fólk at byggja lív sítt á hansara orð. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
HMU Podcast #032 - Matteus kap. 6
So eru vit komin til kapittul 6 í Matteusevangelinum. Her heldur Jesus fram við fjallaprædikuni og lærir um bøn, trúgv og at líta á Gud í gerandisdegnum. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
HMU Podcast #031 - Matteus kap. 5
So eru vit komin til kapittul 5 í Matteusevangelinum. Hetta er eisini kapittulin, har fjallaprædikan byrjar. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
HMU Podcast #030 - Matteus kap. 4
So er tað kapittul 4 úr Matteusevangelinum – ein spennandi kapittul, har Jesus arbeiðir og ger undurverk. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
HMU Podcast #029 - Matteus kap. 3
So eru vit komin til kapittul 3 í Matteusevangelinum. Tað eru Bjarta og Sjúrður, sum eru vertir. Í kapittli 3 møta vit nevniliga Jóhannesi, einum ógvuliga serligum og spennandi persóni í Bíbliuni.
-
HMU Podcast #028 - Matteus kap. 2
Seinast var byrja uppá at gjøgnum ganga Matteus evnagelii, so nú er tað kappitul nummar 2. Tað eru Bjarta og Sjúrður sum eru vertir.
-
HMU Podcast #027 - Matteus kap. 1
Vit hava valt at broyta formati hjá HMU Podcast eitt sindur. Vit fara nú í eina nýggja røð, har vit ganga ígjøgnum Matteus evangeliið – eitt kapittul fyri hvønn part. Endamálið er at fara í dýpdina og skapa eitt samanhangandi yvirlit, har vit saman kunnu lesa, skilja og tosa um tekstin. Ein mega...
-
HMU Podcast #026 - Bíbliuskúli í Eysturríki
Eftir ein góðan páskasteðg eru vit aftur við einum nýggjum parti. Gestir hesa ferð eru Anna Klein Olsen, Bjarnhild í Buð Justinussen og Jónrið Joensen. Tær hava verið saman á einum bíbliuskúla í Eysturríki, og tær greiða frá sínum upplivingum har. Ein sera spennandi partur. Bjarta og Sjúrður eru...
-
HMU Podcast #025 - Páskini í dag
So er mánadagur og aftur ein nýggjur partur. Hesin partur er eitt framhald av partinum í síðstu viku, tá evni var tær fyrstu páskirnar. Hesu ferð er tað so páskini í dag. Øssur Kjølbrø, sum er prestur í Klaksvík, er eisini gestur í hesum partinum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
HMU Podcast #024 - Tær fyrstu páskirnar
Nú nærkast páskini, og í tí sambandi hava vit fingið Øssur Kjølbro at greiða okkum frá teimum fyrstu páskunum, hvat tað er, hvat tað merkir og mangt annað. Øssur er prestur í Klaksvík og fyrrverandi aðalskrivari í Heimamissiónini. Vertir í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
HMU Podcast #023 - Hoydalar
Ein spennandi partur hesa vikuna. Tað eru Anna Lovisa Myri og Jóhanna Sámalsdóttir, sum eru tveir av spírunum í nýggju sendingunum, sum KVF hevur framleitt og hevur hugtikið alt Føroyar. Tær greiða frá teirra uppliving, hvussu tað var, og serliga er eisini dentur lagdur á, hvussu trúgvin hevur…
more -
HMU Podcast #022 - Missiónsskúli í Suður Afrika
So er tað Rannvá Hentze sum eisini hevur veri í Suður Afrika seinasta hálva ári. Hon hevur veri á einum missiónsskúla hjá YWAM í Durban.
-
HMU Podcast #021 - Hin stóra kvøld máltíðin
Hin stóra kvøldmáltíðin er ein kend bíbilsøga. Hjalmar hevur dúkað niður og fortelur, hvat hann hevur fingið burtur úr saman við Bjartu og Dann.
-
HMU Podcast #020 - YWAM í Suður Afrika
Gesturin hesa vikuna er Marjun Garðsá sum hevur veri á einum lærusveinaskúla í Suður Afrika hjá YWAM. Tað er eitt DTS skeið, tá er man part av tíðini í skúla og eisini ein part úti í missión. Vertirnir í sendingini eru Bjaarta, Dann og Sjúrður.
-
HMU Podcast #019 - OpenDoors
Tað er Sámal Jákup sum er gestur í heusm partinum. Hann fortelur um altjóðafelagsskapinum OpenDoors og alt tað stóra arbeiði tey gera. Vertirnir í hesum parti eru Dann, Hjalmar og Sjúrður.
-
HMU Podcast #018 - Trúgv og gerningar
Hesa ferð er tað Ovi Brim, sum er gestur, og hann kemur eisini við einum spennandi evni. Evnið er nevniliga Trúgv og gerningar. Ovi er til dagligt prestur og próstur. Vertir í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
HMU Podcast #017 - Dópur
Aftur ein spennandi podcastur við einum spennandi evni. Gestur í hesum parti er Torleif Johannesen, hann arbeiðir sum sjómanstrúboðari fyri Heimamissiónina. Evnið í hesum partinum er dópur. Vertir í podcastinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
HMU Podcast #016 - Húsmøti í Aarhus
Mánadagur so er sjálvandi ein nýggjur partur frá HMU Podcast. Tað er Rakul Kjølbro sum er gestur. Rakul býr og lesur í Aarhus, har tey eru byrja at hava húsmøtir fyri føroyingum. Hoyr um hvussu tað byrjaði og hvussu tey hava møtini í Aarhus her.
