PODCAST · news
Ferðaliðið
by Kringvarp Føroya
Savnssending Seinnapartssending í útvarpinum summarið 2015. Ferðaliðið á Facebook
-
50
Ferðaliðið: Viðareiðistunnilin letur alment upp
Ferðaliðið hjá Útvarpinum sendi beinleiðis frá hátíðarhaldinum og gjørdi nógvar samrøður, bæði við tunnilsmunnan hvannasundsmegin og á Viðareiði. Byrjað var við, at Evald Kjølbro, stjóri í Landsverki, helt røðu. Síðani bar Aksel Johannesen, løgmaður, fram røðu. Samrøður hvannasundesmegin: Gunnar og Tórður tosaðu hvannasundsmegin við: Judit Mohr, Viðareiði Anni Sørensen, Viðareiði Michael Matras, viðingur í Klaksvík Gunrið Kallsberg, Viðareiði Gunnar hevur samrøðu við Hjørleif Simonsen og Olevinus Sørensen Viðareiðismegin tosaður teir báðir við: Sigrid Bjartalíð, Viðareiði Malena Sivertsen, Norðdepil Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði Henrik Old, landsstýrismaður Jógvan Heinesen, Viðareiði Jacoba Staksá, Viðareiði Maria Staksá, Viðareiði Olevinus Sørensen, Viðareiði Hjørleif Simonsen, Viðareiði Anfinn Kallsberg, Viðareiði Ernst Vágsgarð, arbeiðsformaður hjá LV Tórður hyggur at nýggja grindaknívinum hjá Hendriki Old Í útvarpsstovuni: Kári Sólstein Reportarar á staðnum: Gunnar Nolsøe og Tórður Mikkelsen Teknikarar: Høgni Fagraberg og Eyðbjørn við Skipá
-
49
Ferðaliðið 1. september 2016
Undirhúsið á Toftum er blivið eitt fast savningarstað hjá nógvum eldri monnum á plássinum. Nú vit vitja har, er 65 ára føðingardagur. Vit gera fleiri samrøður og spyrja, hvønn týdning Undirhúsið hevur fyri hesar menn. Tórður hittir Haldor Gaardbo, William Hansen, Justinus (Ústi) Hansen og Mattheus Fossdalsá. Og í kvøld spælir U21-fótbóltslandsliðið móti Russlandi á Svangaskarði á Toftum. Vit hitta annan av landsliðsvenjarunum og tveir av U21-leikarunum. Tórður hitti venjaran Bill McLeod Jacobsen og leikararnar Hørður Askham og Magnus Egilsson. Finn Jakobsen, tekniskur leiðari hjá SEV, greiðir frá nýggja motorinum á Vágsverkinum, ið varð alment tikin í nýtslu. Hans Andrias Djurhuus, fortelur um áhugafelagsskapin Gjómaður og Gunnar tosar eisini við Jógvan Søren Hansen, leiðara fyri kvøldskúlarnar í havn, um stóra áhugan, millum fólk, fyri at sleppa á okkurt kvøldskúlaskeið í vetur. Eisini ringdi vit umborð á Fiskaklett og tosaðu við skopuningin Joen Jacob Winther, hvussu tað gekk at taka havhest í ár.
-
48
Ferðaliðið týsdagin 30 august
Fuglafjarðar skúli hevur evnisviku hesa vikuna mentanardagar eru í Fuglafirði. Evnið fyri mentanarvikuna er tilfeingi, og hetta evnið leggur skúlin eisini dent á. 5. flokkur ger kassabilar, og hesum greiðir Edmund Joensen lærari frá, og vit hitta eisini næmingarnar Eyðun, Margrethu, Bergtór og Mariu. Jastrid á Dalbø, ið er annar av lærarunum ið skipa fyri evnisvikuni, greiðir frá tiltakinum. 6. flokkur hevur havt hønur, sum tey sjálvi klæktu. Nú eru allir hanarnir dripnir og skulu brúkast til matna á mentanarvikuni. Næmingarnir hava knýtt seg til hønurnar. Samrøður: Rebekka Jensen, lærari, Beinta og Pól Jóhannus, næmingar. Tríggir teir yngstu flokkarnir arbeiða við barnarímum hjá fuglfirðinginum Aleksandur Kristiansen og gera lutir, ið verða nevndir í yrkingunum. Samrøður: Marta á Lakjuni, lærari, Elisa og Markus, næmingar. Vit ringja til Gunnar Skúvadal og spyrja hvussu tað hevur verið ið ferðafólkum undir Vestmannabjørgunum í summar Og Oliver Thomsen greiðir frá Kópakonuni, og hvussu stóra ávirkan hon hevur á ferðafólkastreymin í Kalsoynna.
