Franska valið, flaggdagurin og SKAM

EPISODE · Apr 26, 2017 · 55 MIN

Franska valið, flaggdagurin og SKAM

from Breddin (savnssending) · host Kringvarp Føroya

Ein fronsk kollvelting er á veg. Valevnini, sum stríðast um at gerast forseti, hoyra ikki til nakran av flokkunum, sum vanliga hava havt valdið. Marine Le Pen skal royna at vinna á stórfavorittinum Emmanuel Macron - bæði venda sær til franskar patriotar og tosa um fosturlandskærleika, men annars eru tey fullkomiligir mótsetningar. Franskur politikkur er í undantaksstøðu. Í Føroyum er flaggdagurin ein árlig áminning um okkara tjóðskaparliga samleika. Men hvat merkir Merkið fyri fólk. Hvat eru tjóðskaparkenslur í grundini. Og duga vit nóg væl at fevna onnur í okkara lítla landi. Norska sendirøðin SKAM fer sigursgongd um allan heimin. Sendingin vendir sær upprunaliga til at norska ungdómin, men fólk í øllum londum og øllum aldursbólkum hava tikið sendingina til sín. Hvat er tað, sum er so hugtakandi við hesum norsku ungu. Hoyr áhugaverdar greiningar og meiningar á Breddanum, sum hesa ferð er reyður, bláur og hvítur.

NOW PLAYING

Franska valið, flaggdagurin og SKAM

0:00 55:00

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

Vinnulívsgesturin Kringvarp Føroya Savnssending "Vinnulívsgesturin" er nýggj útvarpssendirøð, sum Leivur Hansen leggur til rættis, og sum er á skránni hvønn hósdag fyrrapart frá klokkan 10 til 11. Í sendingini, ið verður sent beinleiðis úr studio 5,  verður ljós varpað á stórar og smærri vinnulívsfyritøkur og týdning teirra fyri lokala eins væl og samfelag okkara sum heild. Hetta verður gjørt við stjóranum í viðkomandi fyritøku sum gesti, kryddað við tónleiki, ið gesturin velur. Tempo - 2012 Kringvarp Føroya Savnssending Tempo er ein lívsstílssending. Afturat tónleik í høgum og lágum tempo inniheldur sendingin samrøður og frásøgur frá gestum, sum eisini velja tónleikin. Eisini inniheldur sendingin - tá høvi býðst - livandi tónleik. Verturin heitir eisini á lurtarar um at koma við hugskotum til sendingina, serliga um onkur lurtari hevur eitt hugskot til ein gest, sum kundi vitjað sendingina. Skriva navn, telefonnummar og hví viðkomandi átti at verið gestur í sendingini. Pressan (savnssending) Kringvarp Føroya Savnssending Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar. Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað tær, at Pressan tók upp, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost. Breddin Kringvarp Føroya Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
URL copied to clipboard!