-
HMU Podcast #015 - Lærusveinaskapur
Í hesum partinum hava vit fingið ongan annan enn Tórur Jacobsen á vitjan. Tórur býr í Danmark har hann eisini lesur gudfrøði. Evni í hesum parti er lærusveinaskapur, sum er eitt evni sum Tórur hevur arbeitt nógv við. Vertir í podcastinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
HMU Podcast #014 - Mercy Ships
Aftur mánadagur og aftur ein nýggjur partur frá HMU Podcast. Í dag er tað við Súsannu Hendriksdóttir Olsen, sum í fleiri umførum heuvr veri úti við Mercy Ships. Mercy Ships er ein hjálpar felagsskapur sum siglur runt alla verðuna, og veitir heilushjálp. Tað eru Bjarta og Sjúrður sum eru vertir.
-
HMU Podcast #013 - Bíða
Nú eftir eina lítla jólaferiu eru vit aftur við einum parti. Evni er at bíða. Við í Podcastinum eru Bjarta og Sjúrður.
-
HMU Podcast #012- Nú vera jól
Nú er tað alvorliga fari at nærkast jólinum og í hesum sampandi hava vit ein jól part til tykkum. Við í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. Podcasturin er eisini at finna á YouTube!
-
HMU Podcast #011 - Er kristindómur bara fyri tey heilagu?
Hesa ferð er Magni Skoradal gestur í HMU-podcastinum, og evni hjá honum er "Er kristindómur bara fyri tey heilagu?". Magni er av Toftum og gonur fast í Taboor, har hann virkin í arbeiðinum. Millum annað hevur hann ein bíblibólk við ungum Tofta dreingjum. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og...
-
HMU Podcast #010 - Ollis Barber
Hesa ferð er tað ein serligur partur, tí vit eru farin út at vitja Ólav Davidsen – ella sum nógv kenna hann, Ollies Barber. Fyrir stuttum hevur hann latið upp eina nýggja salong á Heiðavegi í Saltangará. Í hesum partinum fortelur Ólavur, hvussu hann byrjaði at fylgjast við Jesusi. Samstundis...
-
HMU Podcast #009 - Grønland
Hesa ferð er Magnus Hammer í Høllum gestur í HMU-podcastinum, og hann snakkar um tíðina, sum volontør í Grønlandi. Magnus var í Grønlandi í eitt hávlt ár, har hann slapp at síggja nær um alt Grønland, hann var umborð og skipum, inni í fongslinum og kom í samband við nógv fólk ið onki høvdu....
-
HMU Podcast #008 - Evnagelii: hvat, hví og hvussu?
Hesa ferð er Sonni Steinhólm gestur í HMU-podcastinum. Evnið í sendingini er "Evnagelii: hví, hvat og hvussu?" Sonni er úr Runavík og gongur í Missiónshúsinum á Glyvrum, har er hann eisini er partur av ungdómsnevndini. Til dagligt lesur hann til maksinmeistara í Havn. Vertirnir í sendingini eru...
-
HMU Podcast #007 - Kristin um allan heim
Hesa ferð er Fríði Dam gestur í HMU-podcastinum. Evnið í sendingini er "Kristin um allan heim". Fríði hevur, síðan hann var heilt ungur, havt ein dreym um at sleppa út við Logos Hope, sum er eitt skip hjá OM. Hesin dreymur gjørdist veruleiki, tá ið hann í tvey ár sigldi við Logos Hope sum...
-
HMU Podcast #006 - Hví hava øll so nógvan skund?
Hesa fer er Derhard Jógvansson gestur í HMU-podcastinum. Evnið er hví hava øll so nógvan skund? Derhard er prestur í Vesturkirkjuni í Havn og hevur veri har í 15 ár. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastin á YouTube.
-
HMU Podcast #005 - Er Jesus tann einasti vegurin?
Hesa fer er Anton í Liljudali gestur í HMU-podcastinum. Evnið er: “Er Jesus tann einasti vegurin?” Anton er uppvaksin í Svøríki, men hevur eisini búð í Føroyum í nógv ár. Í løtuni lesur hann til teologi í Keypmannahavn, har hann býr saman við konu síni. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og…
more -
HMU Podcast #004 - Hví felli eg í freisting?
Hesa ferð er Kartin Høgnesen gestur í HMU Podcastinum. Evnið, sum hann fer at tosa um, er: "Hvat geri eg, tá eg felli í freisting?" Kartin Høgnesen er millum annað kendur sum frisør, men nú arbeiðir hann sum ungdómsráðgevi í Heimamissiónini. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst...
-
HMU Podcast #003 - Jórunn Mohr Viderø
Hesa ferð er tað Jórunn Mohr Viderø, sum fortelur um, hvussu hon kom til trúgv. Tað er ein spennandi og lærurík ferð, sum nógv onnur als onki kenna til. Afturat henni eru Bjarta Hjalmar og Sjúrður, sum eru vertir. Møugleiki er eisini at hyggja eftir podcastinum á YouTube.
-
HMU Podcast #002 - Hví velja ung at fylgja Jesusi
Nú eru vit alvorliga komin í gongd. Tað er Jákup Brúsá sum er við, sum fyrsti gestur í HMU Podcastinum, og hann er komin at snakka um, hví ung velja at fylgja Jesusi.
-
HMU Podcast #001 - Hvat vilja vit?
Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? Hetta er fyrsti partur av nýggja HMU Podcastinum. Tað eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður ið eru vertir.
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
HOSTED BY
Heimamissiónsungdómur
CATEGORIES
Loading similar podcasts...