-
47
Ferðaliðið mikudagin 31. august
Nú fríggjadagin verður nýggi Viðareiðistunnilin tikin í nýtslu. Í dag koyra Ernst Vágsgarð, formaður hjá Landsverki í Norðoyggjum, og Tórður Mikkelsen frá gjøgnum tann ljósa og turra tunnilin. Ernst Vágsgarð greiðir eisini frá gamla Viðareiðisvegnum. Jonny Johansen, arbeiðsformaður hjá Articon, greiðir frá teirra leikluti í tunnilsarbeiðnum. Fyri hjúnini Hildu og Hanus Kjølbro á Viðareiði verður tað serliga stórt, at Viðareiðistunnilin nú er veruleiki. Fyri nøkrum árum síðani kom ein stórur steinur oman á bilin hjá Hanusi á Viðareiðisvegnum og bilurin bleiv vark. Hilda sigur, at tað var eitt Guds undur, at Hanus og tvey ára gamla dóttirin, ið var við, sluppu so væl. Guðrið Højgaard, stjóri í Visti Faroe Islands, fortelur hvussu SheepView360 hevur megnað at lokkað Google til Føroyar. Og Gunnar Nolsøe hittir kúrekastjørnuna Kris Kristofferson.
-
46
Ferðaliðið mánadagin 29. august
Tað var manningin á einum norskum seglskipi, sum saman við ferðaleiðaranum Pól Sundskarð fann grindina, ið legði beinini í Hvannasundi í gjár. Tey vóru stødd norðuri í Ormadali í Viðoynni tá tey sóu grindina. Manningin við seglskipinum eru norðmenn, ið eru til avvenjingar fyri rúsevni. Tey eru vóru sera hugtikin av øllum sum fór fram í sambandi við grindadrápið. Í sendingini tosa vit við Pól Sundskarð og norðmenninir ið vit hitta eru eru Are, Kaja, Christian, Richard, Susanne og Sitan. Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, greiðir frá, hví allir 67 hvalirnir beinanvegin vórðu fluttir við lastbili til Klaksvíkar. Næmingarnir í Húsarhaldsskúla Føroya fingu eisini part í grindini, og Vár Jacobsen, næmingur, og Joan M. Sivertsen, lærari, greiða frá hvussu skúlin fer at gagnnýta grindina. Norðmaðurin Olav Mæland úr Bømlo er føroyavinur burturav. Hann lærdi seg av fyrstan tíð at skilja føroyskt av kvøðuljómunum í Útvarpinum. Hann kennir seg veruliga heima í Føroyum. Vit hitta hann í Klaksvík, har hann býr hjá vinfólkum. Hans Christian Øregaard er ein av mongum moyrum klaksvíkingum í dag. Fríggjakvøldið var hann í grind í Hvannasundi, allan leygardagin var hann til hendingaríka steypafinalu hjá KÍ og í dag hevur hann skorið grind upp. Hann sigur, at hetta hevur verið eitt stuttligt og strævið vikuskifti. Rúni Vang Poulsen og Johanna á Bergi greiða frá, hvussu tað hevur gingið hjá, ávíkavist Smyril Line og Atlantic Airways í summar. Og Símun Gulaksen og Eva úr Dímun greiða frá hvussu tey hava upplivað ferðafólkasummari í ávíkavist Fugloy og Stóra Dímun.
