Mentanarkaféin

PODCAST · news

Mentanarkaféin

Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins.Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik.Skiftandi vertir

  1. 50

    Systkin vunnu leikritakapping kringvarpsins

    Hýrurin var góður í Studio 5, tá vinnararnir av leikritakapping kringvarpsins vórðu avdúkaðir beinleiðis í Mentanarcaféini í kvøld. Súsanna Tórgarð fekk 1. virðisløn fyri útvarpsleikritið Mynd í óðnarveðri, meðan Hans Tórgarð fekk 2. virðisløn fyri útvarpsleikritið Norðureftir. Útvarpsleikurin Mynd í óðnarveðri verður frumsendir í útvarpi kringvarpsins í heyst. Mentanarnáttina fer Tórshavnar Big Band á pallin saman við einum fjølbroyttum útvali av føroyskum sangarum. Og sangskráin fevnir um føroyska tónleikasøgu farnu 60 árini. Norðurbryggjan er eitt spennandi mentanarhús á havnalagnum í Keypmannahavn, ið er staðsett skamt frá Operahúsinum. Elin í Stórustovu hevur hitt stjóran Karin Elspudóttir á Norðurbryggjuni. Tú kanst hoyra Mentanarcaféina her!

  2. 49

    Mentanarcaféin í Saltsiluni

    Hvør er søgan um Saltsiluna, hvørjir eru møguleikarnir, og hvat siga vit um arkitekturin, eru nakrir av spurningunum, vit fara at venda, nú Mentanarcaféin varð send beinleiðis av Saltsiluni á Drelnesi. Vit hitta Ólav Rasmussen, stigtakara og samskipara, sum sigur okkum um søgu og framtíðarætlanir, vit fara upp í tornið við Albert Isfeld, sum er arkitekturin handan umvælingina og umbyggingina, hitta Trygva Sondum og Margith Holm Jacobsen, sum sóu, tá silan varð bumbað av týskum flogfari í 1941, og tosa við Jacob Haugaard, sum saman við beiggja sínum skrivar eina Suðuroyaroperu til Saltsiluna. Vit hitta eisini systkini Katrin og Róa Einarson, sum bæði eru virkin listafólk, eins og listakvinnuna Vígdis Sigmundsdóttir. Tróndur Enni sigur frá um studio, sum hann hevur gjørt í einum gomlum hjalli a Tvøroyri, Jana Jensen greiður frá um ætlaninar við víkingaskipi og víkinganeysti, Annika Jungehau sigur frá um Víkingadagarnar, meðan Páll Lave, arkitektur, nemur við spurningin, um arkitekturur og estetikkur kunnu ganga hond í hond við stórar vinnubygningar. Livandi tónleikur er eisini á palli, og spennandi og forkunnuga Musikcaféini verður mannað av Froðbiar Sóknar Bluesorkestri; trashbólkinum Asyllex; Tróndi Enni & Lív Næs; Hamradun; Hans Jacob Hjelm; og Tvøroyrar Hornorkestri. Tú kanst hoyra sendingina her!

  3. 48

    Tema um tungmálm og 12 nýggjar bøkur til summarið

    Tað stundar til sól, summar og summarfrítíð. Og hvørjar bøkur kunnu viðmælast sum summarlesnaður? Vit spyrja bókavørðin Vónbjørt Vang. Vit fara á ferð í bæði føroyska og útlendska tungmálmsumhvørvinum saman við Fróða Stenberg, hitta Teit Fossaberg frá áhugafelagsskapinum Upp við Hornunum, fáa orðið á týska rock journalistin Gunnar Sauermann, vit tosa við umboð fyri tungmálmsbólkarnar Týr, Hamferð og Asyllex, eins og vit spyrja Honnu Jensen, forkvinnu í løgtingsins mentanarnevnd, um hon lurtar eftir tungmálmi.

  4. 47

    Myndlist, Grøna Herbergið og maritim mentan

    William Heinesen var ikki bara skald og rithøvundur, hann skrivaði eisini tónleik, spældi uppá klaver, eins og hann var ein sera fjøltáttaður myndlistamaður. Og nú tað fríggjadagin lat upp ein stór framsýning við verkum eftir William Heinesen á Listasavni Føroya, hava vit hitt Maluna Marnersdóttir, professara, og Nils Ohrt, stjóra á Listasavni Føroya. Framsýningin er framhald av bókini, sum Bárður Jákupsson hevur skrivað, og sum Sprotin legði úr hondum í fjør. Og vit leita eisini aftur á ummæli, sum Kinna Poulsen tá gjørdi um bókina. Vit vóru eisini á gátt í Steinprenti, har vit fingu orðið á listarmannin Anker Mortensen, ið hevði fernisering fríggjadagin. Jógvan Hansen, sum eitt nú var sangari í klaksvíksbólkinum Aria, eins og hann hevur luttikið í bæði X-Factor og Eurovision kappingini í Íslandi, lat í fjør upp spælistaðið Grøna Herbergið í Reykjavík. Elin í Stórustovu hevur vitjað Jógvan í Grøna Herberginum. Maritimi mentanararvurin fær eisini innivist, tá vit hitta fyrrverandi formannin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen, sum tók stig til at varðveita línuskipið Helenu, og sum í samrøðuni vísir á fleiri spennandi møguleikar, sum eitt nú eisini kunnu tæna ferðavinnuni.

