Blóð, steikipanna og DNA-spor aftur við døgurðanum

EPISODE · Nov 15, 2012 · 51 MIN

Blóð, steikipanna og DNA-spor aftur við døgurðanum

from Pressan (savnssending) · host Kringvarp Føroya

Størsta drápsmálið í føroyskari rættarsøgu fær nógva umrøðu í føroysku miðlunum í hesum døgum. Pressan heldur seg ikki aftur í at endurgeva, hvat ið sagt verður í rættarsalinum. Heilt niður í smálutir, fáa lesarar, lurtarar og hyggjarar at vita, nær og hvar blóðplettir vóru funnir, nær og hvar fartelefonir vóru tendraðar og sløktar og hvussu heilt intim og privat viðurskifti vóru hjá teimum, sum verða avhoyrd. Men er tað etiskt rætt av miðlunum at kunna um hvønn smálut, sum kemur fram í rættarsalinum? Tað kjakast Eirikur Lindenskov, Árni Gregersen, Liljan Weihe og Uni Arge um í útvarpsstovuni. Kringvarpið hevði ynski um at sleppa at ?live blogga? frá rættargongdini, men tað varð noktað kringvarpinum. Hvat sigur lógin og hví hevði kringvarpið ynski um at sleppa at siga beinleiðis frá rættargongdini á heimasíðuni? Og hví gjørdist heimasíðan hjá Kringvarpinum brádliga óvirkin, tá ið kommunuvalið var týskvøldið. Tekniski leiðari í Kvf er í útvarpsstovuni og greiðir frá, hvat hendi. ?...Og havið tók? eitur nýggjur dokumentarur, sum verður vísur í sjónvarpinum í kvøld. Hvat snýr hesin dokumentarurin seg um og hví gera ein slíkan dokumentar? - tað greiðir Jóannes Lamhauge frá, sum hevur gjørt sendingina. Og í endanum á sendingini er Høgni Djúrhuus aftur frammi við vinkulslíparnum. Hoyr sendingina her

NOW PLAYING

Blóð, steikipanna og DNA-spor aftur við døgurðanum

0:00 51:39

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

Vinnulívsgesturin Kringvarp Føroya Savnssending "Vinnulívsgesturin" er nýggj útvarpssendirøð, sum Leivur Hansen leggur til rættis, og sum er á skránni hvønn hósdag fyrrapart frá klokkan 10 til 11. Í sendingini, ið verður sent beinleiðis úr studio 5,  verður ljós varpað á stórar og smærri vinnulívsfyritøkur og týdning teirra fyri lokala eins væl og samfelag okkara sum heild. Hetta verður gjørt við stjóranum í viðkomandi fyritøku sum gesti, kryddað við tónleiki, ið gesturin velur. Tempo - 2012 Kringvarp Føroya Savnssending Tempo er ein lívsstílssending. Afturat tónleik í høgum og lágum tempo inniheldur sendingin samrøður og frásøgur frá gestum, sum eisini velja tónleikin. Eisini inniheldur sendingin - tá høvi býðst - livandi tónleik. Verturin heitir eisini á lurtarar um at koma við hugskotum til sendingina, serliga um onkur lurtari hevur eitt hugskot til ein gest, sum kundi vitjað sendingina. Skriva navn, telefonnummar og hví viðkomandi átti at verið gestur í sendingini. Pressan Kringvarp Føroya Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum.Pressan fylgir við í miðlunum og spyr tey við ábyrgd um valini, sum vera gjørd í miðlunum.Sendingin boðin út til framleiðslu uttan fyri Kringvarp Føroya og liggur tí ikki undir beinleiðis redaktørleiðslu í Kringvarpinum.Kringvarp Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sendingini, og sendingin skal halda seg til journalistisku og etisku leiðreglurnar, sum Kringvarp Føroya setir.Ábyrgd: Øssur Winthereig, journalistur. Geymin Kringvarp Føroya Savnssending Geymin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum evni, sum eru uppi í tíðini. Sendingin er ein montaga við persónligum søgum og serfrøðingum.
URL copied to clipboard!