-
45
Viðareiðistunnilin broytir nógv fyri Landsverk
Nýggi Viðareiðistunnilin hevur stóran týdning fyri viðingar, men hann fer so sanniliga eisini at broyta nógv hjá Landsverki, serliga um veturin, sigur Ernst Vágsgarð, arbeiðsformaður hjá Landsverki í Norðoyggjum
-
44
Yndissangurin er Bobby McGee
Lurta eftir samrøðuni, ið Gunnar Nolsøe hevði við Kris Kristofferson og konuna Lisu Kristofferson Tónleikur og tónleikabrot í innslagnum: Sunday Morning Coming Down v/ Kris Kristofferson Highwayman v/ Highwayman Help Me Make It Through The Night v/ Kris Kristofferson From Here To Forever v/ Kris Kristofferson Help Me v/ Kris Kristofferson Why Me v/ Kris Kristofferson Me And Bobby McGee v/ Kris Kristofferson
-
43
Upptøkurnar byrja um eina viku
Fyrr í summar gjørdi Visit Faroe Islands eitt átak, sum tey róptu SheepView360. Tey settu nøkur myndatól á nakrar seyðir , sum gingu og mólu í haganum, og hetta varð so væl móttikið, at øll verðin hugdi at myndinum, sum seyðirnir tóku. Visit Faroe Islands vildi lokka Google Street View til Føroya, og tað riggaði. Í seinastuni hava fólk hjá Google verið í Føroyum og gjørt fyrireikingararbeiðið til Google Street View. Øll loyvir eru fingin upp á pláss, og um eina viku byrja upptøkurnar. Hetta fer væntandi at taka ein mánað, alt valdast veðri. - Tað hevur kostað okkum tvær milliónir krónur at framleiða tilfarið til SheepView360, men afturfyri hava vit fingið eitt lýsingarvirði upp á góðar 200 milliónir krónur, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Lurta eftir samrøðu við Guðrið.
-
42
Ein ljósur og turrur tunnil
Fríggjadagin verður stórur dagur hjá øllum viðingum. Men longu fyrrapartin í dag slapp Ferðaliðið hjá Útvarpinum gjøgnum tann ljósa og turra Viðareiðistunnilin. Ernst Vágsgarð, arbeiðsformaður hjá Landsverki í Norðoyggjum, er væl nøgdur við úrslitið.
-
41
Eitt Guds undur at tey sluppu so væl
Hjúnini Hilda og Hanus Kjølbro eru serliga fegin um, at Viðareiðistunnilin verður tikin í nýtslu fríggjadagin. Hoyr tey bæði greiða frá.
-
40
Ferðaliðið fríggjadag: Norðdepil fyllir 150 ár
Norðdepil í Borðoynni er í Hvannasunds kommunu, og Hvannasund er í Viðoynni, men bygdirnar báðar eru knýttar saman við einari byrging frá 1974. Maria Ziskason Nesá og Jákup Magnussen skipa fyri sendingini, ið burturav er ognað hátíðarhaldinum í Norðdepli, nú bygdin er 150 ár, og minnissteinur verður avdúkaður sunnudagin. Tá Maria kom á staðið í morgun, var eitt grindadráp júst endað, og í tí sambandi prátaði hon við Dávid og sýslumannin, Karl Johansen. Aftaná setti hon borgarstjóranum, Katrin Næs, stevnu og saman fingu tær báðar lýst bæði kommununa og søguna. Seinasta samrøðan í fyrra tímanum var í húsunum hjá "Jóannes fyri Handan", sum í 1867 bygdi annað húsið í bygdini. Hann var bóndasonurin í Hvannasundi, sum flutti yvir um sundið. Húsini eru sera væl varðveitt, og fróðamaðurin, Osvald Sivertsen, greiddi frá bæði húsum og slekt. Fyrst í seinna tímanum helt Jákup fram at halda mikrofonini, tá hann fór á gátt hjá Vilhelm Jørginsson, sum er tilflytari úr Klaksvík og eisini pápi við smáum børnum. Eftir at hava hoyrt Vilhelm greiða frá, hvussu væl hann trívist í Norðdepli, hitti Maria grindaformannin, Elmar Simonsen, um býtið av dagsins hvalum. Jákup stýrdi orðafloyminum, tá prátað varð við Veroniku Petersen og Gunrid Kallberg um teirra íkast til hátíðarhaldið, nevniliga at endurliva gomul barnaspøl og í sendingini hoyra vit bæði børn – og Mariu og Veroniku – hoppa band. At enda greiddi Pól Fuglø frá tunlunum norður um fjall, ið elva til stórt høvuðbrýgg, tí teir eru út av lagi ótíðarhóskandi. Prátið við Pól Fuglø var samstundis tað seinasta, sum Maria og Jákup fara at avrika við Ferðaliðnum í summar. Men sendingin heldur fram mánadagin við øðrum vertum.