  5. 46

    Mentanarcaféin í Spaniastovu í Klaksvík

    Hvat hendir í Spaniastovu í summar? Jógvan Andrias Joensen sigur frá og vitjar musikcaféina, meðan Fía Heinesen greiður frá umhvørvisframsýning, hon hevur sett saman í Miðstovuni. Hóast vøkur, kann hugnaliga føroyska bygdin og føroyska summarið pallseta óhugnaligar hendingar. Og hetta fáa vit staðfest í nýggju føroysku krimiskaldsøguni ?Hevndin úr havsins dýpi?, sum kemur út í næstum. Rithøvundurin Steintór Rasmussen vitjar Mentanarcaféini. Posthúsið, sum rundar tey fimti í komandi mánað, verður partur av nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík, hvørs vinnarauppskot varð avdúkað fyri einum sløkum ári síðani. Vit fáa vitjan av Signhild Johannesen, forkvinnu í mentanarnevnd Klaksvíkar býráð og í stýrinum fyri mentanarhúsið; Edwardi Fuglø, sum vegna Norðoya Listafelag longu hevur sett skjøtil á Posthúsið sum mentanarhús; eins og vit eisini hava hitt Palla Gregoriussen, ið er arkitekturin, sum teknaði Posthúsið, og Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað nýggja mentanarhúsið. Góður arkitekturur ger okkum lívið betur, og vit fara eisini at skifta orð við Ósbjørn um nýggja, spennandi bygningin, sum Bústaðir letur byggja í miðbýnum í Klaksvík. Í ár eru 40 ár liðin síðani stig vórðu tikin til at Klaksvíkar Sjónleikarfelag varð endurstovnað. Adelborg Linklett og Rudolf Joensen støkka inn á gólvið. Fleiri sera dugnalig listarfólk hava sínar røtur í Klaksvík, og ein teirra er grafikarin og listarkvinnan Elinborg Lützen, sum livdi frá 1919 til 1995. Og stjórin á Listasavni Føroya ? Nils Ohrt, fer at lýsa Elinborg sum listarkvinnu. Hvør er søgan um Faktorshúsini, ið standa skamt frá Spaniastovu, og har listarkvinnan Elinborg Lützen eisini hevur búð? Hesar og aðrar spurningar seta vit Andrassi Sólstein, leiðara á Norðoya Fornminnissavni. Maritimi mentanararvurin fær eisini innivist, tá vit hitta fyrrverandi formannin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen, sum tók stig til at varðveita línuskipið Helenu, eins og Janus á Tjaldrafløtti, sum hevur keypt sær deksbát, ið er javngamal við Titanic, leggur at í Spaniastovu. Hví er Klaksvík ofta kosin at vera føroyski tónleikahøvuðsstaðurin, og hvat hevur eyðkent tónan úr Klaksvík... Hesar og aðrar spurningar fara vit, í orðum og tónum, at greina saman við Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingi. Livandi tónleikur verður eisini á palli, og spennandi og forkunnuga Musikcaféini verður mannað av Jógvani Andriasi Joensen; Jón Mørkøre; Herdis Klein við orkestri; Halli Joensen og hansara fólkum; unga tónleikabólkinum Vinsent; eins og FMA virðislønta troubadourinum Hans Andriasi Jacobsen.

  6. 45

    Myndlist, Luther, Fuglafjørður, og Wagner

    Tað er sera forvitnisligt at vitja í atelierinum hjá feðgunum Tróndi og Brandi Patursson. Vit hava verið á gátt. 31. oktober í ár eru 500 ár liðin, síðani týski professarin í gudfrøði, presturin, tónaskaldið, og munkurin Martin Luther setti skjøtil á reformatiónina. Og saman við Jákupi Reinert Hansen, ph.d, og lektara í kirkjufrøði, umrøða vit eitt nú hvønn týdning Luther hevur haft. Mánadagin 3. apríl tók Jónas Bloch Danielsen við sum nýggjur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði ? og Jónas vitjar útvarpsstovuna um eina løtu. Á Mentanarcaféini, sum varð send í Dimbuldagaviku, hittu vit operasangaran Rúna Brattaberg, sum í dag er viðurkendari tulkari av týska tónaskaldinum Richard Wagner, sum var føddur 22. mai 1813 í Leipzig, og sum andaðist 13. februar 1883 í Venezia, 69 ára gamal. Og seinast í sendingin fer Sunleif Rasmussen at útgreina Wagner og hansara univers.. Tú kanst hoyra sendingina her!

  7. 44

    Opera í gjónnið í Elduvík, arkitekturur og list

    Mikukvøldið 25. januar handaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, føroyska operasangaranum Rúna Brattaberg Mentanarvirðisløn landsins. Vit hava verið í gjónnið í Elduvík, har vit hittu Rúna Brattaberg og konuna Susanne, ið eisini er operasangari. 22. apríl rundar føroyski listamaðurin Arnold Vegghamar tey áttati, og í hesum sambandi er stór listaframsýning í heimbygdini Viðareiði, har listamaðurin eisini varð kosin heiðursborgari fyri sløkum tveimum árum síðani. Vit vóru á fernisering farna leygardag. Skamt frá Viðareiði - í Hvannasundi, hava tey kanska fingið sítt egna Eiffeltorn ? eitt kirkjuhús, sum varð vígt í november mánað í fjør. Vit hitta arkitektin handan bygningin ? Mayfinn Norðoy, eins og vit ummæla bygningin saman við Albert Isfeld, arkitekti. Arkitekturur og list eru ofta afturvendandi felagsnevnarar í føroyskum kirkjum. Og í samband við at Christianskirkjan í 2013 rundaði tey fimti, var eitt ? ella rættari sagt. 10 rund listarverk og 6 vignettir avdúkaði í kirkjukjallaranum. Og vit leita aftur á hátíðardagin. Tú kanst hoyra sendingina her!

