Summartíð

PODCAST · news

Summartíð

Summartíð er summarsendingin í útvarpinum seinnapartar. Sent verður allan juli og august, gerandisdagar frá klokkan 15-17, bæði úr útvarpsstovuni og ymsastaðni um landið.Evnini fevna víða. Vit hitta fólk, vit fáa frásagnir, og vit kava niður í úrvald evni. Sendingin leggur seg eftir at geva lurtaranum vitan og upplivingar í føroyska summarinum, og málið er at veita lætt og upplýsandi útvarp í einum.

  1. 43

    Summartíð 05. september 2017

    Sendingin hesaferð snýr seg millum annað um hjálpararbeidi í sambandi vid, at 20 ár eru lidin sídani Móðir Teresa doyði Vit fáa vitjan av Føroysku Barnahjálpini, ið útvegar fátøkum børnum í menningarlondum varandi hjálp. Eisini fáa vit ordid á Harriet Poulsen, sum letur studul til tvey børn, eitt í Libera og eitt í Filipsoyggjunum, sum hava vánalig lívskor Áhugafelagsskapurin Búgva sóknast eftir fleiri leigubústøðum í Føroyum, serliga í høvuðsstaðnum, tí privati leigumarknaðurin er lítil, dýrur og ótryggur. Í gjárkvøldið sóu vit í Degi og Viku, at tað er lættari at fáa lán at keypa hús í Havn, enn tað er at fáa lán at keypa hús á bygd. Elin Hentze frá áhugafelagsskapinum Búgva, kemur í útvarpsstovuna. Vit spyrja eisini landsstýriskvinnuna á økinum, Eyðgunn Samuelsen, hvørjar ætlanir hon hevur vid bústaðarmálum í Føroyum, og um hon ætlar sær at loysa trupulleikarnar, sum eru vid tómum húsum í kommunum, og vid leigubústaðartroti. Eisini bjóða vit Bústøðum at greiða frá, hvørjar ætlanir tey hava, og hvussu nógv fólk eru á bíðilista til leigubústað.

  2. 42

    Summartíð - 7. sept. 2017

    Vit fregnast um nýggja ferðavinnuskeiðið, sum byrjaði á miðnámi í Vestmanna í gjár. Vit fáa orðið á næmingar, umframt at vit spyrja inn til hvat útbúgvingin inniber, og hvat hon kann brúkast til. Í morgin byrjar ráðstevnan Nordic Meeting 2017, har umboð fyri ítróttarsambondini í norðurlondum hittast at umrøða tey øki, sum ymsu londini arbeiða við í løtuni. Petur Mittún, aðalskrivari í ítróttarsambandi føroya, sum er vertur fyri ráðstevnuni, kemur í útvarpsstovuna. Tú verður ongantíð til nakað, er heiti á Klummu, sum Símun Joenen hevði í nýggjasta skúlablaðnum. Hvør er uppgávan hjá einum lærara, tá tað snýr seg um virðing - bæði fyri sær sjálvum og fyri øðrum. Vit hava prátað við Símun um hetta.

  3. 41

    Summartíð - 4. september 2017

    Vit tosa við lívfrøðing, ið fer at greiða frá avbjóðingunum, ið standast av hesum. Eisini hava vit spurt kommunur ymsa staðni í Føroyum, hvør trupulleikin er av fremmandum plantum og skordýrum í teirra kommunu, og hvat kommunan ger fyri at basa hesum. Vit vitja gróðurstøðina hjá Skógrøkt Landsins og tosa við Rakul Dahl, og eisini spyrja vit Høgna Hoydal, landsstýrisfólkið á økinum, um eftirlitsskipanin við innflutningi av plantum er nóg góð. Onnur innsløg í sendingini eru ein samrøða við Eyðun á Lakjuni um kórkonsert í Fuglafirði og samrøða við Ottar í Uttastovu, bónda í Trøðum á Sandi um føroyskt grønmeti.