-
39
Ferðaliðið hósdag: Ferðavinnukjak og rock and roll
Kára Bjarnadóttir Jakobsen og Maria Ziskason Nesá vóru í útvarpsstovuni í Havn, har kunnað og køn fólk innan ferðavinnu vitjaðu. Jákup Magnussen tók sær av eykatemanum, ið var um amerikanska rokkbólkinum, Boston, og tess fyrstu útgávu, sjálvheitisplátuna Boston, ið kom á marknaðin tann 25. august í 1976. Í sendingini hoyra vit brot úr sendingum í summar, har fólk kring um í oyggunum siga sína hugsan um vaksandi ferðavinnuna. Fyrsta nýggja samrøðan var við Súsonna Lauridsen, sum í samband við virkislesnað hevur skrivað uppgávu um burðardygga ferðavinnu. Millum annað vísir on á, at náttúrugransking í samband við ferðavinnuna kann avdúka onnur náttúruviðurskifti, ið vit eiga at taka álvarsliga. Í seinna tímanum var ein gjøll samrøða við Gunvør Balle og Jóan Pauli Helgason, ið sita í nevndini, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sett at gera eina heildar- og virkisætlan fyri innlendismenning av ferðavinnuni. Nevndin skal orða ítøkiligt tilmæli til átøk og lýsa fyrimunir og vansar. Eykatemaið við Boston varð býtt í sjey partar, ið vórðu sendir leypandi í dagsins sending hjá Ferðaliðnum.
-
38
Ferðaliðið var í Kunoy mikudagin
Prátað varð um kommununa, tá Meiken Sólheyg Michaelsen, borgarstjóri, greiddi frá oynni sum búpláss við øktum fólkatali. Páll Gunnhard Poulsen segði frá viðarlundini, náttúruni um Kunoyarbygd, og Mylluni, ið hann heldur vera einasta virkandi hvørn í landinum. Í Haraldssundi greiddi Brandur Klettskarð í Kongsstovu frá gamla El-húsinum, ið varð tikið í nýtslu í 1949. Hann og aðrir menn arbeiða fyri einki við at umvæla El-húsið, og teir hava eisini fingið fatur í gomlu vatnturbinuni, umframt at savnsfelag er stovnað. So á hesum økinum hendir nakað í Haraldssundi, har fleiri fólk búsetast enn heima í Kunoy. Ein av hesum monnum er Jákup Jakobsen, ið sum Brandur er av Skarðsætt, og hann greiddi okkum frá ymsum um ta avtoftaðu bygdina, Skarð, ið ikki hevur verið fólkað síðan 1919. Langabbi Jákup var við bátinum, sum fórst við sjey skarðsmonnum í 1913. Sendingina endaðu Maria og Jákup við at fara á seiðaberg í Haraldssundi saman við Jógvani á Høvdanum, yngra, og ein ungur drongur, Aron, var á bryggjuni.