  8. 43

    Ungur yrkjari, sangleikur í Fuglafirði, og filmur

    Tann lítli drongurin og beinagrindin er heitið á yrkinga- og stuttsøgusavni, sum Beinir Bergsson í hesum døgum gevur út á forlagnum Sprotin ? vit hitta unga yrkjaran. Mikudagin var sangleikurin High School Musical 2 frumspældur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og sama kvøldið varð fyrsta almenna sýningin á palli. Vit hava verið til sangleik í Fuglafirði - sangleik, ið telur sløk 60 ungfólk, og saman við Joanu Johansen, sangara og lærara, og Rudolf Joensen, sjónleikara og lærara, verður mett um avrikið. Við argentinskum leikstjóri og sponskum upptøkuliði, er Havnar Sjónleikarfelag í hesum døgum í ferð við at innspæla nýggjan film í fullari spælifilmslongd. Vit hitta leikstjóran Pablo Merin, fotografin Ferran Castrera, og høvuðsleikararnar Hjálmar Dam, Anniku á Lofti, og Jákup Dahl Wardum. Føroyski myndlistapallurin hevur talt og telur nógv evnarík listafólk. Og seinri í sendingini fer Nils Ohrt, stjóri á Listasavni Føroya, at siga okkum um listina hjá Thomasi Arge. Og í hesum døgum verður riggað til Várframsýningina, ið letur upp á listasavninum fríggjadagin. Vit hava verið á gátt, har vit hittu Jón Sonna Jensen og Jóhan Martin Christiansen. Tú kanst hoyra sendingina her!

  9. 42

    Mentanarcaféin live úr Tofta skúla

    Fyri einum góðum mánað síðani varð fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin latið av. Hvussu byrjaði henda verkætlan og hvat merkir hetta fyri mentanarlívið? Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við borgarstjóran Jóhannus Danielsen og ein av stigtakarunum Símin Johannesen á kvøldsins Mentanarcafé, sum varð send beinleiðis úr Tofta skúla. 1. apríl hátíðarheldur Nes kommuna at fimti ár eru liðin síðani kommunan gjørdist sjálvstøðug, og Helgi Jacobsen, sum hevur skrivað bókaverk um Nes kommunu, sigur okkum søguna um tá bygdirnar Saltnes, Toftir og Nes gjørdist ein sjálvstøðug kommuna. Prestagarðurin á Nesi taldist einaferð millum størstu bygningar í Føroyum. Og saman við Albert Isfeld, arkitekti, hava vit verið á gátt, har Josefina Jacobsen, ið er forkvinna í Bygdasavninum í Nes kommunu, beyð vælkomin. Nýggjar ? og ikki neyðturviliga so stórar, arkitektoniskar perlur eru eisini at finna í Nes kommunu. Og Eyðun Eliasen, arkitektur, sigur okkum søguna um eitt nú einu teirra. Kórsangur er avgjørdur partur av samleikanum í Nes kommunu. Kórið í Fríðrikskirkjuni fer at syngja, eins og vit fara at skifta orð við kórleiðaran - Michael Jóhan Heinesen. Hans Poulsen er viðurkendur tónleikari, framleiðari og upptøkumaður. Vit hava verið á gátt í Introvers, ið er nýtt studio á havnalagnum á Toftum. Kunnu vit kanska siga at siðsøgulig og spildurnýggj mentan møtast umvegis ull, design og ferðavinnu? Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Óla Kristian á Torkilsheyggi, ið tók stig til Navia. Harry Knudsen er myndlistamaður, og í kvøld hitta vit Harry um eitt prát um eitt nú list, íblástur og myndaevni..... Livandi tónleikur verður eisini á palli, tá vit fáa vitjan av Daniu Tausen, eins og Janus Wiberg Mortensen eisini vitjar Mentanarcaféina. Leygardagin hátíðarheldur Nes kommuna fimti ára dagin. Og hvat verður á skránni, tá reyði gólvdregilin verður rullaður út, frætta vit um, tá forkvinnan í mentanarnevndini í Nes kommunu, Elin á Torkilsheyggi, vitjar við borðið. Og vit fara aftur á Torkilsheygg, tí Hervør Sabina og Kári á Torkilsheyggi fara eisini at borðreiða við livandi tónleiki. Men vit byrja á útivølli, við sangleikinum High School Musical II, sum verður spældur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Ein av høvuðsmonnunum handan leikin er Bárður á Lakjuni. Hoyr sendingina her!

  10. 41

    Verjurøða holubúgvans, útvarpsleikir og poesidagur

    20. apríl er evstamark fyri at lata inn handrit til kappingina um at skriva nýggjar útvarpsleikir. Og saman við Mariusi Rein, Sigmundi Poulsen og Jóhann Mortensen varpa vit ljós á útvarpsleikir sum miðil og frásøguhátt, eins og vit eisini hoyra brot úr fleiri útvarpsleikum. Týsdagin var altjóða poesidagur, og saman við Arnbirni Dalsgarð, Heðini M. Klein, Oddfríði Marna Rasmussen, Vónbjørt Vang, Trúgva Danielsen, og Bergi Djurhuus Hansen seta vit poesi í hásæti.

  11. 40
  12. 39

    Mentanarkaféin 15. mars 2017

    Kim fer at greiða frá um rák í yrkingalistini, um materialismu, um økopoesi og um náttúrusøguliga leiklutin í hansara yrkingasøvnum. Martin Røen Hansen er produsentur fyri DR, og var við í verkætlanini, At the heart of a selkie, hjá Eivør Pálsdóttir. Mentanarkaféin hitti hann til eitt prát um hansara leiklut í verkætlanini, hvat ein produsentur hevur ábyrgdina av og um hvønn týdning, FMA hevur fyri hann og fyri toymið handan At the heart of a selkie. Politisk list, hvat er tað, og hví er tað aloftast á vinstravonginum, at politiska listin er sjónlig? Hetta tosa vit við listafrøðingin, Kinnu Poulsen um. Ein av heimsins mest týdningarmestu tónleikaútgávum hevði fimti ár á baki 12. mars. Talan er um The Velvet Underground & Nico. Vit gera eina heilt stutta samanfatan av verkinum, og geva rúm fyri tónleikinum.