  4. 40

    Summartíð, 1. sept. 2017

    Vit hitta Mimi Vágsheyg frá Café Fríðu, stjóran á KJ Hydraulik, Ólav Ásafsson Olsen, stjóran á FabLab Joannes Djurhuus, borgarstjóran í Fuglafjarðar kommun, Sonna á Horni, mentanarleiðaran Rønn Eliasen, tónleikararnar Knút Háberg Eysturstein, Konni Kass og Anders Riis, Kristinu Berg, Niels Midjord, og kokkarnar Leif Sørensen og Fanney Fóri. Tú kanst hoyra sendingina her!

  5. 39

    Summartíð, 31. august 2017

    Vit hitta Siri Sørensen, Suna Poulsen, Eiler Fagraklett, Lenu Andersen, Brand Olsen, og Gunnar Nielsen. Tú kanst hoyra sendingina her!

  6. 38

    Summartíð - 30. august 2017

    Nú nátatíðin er byrjað, minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á nátasjúkuna. Og hvussu hagreiðir tú nátan, uttan at sjúka stendst av? Vit tosa við djóralækna, ið fer at greiða frá, hvussu tey, sum taka náta, kunnu fyribyrgja at gerast sjúk. Og eitur hann náti ? ella havhestur, og hvat er rætta orðið at brúka um fuglin? Hetta spurdu vit tykkum lurtarar. Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum á ein sera dugnaligan hátt hevur miðlað gransking. Hvat er endamálið og hvør og hvørji kunnu heiðrast? Hesar og aðrar spurningar seta vit stjóranum í Granskingarráðnum. Vit frætta um nýggjan føroyskan spælifilm, ið er á gáttini; vit frætta um føroyskan film yvirhøvir, eins og vit venda aftur til Føroyska filmsfestivalin fyri minnilutar. Eisini finna dagsins 67?ara, eins og dagsins tónleikur hevur tann felagsnevnara, at sjeytalið er seinasta siffrið í útgávuárinum.

  7. 37

    Summartíð, 29. august 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  8. 36

    Summartíð, 28. august 2017

    Vit vitjaðu eisini Blue Fassion Challenge, frætta um heyst- og vetrarskránna í Norðurlandahúsinum, og fáa søguna um Mezzoforte frá Gulla Briem, trummusláara í Mezzoforte

  9. 35

    Summartíð - 39. sending, 25. august 2017

    Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn skipa fyri einari landslagskanning, hvørs endamál er at finna út av, hvat meinigi føroyingurin heldur um náttúruvirðini í føroyska landslagnum, og framtíðar menning av landinum. Vit frætta nærri um gongdina í kanningini. Hóskvøldið vóru fýra Embla Nordic Food Awards virðislønir latnar í Keypmannahavn. Føroyingar vunnu ikki færri enn tríggjar teirra. Ein av vinnarunum kemur á gátt. Gudstænasta sunnudag er ikki nakað forkunnugt sum so, men sunnudagin verður gudstænasta á Slættanesi. Vit práta við fyriskipara um tiltakið. Finalan um løgmanssteypið er leygardagin, og hon fer at seta dám á serliga seinna tíman í sendingini í dag. Vit hava verið til rekkjukoyring við Guliganz, og vit vitja eisini í B36 leguni - eins og vit eisini tosa við mest umrødda málverjan hesa vikuna - Tórður Thomsen, sum er leikbannaður til finaludystin. Og vit hitta eisini ein trúfastan B36 fjeppara, og spyrja, hvat hon fer at gera leygarkvøldið, tá finalan er.

  10. 34

    Summartíð - 38. sending, 24. august 2017

    Nú 500 ár eru liðin síðan Trúbótina, hevur Eyð Matras skrivað ein leik um konu Martin Luther, Katharinu von Bora, sum millum annað var bryggjari. Eisini teknirøðin um lívið hjá Luther, og ætlanin um at lata fleiri av okkara kendastu sálmum í nýggjan ham eru á skránni. Vit tosa við Birgir Kruse og Gudmund Mortensen. Nú Kommunuskúlin í Havn verður umbygdur til lestraríbúðir, hevur Tórshavnar býráð samtykt, at partar av fyrrverandi skúlanum skulu hýsa mentanarligum virksemi burturav. Vit hitta Gunnvør Balle, forkvinnu í Mentamálanevndini, eftir kl. 16, og eisini kom Arina Bischoff kórsangari og nevndarlimur í kórsambandinum á gátt. Runavíkingurin Hans Andrias Midjord situr á triðja degi við pokerborðið í Barcelona, har 50 milliónir eru upp á spæl í hesum døgum. Tað er longu nú greitt, at hann kemur at vinna nakrar tíggjutúsund krónur. Lp plátur eru aftur vorðnar vælumtóktar, og alsamt fleiri føroyskir tónleikarar geva sín tónleik út á vinyl. Ein tann nýggjasta føroyska LP'in er við Elinborg Pálsdóttir, sum hevur útgávukonsert.

