EPISODE · Nov 1, 2012 · 55 MIN
Blaðstjórar: Bløðini yvirliva
from Pressan (savnssending) · host Kringvarp Føroya
Blaðdeyði, fallandi upplagstøl, bløð, sum sløkkja og lata aftur og miseydnaðar royndir at koyra bløðini út á netið. Tíðindini frá blaðheiminum í londunum kring okkum eru alt annað enn bjartskygd. Í Pressuni verður spurt, í hvønn mun døpru spádómarnir eisini anda føroysku bløðini í nakkan? Hetta kjakast Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjórar á Sosialinum og Dimmalætting, og Niels Uni Dam og Martin Simonsen, miðlafrøðingar, um. Onnur evni í sendingini eru, at flestu sjónvarpsrásir uttanlands við virðing fyri sær sjálvum gera sendingar um mat og matgerð. Og Kringvarpið verður heldur ikki aftanfyri, tí í næstum fer Kringvarpið at vísa eina matsendirøð um matgerð við føroyskum rávørum. Og Frode Rekve, leiðari á Institutt for Journalistikk í Frderiksstad í Norra, sigur, at norska pressan ikki var nóg kritisk í sínum dekningi fyrstu dagarnar eftir 22.juli í fjør, tá 78 fólk lótu lív í álopinum hjá Anders Behring Breivik. Tí tók instituttið for Journalistikk stig til at bjóða norskum journalistum skeið í at dekka sorgarleikin. Anna Ellingsgaard hevur tosað við Frode Rekve um, hvussu norska pressan handfór fyrstu dagarnar eftir sorgarleikin og hvat journalistarnir høvdu mest brúk fyri, í royndini at viðgera størsta sorgarleikin í Norra í nýggjari tíð.
Embed this episode
Ready to play
Blaðstjórar: Bløðini yvirliva
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.