  13. 38

    83% av tiðindagreinunum skrivaðar av monnum

    Á kvinnudegnum 8. marts sendi Mentanarkaféin beinleiðis úr studio 3. Beinleiðis tónleikur, røður, sum vórðu skrivaðar til høvið, samrøður og yrkingar vóru á skránni.  Birgith Lassen tosaði við Barbaru Holm, blaðstjóra á Sosialinum, um umboðan av kvinnum í føroysku tíðindabløðunum. Í eini roynd at skapa eitt yvirlit yvir kynsbýtið í bløðunum, hugdi Barbara Holm eftir nøvnunum á journalistunum. Stakroyndin vísti, at 83% av greinunum vórðu skrivaðar av monnum, og 17% skrivaðar av kvinnum.  "Redaktiónirnar eru næstan bara mannaðar av monnum - og tað ávirkar í stóran mun outputtið", sigur Barbara Holm, sum saknar fleiri kvinnuligar bylines í bløðunum. Hoyr Barbaru Holm greiða frá, hví tað er týdningarmikið, at kynsbýtið er javnt í miðlunum.  Síggj livestroyming frá kvøldinum her.

  14. 37

    Mentanarkaféin: Um at vera myrk kvinna í Føroyum

    Á kvinnudegnum 8. marts sendi Mentanarkaféin beinleiðis úr studio 3. Beinleiðis tónleikur, røður, sum vórðu skrivaðar til høvið, samrøður og yrkingar fylti skránna.  Birgith Lassen tosaði við Jannie í Skálum um sexifisering av myrkum kvinnum.  "Eg haldi ikki, at myrkir menn verða gjørdir til eitt sexobjekt upp á sama máta", sigur Jannie í Skálum.  Hoyr hana greiða frá við at trýsta á pílin omanfyri.  Síggj livestroyming frá kvøldinum her.

  15. 36

    Mentanarkafein 1. mars 2017

    Hoyr sendingina her.

  16. 35

    Mentanarkaféin 22. februar 2017

    Tvey ummæli eru á skránni: Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, og Erhard Jacobsen, bókavørður, viðgera og ummæla bókina "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" eftir Sjúrð Skaale. Og Marna Jacobsen, bókmentafrøðingur, ummælir Andy eftir Andrass Sólstein. Vit hoyra um tiltakið Damudomi, sum verður í Sirkus í døgunum 1. til 8. mars. Og vit fara í Norðurlandahúsið, har rithøvundurin Oddfríður M. Rasmussen og Jan Anderson, sum rekur Steinprent, meta um listaverkini, ið yrkjarin Peter Levitt og listamaðurin Ian McKeever framleiddu, tá ið teir vitjaðu Steinprenti.

  17. 34

    Tónleikur, filmur og steinprent

    Tónleikurin fyllir nógv Kringvarpinum, og umleið 40 prosent av tónleikinum er føroyskur. Elin Brimheim Heinesen og Edvard Nyholm Debes siga sína meining um týdning, fjølbroytni og framtíð. Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari, greiðir frá bygnaði og tónleikapolitikki. Filmsfestivalur verður í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið - prátað verður við Jan Berg Jørgensen, filmserfrøðing og fyriskipara, eitt nú um skránna og um framtíðina hjá føroyskari filsmlist og filmsmentan. Steinprent fekk Heiðursgávu Landsins, og Mentanarkaféin skiftir orð við Fríðu Matras Brekku og Jan Hartvig Andersson, leiðara. Ivan Niclasen, mentanarsamskipari hjá Kringvarpinum, svarar spurningum um mentanarpolitikk í Kringvarpinum, sum hevur verið umrøddur í seinastuni.

  18. 33

    Mentanarkaféin 1. februar 2017

    Tjóðpallur Føroya framførir í hesum døgum grikska sorgarleikin Elektra, og vit fáa tveir ummælarar á gátt, Vár B. Jacobsen og Gullu Øregaard. "Eg eri ikki eg, eri eg", er heiti á MA-ritgerð, sum Lydia Didriksen hevur skrivað MA-ritgerð á Fróðskaparsetri Føroya um autofiktión. Lydia lýsir autofiktión í føroyskum skaldskapi. Endaloysi er evni á listaframsýning, sum Beinta av Reyni hevur á Listasavni Føroya. Vit práta við Beintu sjálva og Solveig Hanusardóttir Olsen, listafrøðing, um framsýningina. Og vitjað verður á Býarbókasavninum, har Vónbjørt Vang, bókavørður, viðmælir og tekur fram áhugaverdar bøkur.

  19. 32

    Mentanarkaféin 18. januar 2017

    BankNordik hevur latið 623 listaverk til ein sjálvsognarstovn, sum skal umsita og nøra um savnið. Vit tosa við Árna Ellefsen, bankastjóra, og Helga Fossadal, formann í nýggja BankNordik-savninum. Tvey ummæli eru á skránni. Guðrun Gaard, bókmentafrøðingur, ummælir krimiskaldsøguna Drotningaringurin eftir Jógvan Isaksen. Og Erhard Jacobsen, bókavørður og tónleikakønur, ummælir og lesir essay um Føroysku rokksøguna, haðani vit eisini hoyra nøkur løg. Vit práta við Snorra Brend, sum hevur skrivað nýmótans bygdasøguna um Norðdepil, Hetta er okkara bygd. Á mentanarkaféina eru eisini komnar Olga Biskupstø og Sunneva Gudmundsdóttir Mortensen at práta um matmentan, matoyðsl og slowfood.