  11. 33

    Summartíð 37. sending, 23. august 2017

    Vit spyrja Eydnu Skaale, retorikara, hví summi orð og nøvn hava størri týdning fyri okkum enn onnur? Regin Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóri hjá SMS, greiðir frá samlimerkjum og ágóðum til trúfastar kundar. Allan Dalsgarð, stjóri í ráðgevarafyritøkuni Savnað, greiðir frá marknaðarføring fyrr og nú, og at enda práta vit við Terje Sigurðsson, deildarleiðara hjá Kappingareftirlitinum, um eftirlit á økinum.

  12. 32

    Summartíð 36. sending, 22. august 2017

    So bjóða vit enn einaferð vælkomin í Summartíð, og aftur í dag hava vit nógv ymiskt á skránni. Kinna Poulsen, listaummælari, gevur út bókina, Listamál. Hetta er eitt greinasavn hjá høvundanum um ymisk listamál, sum hava verið uppi og vent síðani 2010. Vilt tú hoyra klassiskan tónleik á ein minni klassiskan hátt, so er tað kanska sansaríka tónleikaferðin hjá Ensemble Sirius, ið kann bjóða tær tað. Hvørt húski í landinum fær ein pakka við postinum frá Fólkakirkjuni í morgin, nú 500 ár eru liðin síðani trúbótina. Í pakkanum er lesnaður til bæði yngri og eldri - eitt nú ein teknirøð til tey yngru um lívið hjá Luther. Bogi Mouritsen fekk fyri góðum ári síðan nóg mikið av gerandisdegnum, so seinasta hálva árið hevur hann siglt í miðjarðarhavinum í seglbátinum Polyhymna. Dimma er nú talgild aftur - nýggj heimasíða er gjørd, og vit tosa við blaðstjóran. Og Hans Andrias Midjord hevur sitið við eitt pokerborð í Barcelona í allan dag, har endaligi vinningurin er heili 50 milliónir. Seinast vit frættu er Hans Andrias framvegis við í kappingini, men hetta er bara fyrsti dagur. Vit ringja til Barcelona síðst í sendingini. Verðið vælkomin í Summartíð, sum í dag leggur fyri við Eyðuni Nolsøe.

  13. 31

    Summartíð 35. sending, 21. august 2017

    Fyri næstan hálvum triðja ári síðani var full sólarmyrking í Føroyum. Í dag uppliva amerikanarar í 14 statum sama fyribrigdið, og vit tosa við føroying, sum er farin til USA at uppliva sólarmyrkingina. Vit tosa eisini við myndamannin, Jens Jákup Hansen, ein lítlan film, sum hann gjørdi um nakrar ørkymlaðar hønur undir sólarmyrkingini í Føroyum 20. mars 2015. Landsliðið til næstu tveir HM undankappingardystirnar í fótbólti er úttikið, vit tosa við landsliðsvenjaran og liðskiparan. Fríggjadagin svumu sjey mans úr Tjørnuvík til Risan og Kellingina, har teir heilsaðu upp á kendasta parið í Føroyum.  Í seinna tímanum er Guðrun Sólja Jacobsen gestur í táttinum "Tónleikarin um tónleikin".

