EPISODE · Mar 16, 2012 · 14 MIN
Áðalstjóri koyrir ávirkaður - almennan áhuga?
from Pressan (savnssending) · host Kringvarp Føroya
Herfyri var høvuðssøgan í tíðindasendingini hjá útvarpinum, at aðalstjórin í vinnumálaráðnum var tikin fyri at koyra fullur, eftir at hann hevði rent á ein garð og síðani rýmdi frá staðnum. Dagin eftir prýddi sama søga forsíðuna á Dimmalætting við yvirskriftini "Ávirkaður aðalstjóri - rendi á og stakk av" Rættiligt kjak tók seg skjótt upp á Facebook, har onkur helt tað verða bæði ósømiligt og óneyðugt av miðlunum at blása eina slíka søgu út um allar geilar. Hvønn almennan áhuga hevur ein slík søga, vildu fleiri fegin vita Í útvarpsstovuni eru Árna Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting og Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur og fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum og kjakast um evnið.
Embed this episode
NOW PLAYING
Áðalstjóri koyrir ávirkaður - almennan áhuga?
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.