  20. 31

    LISA 35 ár

    Listafólkasamband Føroya fyllir 35 ár. Marita Dalsgaard, Guðrið Poulsen, Jóhan Martin Kristiansen, Súsan í Jákupsstovu og Ingi Joensen greiða frá byrjanini av Lisa, framtíðarvónir og endamál

  21. 30

    Spennandi handrit eftir William endurfunnið

    Forkunnugt og spennandi handrit er komið undan kavi. Bókmentafrøðingurin Bergur Rønne Moberg hevur endurfunnið og lisið "Baalet" frá 1936 eftir William Heinesen. Vit tosa við Berg um hvønn týdning funna handritið hevur fyri bókmentagranskingina og fyri fatanina av tí stríði William Heinesen hevði at gerast viðurkendur skaldsøguhøvundur

  22. 29

    Eivør tekur upp konsertfløgu

    Seks ár eru farin, síðan Eivør seinast tók upp frá konsertum. Við trimum konsertum hetta vikuskiftið legði Eivør lunnar undir eina útgávu við live-tónleiki, har hon spæli løg frá seinastu trimum fløgunum, sum hon hevur útgivið. Vit práta við Eivør um hennara ætlanir við fløguni og framtíðini

  23. 28

    Nýggjárskonsertin verður ummæld

    Verkið Nordika eftir Sunleif Rasmussen varð framført á fyrsta sinni í Føroyum. Eitt minni ensamble framførdi krevjandi verk eftir Atla K. Petersen. Solistar hesaferð vóru Sergei Semishkur, Tóra Vestergaard og Kristina Thede Johansen. Vit umrøða verk, orkestur, solistar, kór og framleiðslu. Ummælarar eru Ólavur Jakobsen, gittaristur, og Eirikur Skála, stjóri í Musikkskúlanum í Vágum.

  24. 27

    Fyrsta mentanarkaféin í 2017

    Føroya Symfoniorkestur byrjaði leikárið 2017 við Nýggjárskonsertini; Eirikur Skála og Ólavur Jakobsen ummæla verk, solistar, orkestur og kór. Spennandi skaldsøguhandrit eftir William Heinesen er endurfunnið; vit tosa við Berg Mobert Rønne, sum hevur lisið handritið. Eivør hevði upptøkukonsert um vikuskiftið; vit vóru í Sjónleikarhúsinum. LISA fyllir 35; vit tosa við verandi og fyrrverandi nevndarlimir um framtíðarvónir og endamál.

  25. 26

    Seinasta Mentanarcaféin í 2016

    Tvey bókaummæli eru. Í august mánaði í ár gav dansk/føroyska Siri Ranva Hjelm Jacobsen út debutskaldsøgu sína Ø, ið kom út á forlagnum Lindhardt og Ringhoff. Malan Marnersdóttir ummælir skaldsøguna, ið hevur fingið góð ummæli í Danmark. Árliga framsýningin Myndaódn er latin upp í grafiska verkstaðnum Steinprenti í Havn. Har hitta vit Kinnu Poulsen. Vit skifta orð við Andrias Høgenni, sum annað árið á rað hevur vunnið filmsvirðislønina Geytan - eisini hitta vit Birgir Kruse, formann í Geyta-dómsnevndini. Fyrr í heyst komu tvær yrkisbøkur um tveir víðagitnar føroyskar sjógarpar út. Talan er um Nólsoyar Páll og Magnus Heinason. Óli Olsen og Páll Nolsø hava skrivað. Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, umrøður bøkurnar. Og vit fara eisini at hoyra Turið Sigurðardóttir lesa á føroyskum "Gullhornini" eftir Adam Øhlenschlager - frumyrkingina í donskum bókmentum - sum Turið sjálv hevur týtt.

  26. 25

    Føroyingar vilja bara eitt sindur

    Árligu bókadagarnir í Norðurlandahúsinum hava verið, men vit fara kortini at tríva í aftur røðuna, sum rithøvundurin Carl Jóhan Jensen helt, tá tiltakið varð sett. Evnið í røðuni var føroyskt mentanartilvit - ella kanska heldur tvørrandi mentanartilvit. Høvundurin er hvassoraðaður og gevur ilt av sær um líkasæluna og best-man-vera-sum-er hugburðin, ið valdar her á landi, tá tað um mál og mentan ræður. Carl Jóhan Jensen hevur lisið okkum røðuna av nýggjum í útisetu síni í Bruxelles.

  27. 24

    Uppiyvir Bob Dylan

    75 ára gamli Bob Dylan fær í morgin bókmentavirðisløn Nobels. Leingi hevur verið gitt og spátt um hann sjálvur fór at taka ímóti virðislønini. Hetta er ikki einasta loyndarmálið, ið knýtir seg at hesum listamanni, sum seinastu 55 árini hevur verið virkin tónleikari, umframt at hava skift skap og tónleikasløg óteljandi ferðir. Men hvør er Bob Dylan, og hvat hevur hann at bjóða? Og hevur hann sum tónleikari uppiborið bókmentavirðisløn Nobels? Vit fara út á Landavegin, har vit hitta teir Dylan-kønu Meinhard Jensen og Knút Háberg Eysturstein til eitt prát um legunduna Bob Dylan.

  28. 23

    Dylan og Carli á café

    Nobel-aktuelli Bob Dylan var til drúgva umrøðu. Meinhard Jensen og Knút Háberg Eysturstein hittust frammi í Dal til eitt forvitnisligt Dylan-treff. Carl Jóhan Jensen gav ilt av sær um tvørrandi alment mentanartilvit í Føroyum. Vitjað varð í Steinprenti, har Tróndur Patursson arbeiðir við litografiskum verki. Turið Sigurðardóttir hugleiddi um hvussu romantikkin føddist, og Vagnur Streymoy og Kinna Poulsen ummældu kirmi hjá Steintór Rasmussen og yrkingasavn hjá Oddfríði M. Rasmussen.