  14. 30

    Summartíð 34. sending, 18. august 2017

    Sjómannadagarnir í Klaksvík eru í hæddini. Vit eru í Klaksvík og práta um vatnkríggj, fiskikapping, og hvat annars er á skránni leygardagin, umframt at vit støkka inn á gólvi í nýggju húsum Nólsoyar Páls. Í næstu viku eru 30 ár síðani, at filmurin Dirty Dancing kom út við Patrick Swayze og Jennifer Grey í høvuðsleiklutunum. Filmurin bleiv eitt blockbuster hitt, og fá munnu tey vera, sum ikki kenna hendan filmin, sum nam við fleiri eldfim evni. Í seinna tímanum spola vit tíðina aftur til 1987 saman við tveimum fjepparum og góðum tónleiki úr filminum. Í august í ár eru eisini 40 ár síðan Elvis doyði, og í tí sambandi hevur Norðurlandahúsið saman við Listastovuni í Miðvági bjóða svenska bólkinum Fröken Elvis til Føroya at heiðra Konginum. Vit prátaðu við limir úr bólkinum og við umboð fyri Listastovuna, um virksemið har

  15. 29

    Summartíð 33. sending, 17. august 2017

    Finnbogi Joensen í Vestmanna er ein eldsál og undangongumaður, tá tað kemur til umhvørvi og endurnýtslu. Í 20 ár hevur hann lært føroyingar um, hvussu vit eiga at taka okkum av móður jørð. Og Summartíð vitjar eisini flis.fo, sum endurnýtur runnar og trø. Í sambandi við Sjómannadagarnar í Klaksvík letur Jákup Ziskason serliga minningargávu til Klaksvíkar Svimjihøll. Minningargávan er ein modell av sluppini, Ernestinu, sum fórst á Suðurlandinum í Íslandi í 1930. Níggju av 26 monnum doyðu í vanlukkuni, men tað var serliga einum djørvum manni fyri at takka, at fleiri ikki lótu lív. Cannabis heilivágur verður eisini til viðgerðar. Bjarni á Steig, serlækni á medisinska depilinum, fer at greiða frá royndunum á Paliative eindini, har tey í eitt ár hava nýtt cannabis heilivág, í samband við linnandi viðgerð. Og Jógvan D Hansen, lærari í heimspeki hugleiðir um etisku tvístøðuna í júst hesum kjakinum.

  16. 28

    Summartíð 31. sending 15. august 2017

    Fólkaheilsuráðið hevur sent út ráð um skíggjanýtslu, og í sendingini verður fregnast eitt sindur meira um hesi ráðini.  Cannabis heilivágur er eisini á skránni, og vit tosa við Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum hevur keypt um internetið, men ístaðinfyri fyri at fáa ein pakka frá Posta, hevur hon fingið eitt bræv frá fútanum við ákæru. Og vit tosa eisini við Elmu Dam, sum hevur búð í Danmark í hálvanannan mánað og tikið cannabis olju við góðum royndum. Eisini er Helgi Dam Ziska gestur, nú hann er kosin ársins norðurlendski telvari saman við heimsmeistaranum, Magnusi Carlsen.

  17. 27

    Summartíð, 32. sending, 16. august, 2017

    Samfelagsfrøði er nýggj lærugrein í fólkaskúlanum í ár, og vit hava hitt bæði lærarar og landstýriskvinnuna í mentamálum. Vit hava eisini verið á vitjan hjá frískúlanum í Kelduni í Skálabotni, og fingu eina reportasju haðani. Lost and Found er heitið á fyrstu tónleikaútgávuni hjá kvartettini, Svabonio, sum er mannað við Angeliku Nielsen, Ólavi Jacobsen, Daniel Rye og Fiona Parker. Vit práta við limir úr Svabonio um útgávuna og bólkin, og spæla trý løg av nýggju fløguni. Tveir sera áhugaverdir fótbóltsdystir eru í kvøld - hjá monnunum hittast steypafinalistarnir báðir, B36 og NSÍ, men tað er tó landskappingin, sum prátið fer at snúgva seg um. Og í kvinnudeildini er sannur toppdystur, tá Kí og EB/streymur/Skála hittast. Liðini liggja jøvn í stigum og hava tveir innanhýsis dystir eftir.

