Skip to content
Pressan (savnssending) podcast artwork

Pressan (savnssending)

by Kringvarp Føroya

Savnssending Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar. Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað tær, at Pressan tók upp, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.

From the show's RSS feed, refreshed Sep 4, 2025. Source feed.

Subscribe Bookmark

Episodes

  1. Pressan: Nær skulu nøvn avdúkast í dómsmálum?

    Rættiligt kjak hevur tikið seg upp í sambandi við, at miðlarnir valdu at nevna fulla navnið á tí dømda í einum drápsroyndarmáli, meðan teir tagdu við navninum á einum manni, sum sama dag varð dømdur fyri kynsligan ágang. Í Pressutáttinum hesu ferð verður kjakast um, hvørji atlit viga tyngst, tá...

  2. Public service tænastur til privatar miðlar

    Í samband við at stjórin í Rás 2, Jonhard Hammer, hevur bjóðað rásina hjá sær fram til at gera public service, var kjak um hetta evnið. Harafturat var hugt nærri at sjónvarpssendingunum, Allah er stórur og Spískamarið. Hoyr sendingina her

  3. Blóð, steikipanna og DNA-spor aftur við døgurðanum

    Størsta drápsmálið í føroyskari rættarsøgu fær nógva umrøðu í føroysku miðlunum í hesum døgum. Pressan heldur seg ikki aftur í at endurgeva, hvat ið sagt verður í rættarsalinum. Heilt niður í smálutir, fáa lesarar, lurtarar og hyggjarar at vita, nær og hvar blóðplettir vóru funnir, nær og hvar...

  4. Blaðstjórar: Bløðini yvirliva

    Blaðdeyði, fallandi upplagstøl, bløð, sum sløkkja og lata aftur og miseydnaðar royndir at koyra bløðini út á netið. Tíðindini frá blaðheiminum í londunum kring okkum eru alt annað enn bjartskygd. Í Pressuni verður spurt, í hvønn mun døpru spádómarnir eisini anda føroysku bløðini í nakkan? Hetta...

  5. Kvinnur renna undan fjølmiðlunum

    Kvinnur eru oftast so trekar at fáa inn í sjónvarpsstovuna, at tað er bæði lættari og skjótari at biðja eitt mannfólk, siga fleiri journalistar. Úrslitið er, at miðlarnir als ikki endurspegla samfelagið, meta tríggjar kvinnur við drúgvum royndum sum journalistar. Politikarar, sum nokta at úttala...

  6. Pressan: Journalistar stjala frá hvørjum øðrum

    Journalistar stjala greinar frá hvørjum øðrum, uttan at vísa til kelduna. Tað vildi stjórin á Norðlýsinum prógva. Hann tók tí og skrivaði eina grein, og við vilja skrivaði hann ein feil í greinina. Stutt eftir var sama søga við feilinum, at síggja á fleiri øðrum heimasíðum, uttan at vísa til...

  7. Nefs og herðaklapp til Dag & Viku

    Pressukjak: Hálvkvøddar vísur fingu takið, tá Dagur og Vika í einum innslagi róði framundir, at borgarstjórin í Havn gjordi sær dælt av sorgarleikinum umborð á polska seglskipinum Rzeszowiak. Tað meta eygleiðarar í Pressuni hesa ferð. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum vísir ákærunum aftur, men...

  8. Kringvarpið søkkir sítt flaggskip

    Men hvat fyri signal sendir hetta út til hyggjaran? Niels Uni Dam, miðlafrøðingur, heldur, at hetta setir spurnartekin við rættin hjá Kringvarpinum at verða til. Birgir Kruse, ritstjóri, heldur, at hetta er ein glíðibreyt, sum reisir spurningin, hvat man í grundini vil við einum føroyskum...

  9. Árni: Hetta er at halda fólk fyri gjøldur

    Annika Mittún, kringvarpsstjóri, sigur at hetta er ein avleiðing av ta fíggjarstøðu sum stovnurin er komin í, meðan Árni heldur at stovnurin hevur eina fíggjarætlan á 60. mió og við teimum pengunum kann man ráðfesta øðrvísi. Hoyr kjakið her:

  10. Pressan í andstøðu við samgonguna

    Bjarni Djurholm, løgtingslimur, og Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri, kjakast um politiska tíðindaflutningin seinastu tíðina

  11. DR hvessir public service profilin

    Marie Rørbye Rønn, stjóri í DR, vitjar Pressuna hjá Kringvarpinum.

  12. Skøkjujournalistikkur hóttir trúvirðið

    Tað heldur ein lesari og lurtari, sum eftirhondini hevur ilt við at skyna á, hvat er skøkjujournalistikkur og hvat er óheft journalistiskt tilfar í føroysku pressuni. Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum og Vikublaðnum, Árni Gregersen, stjóri á Dimmalætting, Annika Mittún Jacobsen,...