  29. 22

    Tóroddur á vektini

    Yrkingasavnið "Skriftstøð" eftir Tórodd Poulsen og stuttsøgusavnið "Albert" eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð eru til viðgerðar. Trygvi Danielsen og Heðin M. Klein ummæla. Vit hitta stuttsøguhøvundan. Gestur í sendingini er danski rithøvundurin Siri Ranva Hjelm Jacobsen, sum fær góð skoðsmál í Danmark fyri fyrstu skaldsøguna, sum nemur við føroyska uppruna høvundans. Og so hitta vit fløguaktuellu Konni Kass við manning. Lagt til rættis Sissal Kampmann og Suni Merkistein.

  30. 21

    Bókmentakjak, Feitar tíðir og Hansina

    Nortið verður við spurningin at ummæla bókmentir í breiðum bókmentakjaki. Carl Jóhan Jensen, Kinna Poulsen, Dorrit Hansen og Bergur D. Hansen sita kring borðið. Sangleikurin Feitar tíðir er til umrøðu. Gunnvá Zachariassen og Jensina Olsen meta um leikin. Farið verður eisini á listaframsýning hjá Hansinu Iversen í Spaniastovu.

  31. 20

    Deadlines eru motiverandi

    Í gjár læt upp forvitnislig framsýning við Hinsinu Iversen í Miðstovuni í Leikalund í Klaksvík. Rani Nolsøe spældi og sang nøkur løg og Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag segði nøkur orð í sambandi við at framsýningin varð sett kl 15 í gjár. Framsýningin hongur upp til 11. desember. 10. desember, tá ið tunnilsdagur er, spæla Danny and the Veetos í Spaniastovu. Brot úr tí, sum Dávur segði: ?Tú leitar tær út í heim at nema tær listarligan kunnleika - fert til Ísland, har víkkingalyndið gevur rúm fyri víðum kørmum. Heldur fram til Finnlands, sum vit ofta binda við tað meiri skipaða, ástøðiliga og kanska heldur stíva og stirvna. Men ástøðin er umráðandi! Tú gerst master í list ? ein holl útbúgving yvir 8 ár, sum byrjar í Íslandi 1989 og endar í Finnlandi í 1997. Tú ert í útlondum leitar og granskar, mennist og sýnir fram ymsarstaðir. Fær eisini spennandi uppgávur her heima, so sum at prýða skrivstovupartin av tinghúsinum. Tú ert tí egin. Myndirnar kunnu vera samansettar við fleiri flatum og sniðum, sum bylgjast aftur og fram í myndahválvinum. Tær kunnu vera voluminøsar og minimalistiskar ? alt um somu leið. Tær kunnu vera goysandi í litspæli ella kvirrar í sínum einsliga littóna. Tær leita út í tað abstrakta ella kubistiska sniðið ? og eru oftast nonfigrativar. Tað ytra eyga sær okkurt ávíst og til ber eisini at síggja í pørtum. Men tað innara eygað rúmar meir, og her haldi eg, tú oftani biður okkum leita, fyri betur at kunna skilja ella betur at kunna fáa ró ? ella bert lata hugin reika. Tí betur ert tú komin aftur á heimabeitið. Hetta ríkar listalívið her heima, og ert tú við tínum royndum og útbúgving úti í heimi við til nøra um ta keldu, sum so mong listafólk her heima hava gott av, at væta varrar sína við. Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, Hansina?!

  32. 19

    Malan um Bommhjartað

    Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, hevur lisið bókina og ber fram sína hugsan um hana í viðtal við Sissal Kampmann.

  33. 18

    Bókmentir og filmur í Mentanarcaféini

    Jóanes Nielsen hevur skrivað nýggja skaldsøgu. Malan Marnersdóttir ummælir "Bommhjarta". Oddfríður M. Rasmussen, sum hevur latið nýtt yrkingasavn frá sær, "Úrtíð," er gestur í sendingini. Norðurlendskur filmur og høvundur verða eisini umrøddir. Jan Berg Jørgensen og Birgir Kruse meta um ensktmælta norska filmin "Louder than bombs", sum fekk norðurlendska filmsprísin. Og Bergur Djurhuus Hansen sigur frá um Katarinu Frostensen, sum fekk bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins í ár fyri yrkingasavnið "Sångar och formlar."

  34. 17

    Mentanarcaféin 9. november 2016

    Skaldsøgan "Óendaliga vera", sum Marjun Kjelnæs skrivaði og fekk Bókahandlaravirðislønina í 2015 fyri, verður ummæld. Vár í Ólavsstovu og Heðin M. Klein viðgera skaldsøguna.Suðuroyggin er ein leys oyggj, ið hevur nógvar ymiskar avbjóðingar, millum annað í mun til minking í fólkatali, umframt at tað tykist truplari hjá norðoyingum at koma til suðuroyar enn tað er hjá suðuroyingum at koma til Havnar. Men suðuroyggin hevur eina rúgvu av mentanarligum tilboðum, og ikki vantar oynni framsíggin fólk, ið tora at skapa og byrja egið virksemi, ið bæði er annarleiðis og fjølbroytt. Vit hitta fimm av hesum fólkunum, ið eru við til at menna oynna til eitt prát um mentan, list, ferðavinnu, samleika, hugsjónir, avbjóðingar, vónir og dreymir fyri framtíðina í oynni á kafe MorMor á Tvøroyri. Og vit hoyra brot úr samrøðu frá 2003 við tónlistamannin Óla Hans Andreasen, sum doyði herfyri, 50 ára gamal. Demoupptøka frá 1984 av ókendum sangi hjá bólkinum Funkies, sum hann var høvuðsmaður í, verður spæld.

