EPISODE · Sep 21, 2012 · 53 MIN
Nefs og herðaklapp til Dag & Viku
from Pressan (savnssending) · host Kringvarp Føroya
Pressukjak: Hálvkvøddar vísur fingu takið, tá Dagur og Vika í einum innslagi róði framundir, at borgarstjórin í Havn gjordi sær dælt av sorgarleikinum umborð á polska seglskipinum Rzeszowiak. Tað meta eygleiðarar í Pressuni hesa ferð. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum vísir ákærunum aftur, men ásannar, at innslagið vantaði ein greiðan vinkul. Ummælarar lata sum heild væl at nýggja Dag og Viku sniðnum, hóast tátturin Vangamyndin kanska ikki heilt hevur funnið síni bein Útisetasendingin Ghetto Føroyar bjóðar seg fram, sum eitt djarvt alternativ til føroysku miðlarnar. Og Høgni Djurhuus endar sendingina við Vinkulslíparnum. Hoyr alla sendingina her.
Embed this episode
NOW PLAYING
Nefs og herðaklapp til Dag & Viku
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.