  13. Bannan og blótan í Barnaútvarpinum

    Tað var í hoyrispælinum "Kári og Serliðið", ið snýr seg um drykkjuskap hjá foreldrum, vansorgan og sjálvmorð, at tað varð bannað og blótað. Hetta hevur follið fleiri fyri bróstið og spyrja, um tað er neyðugt at banna í Barnaútvarpinum? Um tað ikki er gjørligt at broyta orðalagið til ein meira...

  14. Journalistiski botnurin er náddur!

    "At skriva um onkra kenda amerikanska stjørnu, ið hevur víst seg nakna, er ikki eg" sigur Jákup Bogi Joensen, sum gongur á journalistháskúlanum í Århus "Men tað, haldi eg, er journalistiski botnurin". Jákup Bogi hevði ikki fingið nakað starvsvenjingarpláss í Danmark, tá starvsvenjingarskeiðið...

  15. Fótbóltur fær alt ov nógva rúmd

    Her verður serligan hugsa um, at ongir hondbóltsdystir ella flogbóltsdystir verða varpaðir beinleiðis í útvarpinum, men so skjótt fótbólturin byrjar, so virkar tað sum, at tá er onki óført, heldur ein lurtari. Vit spyrja programmleiðara kringvarpssins, Solby Eliasen, hvussu ítrótturin verður...

  16. Málburðurin í miðlunum kundi verið munandi betri

    Ein av dómararnum var Birgir Kruse, sum í hesum sambandi hevur tikið stig til, at Móðurmálsvirðislønin í ár skal varpa serligt ljós á málið í miðlunum. Eisini stóru miðlarnir Dimmalætting, Sosialurin og Kringvarp Føroya eru við til at skipa fyri Móðurmálsvirðislønini. Í útvarpsstovuni at kjakast…

    more
  17. Politikarar harta pressuna

    Er pressan vorðin ov nærgangandi ella eru politikarar vorðnir ov erkvisnir? Seinastu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um, at politikarar alment finnast hvassliga at pressuni. Tá spurningurin um til dømis gegni hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í fiskimálum leikaði harðast á, vildi fleiri...

  18. MÆLT verður ummælt

    Hvørt fríggjakvøld er sjónvarpssendingin MÆLT á skránni. Sendingin varð send fyrstu ferð síðsta fríggjakvøld, og vit ummæla sendingina.

  19. Árni Gregersen: KVF undirgrevur pressufrælsið

    Hetta skrivar hann í oddagrein í Dimmalætting. Orsøkin var, at tað var komið fram, at Kringvarp Føroya hevði latið politiið hugt politiisendingarnar 14:48 ígjøgnum, áðrenn tær vóru sendar. Hetta metir ábyrgdarblaðstjórin vera so álvarsligt, at spurningurin er, um ikki Kringvarp Føroya á hendan…

    more
  20. Áðalstjóri koyrir ávirkaður - almennan áhuga?

    Herfyri var høvuðssøgan í tíðindasendingini hjá útvarpinum, at aðalstjórin í vinnumálaráðnum var tikin fyri at koyra fullur, eftir at hann hevði rent á ein garð og síðani rýmdi frá staðnum. Dagin eftir prýddi sama søga forsíðuna á Dimmalætting við yvirskriftini "Ávirkaður aðalstjóri - rendi á og...

  21. KLH eigur at sita í stýrinum fyri Kringvarp Føroya

    Vit tosa við Thomas Juul Askman, Una Næss, formann í KLH, og landsstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, um evnið.

  22. Føroyskir miðlar og pressuetiskir spurningar

    Í sendingini hoyra vit um nýggju sjónvarpssendingina MÆLT. Eisini verður kjakast, um tað var ein smeitur fyri pressufrælsið, tá ið Kringvarp Føroya lat løgregluna meta um løgreglusendingarnar 14:48, aðrenn tær vóru sendar? Ein lurtari spyr, hví Kristligt Lurtara- og Hyggjarafelag ikki situr í...

About this show

Savnssending Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar. Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað tær, at Pressan tók upp, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.

Hosted by

Kringvarp Føroya

Categories

Frequently asked questions

How many episodes does Pressan (savnssending) have?

Pressan (savnssending) has 22 episodes on PodParley. The most recent episode was published on May 15, 2014.

What is Pressan (savnssending) about?

Savnssending Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar. Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað...

How often does Pressan (savnssending) release new episodes?

Pressan (savnssending) publishes monthly, based on its 22 episodes since March 2012.

Who hosts Pressan (savnssending)?

Pressan (savnssending) is created and hosted by Kringvarp Føroya.
Link copied