  35. 16

    Mentanarcaféin við fjølbroyttum innihaldi

    Leygardagin 29. oktober skipaði Listafólkasamband Føroya, LISA, fyri ráðstevnu um føroyskan listapolitikk. Limir í starvsnevndini í LISA og yrkislistakvinna kjakast um ráðstevnuna. Regin Guttesen er aktuellur við nýggjari fløgu. "Momento", sum fløgan nevnist, varskógvar nýtt stílbrigdi hjá føroyinginum í Suðuritalia. Bólkurin 200, sum Niels Arge Galan, Michael Blak og Una Árting manna, hava givið út sjeyndu útgávu teirra við heitinum, Reytt pass. Niels tosar um føroyska málið, tjóðskaparkenslu- og samleika, og um hví 200 ikki flokka seg sum punkbólk. Eilif Samuelsen hevur aftur veitt okkum ein heimsspekiligan dýrgrip á føroyskum. "Tað etiska kravið", sum danski heimsspekingurin og gudfrøðingurin K. E. Løgstrup skrivaði, er nú komin í føroyskari týðing. Í hesum sambandi hitta vit Dorthe Pedersen, sum undirvísir í heimsspeki á studentaskúlanum, og hevur stóran áhuga fyri nettupp Løgstrup.

  36. 15

    Fjølbroytt úrval av mentan

    Norðurlendsku listavirðislønirnar verða latnar týsdagin, Carl Jóhan Jensen er tilnevndur úr Føroyum fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna "Eg síggi teg betur í myrki". Sunleif Rasmussen hevur smíðað verk til nýggjan norðurlendskan tjóðsang, sum skal framførast á samkomuni. Í Klaksvík situr nýggjur krimihøvundur, og LISA viðger stuðulsskipanina fyri listafólk.

  37. 14

    Chuck Berry 90 ár

    Hoyr samrøðurnar og sangirnar her!

  38. 13

    Gandakendu ljósini í Húsahaga

    Tað skal gerast vakrari, tí royndarkoyrir SEV eina verkætlan, har ljós verða sett á tríggjar av vindmyllunum í Húsahaga. Vit skifta orð við Eyðun Eliasen, arkitekt, um verkætlanina. Við sínum myndum broytti havnamaðurin Dániel Jacob Danielsen - Dollin, søguna í Kongo. Óli Jacobsen, sum hevur skrivað bók um Dollan, vitjar á Mentanarcaféini. Hósdagin andaðist kendi italienski marglistarmaðurin Dario Fo, 90 ára gamal. Og saman við Eyðuni Johannessen og Ega Dam minnast og lýsa vit Dario Fo, hvørs leikir eisini eru nógv spældir í Føroyum. Týsdagin 18. oktober rundaði Chuck Berry tey níti. Og saman við Robert McBirnie, Niclasi Johannesen, Benjamin Petersen, Jóhann Mortensen ? og einum forsterkara, lýsa vit rock ?n? roll legenduna.

  39. 12

    Seks skínandi stjørnur til »Einaferð var tað eg«

    Leygarkvøldið var nýggi sjónleikurin Einaferð var tað eg ? eitt nýfeministiskt ævintýr, ið er skrivað av Mariann Hansen, Duritu Dahl Andreasen og Búa Dam, frumspælt í Perluni í Havn. Og saman við Riu Tórgarð, sjónleikara og leikstjóra, og Marnu Jacobsen, forkvinnu í Demokratia og ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelag, fara vit at ummæla nýskrivaða leikin. Fyri einum góðum ári síðani lat Linda Mortansdóttir úr hondum útvarpsfilmin Til Lindu, sum hon hevði gjørt um beiggja sín Rasmus Rasmussen, sála. Vit frætta frá Lindu, nú hon í næstum luttekur á stórum europeiskum festivali í Berlin fyri útvarpsdokumentarljóðmyndir. Í hesum døgum eru 250 ár liðin, síðani Nólsoyar Páll varð borin í heim. Vit skifta orð við Óla Olsen, sum hevur skrivað bók um tjóðarhetjuna, eins og Archibald Black, ið er ein av stigtakarunum til at endurbyggja hús Nólsoyar Pálls á Biskopstøð í Klaksvík, eins og hann eisini hevur granskað í viðurskiftunum hjá Nólsoyar Pálli. Í sendingini tosa vit við Duritu Dahl Andreasen, Mariann Hansen, Búa Dam, Riu Tórgarð, Marnu Jacobsen, Lindu Mortansdóttir, Óla Olsen, og Archibald Black. Hoyr sendingina her.

  40. 11

    Dukkusjónleikur er eisini fyri vaksin

    Dukkusjónleikur er eisini fyri vaksin. Hetta siga Eyðun Johannessen, leikstjóri, og Rakel Helmsdal, rithøvundur og dukkuleikari, tá vit hitta tey á kreativa kvistinum heima hjá Rakel. Eisini verður tosað um eitt nú søguna handan dukkusjónleik, og hvørjir serligir møguleikar eru í dukkusjónleiki. Leygarkvøldið fer aftur ein nýskrivaður føroyskur sjónleikur av bakkastokki. Talan er um feministiska leikin Einaferð var tað eg, sum Mariann Hansen og Durita Dahl Andreassen hava skrivað, og sum Búi Dam hevur leikstjórnað. Vit fara at fregnast í Perluni, har leikurin verður spældur. 16 aðrir leikir verða eisini á palli í Sjónleikarhúsinum um vikuskiftið. Talan er um stuttleikir úr átta londum, nú NEATA Short Play Festival 2016 verður hildin í Føroyum. Og talan er um áhugaleik, sum vit eisini frætta um í sendingini. Runavíkar kommuna er í serflokki, tá umræður arkitektur. Hetta var staðfest á føroysku Arkitekturdøgunum, ið vórðu hildnir í Havn farna vikuskiftið. Vit hava fregnast um hvat, hví og hvussu, eins og vit eisini skifta orð við Henrik Stjernholm, ið er fyrrverandi býararkitektur í Vejle kommunu. Í sendingini tosa vit við Eyðun Johannessen, Rakel Helmsdal, Heidi Poulsen, Janus Trúgvason, Tórbjørn Jacobsen, Henrik Stjernholm, Búa Dam, Mariann Hansen, Duritu Dahl Andreasen, og Rudolf Joensen. Mentanarcaféin kann hoyrast her!