  18. 26

    Summartíð, 30. sending, 14. august, 2017

    Torleik Mortensen greiðir frá sínum tónleikaliga virksemi í táttinum, "Tónleikarin og tónleikurin". Jenis av Rana greiðir frá cannabis sum heilivági. 1. deildarliðið hjá monnum hjá ÍF tapti heili 32-0 ímóti B36 í vikuskiftinum. Í sendingini kannað vit, hvat tað var, sum hendi. Mynd: Areg Manvelyan

  19. 25

    Summartíð, 25. sending, 7. august 2017

    Majbritt Petersen, tattovørur stríðist fyri at varðveita sítt virksemi í Nyhavn 17. Nýggja testameni kemur út á gerandisføroyskum. Spenningur er í Effodeildini, eftir fleiri óvæntað úrslit í farna umfari. Tróndur Arge kemur við sínari meting.

  20. 24
  21. 23

    Summartíð, 23. sending, 3. august 2017

    Fyrri tímin: Vit vitja umborð á einum supply-skipi, sum júst er farið langa leið. Tað serliga er, at hetta skipið hevur ikki verið við føroyskan kai-kant í fleiri ár, og vit hava fingið eina rundferð umborð, og hava prátað við skiparan og stýrimannin. Í september verður fokus sett á minnilutar, tá Faroe Islands International minority films festival verður í Føroyum. Vit hitta fyriskipara, sum greiðir frá, hví tað hevur stóran týdning, at fokus verður sett á minnilutar í Føroyum Eyðun Nolsøe gevur í næstum nýggja fløgu út, og hann kemur á gátt til eitt prát um útgávuna og eitt spildurnýtt staklag, sum verður at hoyra fyri fyrstu ferð í útvarpinum í dag. Seinni tímin: Fyrr í vikuni hava vit gjørt eitt sindur burtur úr ljóð dálking og órógvandi gangi frá skipum, og í dag halda vit fram at viðgera hetta evnið. Sirið Stenberg, avvarðandi landsstýriskvinnu í Heilsu og Innlendismálum, greiðir frá ábyrgd og lóggávu á økinum, og Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, kemur í útvarpstovuna at greiða frá ábyrgdarøki og virksemi hjá stovninum. Vit tosa eisini við Bjarka Ellefsen, serlækna innan oyrna-, næsa- og hálssjúkur á Landsjúkrahúsinum, um ampa og árin av óljóði og gangi.

  22. 22

    Summartíð, 22. sending, 2. august 2017

    Ferðafólkatalið setur met so gott sum hvønn mánað, og í gjár var greitt, at fleiri enn 51.000 fólk ferðaðust um Vága floghavn í juli. Í sendingini fara vit á rundferð í Vága floghavn. Vit hava eisini verið til brúðarvígslu, har eitt norskt par giftist í Klaksvík í gjár, og tað vísir seg, at fleiri og fleiri útlendsk pør koma til Føroya fyri júst at giftast. Kópakonan og Kalsoyggin er eitt av heilt stóru ferðamálunum í norðoyggjum í ár, og tað er úrslit av góðari marknaðarføring og einum skipaðum heildagstilboði í Kalsoynni, sigur leiðarin á Norðoya Kunningarstovu. Vit hoyra eisini eina lítla og stuttliga søgu um, hvussu forkunnugar orsøkir kunnu vera til, at ferðafólk velja at vitja Føroyar. Og vit hitta útlendsk ferðafólk og fregnast um, hvaðani tey eru, og hvussu tey hava hoyrt um Føroyar.

  23. 21

    Summartíð, 21. sending, 1. august 2017

    Um eitt ár byrjar nýggj ferðavinnuútbúgving í Vestmanna, ið skal skal gera tey lesandi før fyri at ráðleggja og fyriskipa tiltøk og sum heild kunna arbeiða innan føroysku ferðavinnuna. Men longu í heyst verður tó startskotið, tá tað fer at bera til at taka styttri ferðaleiðaraskeið. Tá tosa verður um umhvørvisdálking, hugsa tey flestu helst um órudd, mikroplast ella oljulekar, ið dálka náttúruna og uttandura umhvørvi. Men óljóð og larmur er eisini umhvørvisdálking, og tá er talan ofta um dálking, ið rakar og oyðileggur umhvørvið heima hjá fólkum sjálvum. Á Signabø eru fólk so plágaði av larmandi skipum, ið liggja við bryggju, at tey hava handað eina klagu til borgarstjóran í havn, Anniku Olsen. Tey allarflestu eru so ella so at finna á onkrum sosialum miðli, men geva vit okkum far um, hvussu hesir miðlarnir ávirka sálarheilsuna hjá okkum. Sálarfrøðingur rópar varskóð, tí hon heldur, at serliga ung fólk fáa eina skeiva mynd av veruleikanum.