  41. 10

    Ummæli - Havfrúgvin

    Birna Heinesen, dramaturgur, Búi Dam, sjónleikari, og Hanus Kamban, rithøvundur, ummæla nýggja leikin Havfrúgvin. Eisini tosa vit við sjónleikaran Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum er á palli í Århus og Keypmannahavn við sjónleikarkonsertina American Spirit, ið er við tónleiki hjá Johnny Cash og harumframt ein ferð ígjøgnum amerikanska samfelagið. Og vit hitta arkitektarnar Heidi Poulsen og Ole Jensen, nú stundar til arkitekturdagarnar 2016, sum byrja fríggjadagin. Tú kanst hoyra sendingina her!

  42. 9

    Á ferð í 2. symfoni Sunleif

    Jonhard Mikkelsen greiðir okkum frá tiltakinum Orðum og Tónum og fleiri forvitnisligum bókum frá Sprotanum. Tú hoyrir sendingina her.

  43. 8

    Havfrúgvin backstage og Tórsbyrgi 40 ár

    Nógv hendir á føroyska mentanarpallinum í løtuni, og hetta merkir eisini fyrstu Mentanarcaéina hesa vetrarskránna. Leygarkvøldið verður nýggi leikur eftir Jóanes Nielsen, Havfrúgvin, frumsýndur á Tjóðpalli Føroya. Og talan er um eina fult og heilt føroyska framleiðslu. Vit hitta leikstjóran, Eyðun Johannesen, pallsmiðin, Sámal Blak, og tónleika- og ljóðgandakallin, Jens L. Thomsen, og vit leita aftur á samrøðu, sum Kári Olsen hevði við rithøvundan, Jóanes Nielsen, í síðstu viku. Í vár læt upp stórfingin framsýning í Norðurlandahúsinum, samstundis sum Sprotin læt úr hondum bókina Prent 1980-2016 í spegilsvendari skrift um Marius Olsen og hansara list. Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur, kemur á gátt at ummæla stóru bókina. Fleiri framsýningar lótu upp seinasta vikuskiftið, og vit hava verið á tveimum teirra: Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík var fernisering við verkum eftir Hanna Bjartalíð, og vit hava hitt listarmannin, umframt Kinnu Poulsen, ið setti framsýningina. Vit vóru eisini á Listasavni Føroya, har framsýningin Spor læt upp fríggjadagin. Hetta er ein fjølbroytt installatión hjá listamanninum Jóhan Martin Christiansen, sum vit skiftu orð við millum stóru seglini, ið eru gjørd úr bummullsblæum. Í summar vóru 40 ár liðin, síðan fyrstu húskini fluttu inn í slóðbrótandi býlingin, Tórsbyrgi. Vit hava tosað við arkitektarnar Gunnar Hoydal og Páll Holm Lave og Heina Gaard og Selmu Dahl Erol, sum eru uppvaksin í Tórsbyrgi. Tú kanst hoyra sendingina her.

  44. 7
  45. 6

    Tað er mentanin, ið bindur fólkið og landið saman

    Á Mentanarcaféini hesuferð hitta vit Susanne Andreasen, stjóra á Grønlands Nationalteater, og Jenny Petersen, stjóra á Tjóðpalli Føroya. Eisini fara vit eina mini-cruiseferð saman við Katrin Dahl Hanusson, har vit vitja tríggjar av leikunum, sum vóru á palli á Døgunum 2016, nevniliga íslendska leikin Ikea Travels, svenska klovnaleikin Flugo!, og donsku heima við hús uppsetingina av Eitt dukkuheim. Hóskvøldið 12. mai lat Sólrún Michelsen úr hondum nýtt yrkingasavn ? Ein farri av fráferð. Vár í Ólavsstovu ummælir nýggja yrkingasavnið. Fyrst skapa vit bygningarnar, og síðani skapa bygningarnir okkum. Orðini eigur fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Sir Winston Churchill, og hetta sigur nakað um týdningin av góðum arkitekturi í gerandisdegnum. Seinri í sendingini hitta vit føroyska arkitektin Høgna T. Hansen, sum starvast sum lærari á Kunstakademiets Arkitektskole, og sum ? sjálvur triðji, fekk donsku virðislønina fyri arkitektur ? Store Arne, fyri útbyggingina av nýggju marghøllini í Falkonersgårdens Gymnasium og HF Kursus á Fredriksberg. Vit fara eisini út í Saltnes, har ein forvitnislig listaframsýning við málningum eftir Leivíksmálaran Jóannis Kristiansen lat upp í farnu viku í endurreistu Gráasteinshúsunum. Vit tosa vïð Petur Martin Petersen, sum eigur málningarnar, og Alfred Olsen, sum hevur umvælt gomlu Graásteinshúsini. Ein annar partur av Døgunum 2016 var fyrilestur Suzanne Osten og Ann-Sofie Bárány um barndóm og kreativitet. ?Børn gerast glað og bilsin, tá vaksin av álvara tosa við tey?, siga Suzanne Osten og Ann-Sofie Bárány millum annað í hesari samrøðuni, har tær eisini staðfesta, um tað loysir seg at lata børn, sum einans eru seks mánaðar gomul, fáa estetiskar ella fagurfrøðiligar upplivingar. Hoyr sendingina her!

  46. 5

    Ein kreativ grýta, ið kókar yvir

    Umframt at njóta leiklist eru vit eisini á Saltnesi, har forvitnislig listaframsýning við verkum eftir leirvíksmálaran, Jóannis Kristiansen, er. Vit frætta eisini um forvitnusligu Frank Sinatra-konsertirnar hjá Tórshavnar Big Band. Hoyr sendingina her.

  47. 4
  48. 3
  49. 2
  50. 1

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins.Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik.Skiftandi vertir

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!