  24. 20

    Summartíð, 20. sending, 31. juli 2017

    Í sendingini hesaferð varpa vit ljós á eitt mistak á málinum undir ólavsøkukappróðrinum, tá áttamannaførini høvdu róð. Tað hevði við sær, at Argjabáturin var føroyameistari í eini 30 sekund fyri síðani at missa tað, og vit tosa við Rene Shaki Joensen, sum fer at spæla fótbólt í Íslandi næstu mánaðirnar.  Kim Hansen er gestur í táttinum, Tónleikarin og tónleikurin, og vit vitja eisini forkunnugan bólk, sum eitur. Gulaza framførir tekstir eftir kvinnum úr Yemen, ið er givnir víðari frá móður til dóttur gjøgnum nógv ættarlið. Í Yemen er framvegis vanligt, at gentur niður í 10 ára aldur verða giftar burtur. Bólkurin ger nógv burtur úr at vísa á skeivleikan í hesum.

  25. 19

    Summartíð, 19. sending, 27. juli 2017

    Ólavsøkuframsýningin, Býarsavnið, Frelsunarherurin, licentia poetica og Ólavsøkukórið eru millum evnini í sendingini, har spakuliga verður riggað til ólavsøku. Vit vitja eisini havnarkvinnuna, Elsu Jóhonnu Høgenni, sum matgerð til nógvar gestir á ólavsøku. Og so borðreiða vit sum vant við Dagins 67'ara.

  26. 18

    Summartíð 18. sending, 26. juli 2017

    Vit práta við Jonhard Mikkelsen, Arnstein Niclasen, Jógvan Isaksen, Arnbjørn Dalsgarð og Kára Árting um bøkur og við Birgir Hansen um avrikið hjá U21 landsliðnum ímóti Fraklandi.

  27. 17

    Summartíð 17. sending, 25. juli 2017

    Sendingin kann hoyrast her

  28. 16
  29. 15

    Summartíð, 15. sending, 21. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  30. 14

    Summartíð 14. sending, 20. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  31. 13

    Summartíð, 13. sending, 19. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  32. 12

    Summartíð, 12. sending, 18. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  33. 11

    Summartíð, 11. sending, 17. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  34. 10

    Summartíð, 10. sending, 14. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  35. 9

    Summartíð, 9. sending, 13. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  36. 8

    Summartíð, 8. sending, 12. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  37. 7

    Summartíð, 7. sending, 11. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  38. 6

    Summartíð, 6. sending, 10. juli 2017

    Eisini frætta vit um floksmannadagarnar, sum vóru í Fugloy um vikuskiftið, eins og Føroya Regatta 2017, sum júst hevur verið. Tú kanst hoyra sendingina her!

  39. 5

    Summartíð, 5. sending, 7. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  40. 4

    Summartíð, 4. sending, 6. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  41. 3

    Summartíð, 4. sending, 5. juli 2017

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  42. 2

    Summartíð, 2. sending, 4. juli 2017

    Vit borðreiða við amerikonskum mati, lýsa amerikanska samfelagið, seta orð og tónar á amerikanskan tónleik, og hugleiða um risastórar amerikanskar bilar. Tú kanst hoyra sendingina her!

  43. 1

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Summartíð er summarsendingin í útvarpinum seinnapartar. Sent verður allan juli og august, gerandisdagar frá klokkan 15-17, bæði úr útvarpsstovuni og ymsastaðni um landið.Evnini fevna víða. Vit hitta fólk, vit fáa frásagnir, og vit kava niður í úrvald evni. Sendingin leggur seg eftir at geva lurtaranum vitan og upplivingar í føroyska summarinum, og málið er at veita lætt og upplýsandi útvarp í einum.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!