-
37
Ferðaliðið týsdag í Kaldbak og á Hvítanesi
Fyrst tosar Jákup við Lenu Reinert, sum greiðir frá kirkjuni í Kaldbak, ættarnavninum Reinert, bygdini Kaldbak og hennara kirkjugørðum. Maria var eisini í Kaldbak, har hon fyrst hitti bóndan Í Útistovu, Hans Petur Nolsøe, ið millum annað greiddi frá førleikanum, ein eigur at hava, um ein vil virka sum bóndi. Í Kaldbak fór Maria eisini í skúlan, har hon hitti fleiri 5. floks næmingar og prátaði við læraran, Rudolf Joensen, sum í 15 ár hevur undirvíst í Kaldbaks skúla, har 31 næmingar ganga. Seinni partur av sendingini var beinleiðis av Hvítanesi, sum er ein bygd í Tórshavnar Kommunu. Jákup hitti Esmar Joensen, lim í Hvítanesnevndini hjá býráðnum, men sum fyrst og fremst er hvítanesmaður við stóra H. Hann greiddi frá skelsandinum á helluni niðri á nesinum og bæði skakandi og hugaligum tilburðum á Hvítanesi í lívi sínum. Hann er 41 ára gamal.
-
36
Ferðaliðið bakar drýl og umrøður mál og samfelag
Fyrst í sendingini verður tosað við Eirik Magnussen og Tildu Gaardlykke, ið starvast hjá bakarínum Mylnuni, um suðuroyardrýlin. Lis Mortensen og Uni Árting greiða frá ætlanum um føroyska geopark og kanning í Suðuroynni, ið skal staðfesta, hvussu gamlar Føroyar eru. Tróndur Enni greiðir frá tí málsligu fremmandgerð, sum suðuroyingum hevur verið fyri. Eivind Weyhe, málfrøðingur, trívur í nakað av tí sama sum Tróndur, umframt neyvari mállýsingar. Samfelagsfrøðingurin, Dennis Holm, viðgerð útlitini fyri Suðuroynna sum búpláss í menning. Og seinast í sendingini royndarsmakkar Uni L. Hansen drýlin, sum Maria og Kára hava bakað undir sending.
-
35
Ferðaliðið hósdag í Fámjins Kirkju og kring oynna
Kára tósar við Jóannes Lisberg, varaborgarstjóra í Fámjin, Maria tosar við Arna Nielsen í Kirkjuni í Fámjin, Kára tosar við Kristian Sørensen, ið hevur fingið loyvi at byggja nýtt oman á gamla grund í Tjaldarvík, Maria tosar við bretarnar, George og Ollie, sum hava róð úr Grønlandi og eru á veg til Skotlands, Kára fór biltúr við Sakrias Bech og einum fronskum pari, Maria tosar við ein av ánarunum í Lítlu Dímun, Róa Schrøter.
-
34
Ferðaliðið sendir úr Klaksvík
Hoyr sendingina her. Eyðfinn Jensen, Eir Nolsøe og Kára Bjarnadóttir leggja til rættis.
-
33
Ferðaliðið sendir úr Vágum - seinni dagur
Hoyr sendingina her. Maria Ziskason Nesá, Kára Bjarnadóttir og Kristina Martinsdóttir Strøm leggja til rættis.
-
32
Ferðaliðið sendir úr Nólsoy
Hoyr sendininga her. Maria Ziskason Nesá, Kára Bjarnadóttir og Kristina Martinsdóttir Strøm leggja til rættis.
-
31
Ferðaliðið sendur úr Havn
Hoyr sendingina her. Eyðfinn Jensen og Kára Bjarnadóttir leggja til rættis.
-
30
Ferðaliðið sendir úr Vágum - fyrri dagurin
Hoyr sendingina her. Maria Ziskason Nesá, Kára Bjarnadóttir og Kristina Martinsdótitr Strøm leggja til rættis.
-
29
Ferðaliðið sendir úr Kalsoynni
Hoyr sendingina her. Eyðfinn Jensen, Kára Bjarnadóttir og Eir Nolsøe leggja til rættis.
-
28
Ferðaliðið sendir av Viðareiði
Hoyr sendingina her. Eyðfinn Jensen, Kára Bjarnadóttir og Eir Nolsøe leggja til rættis.
-
27
Ferðaliðið sendir úr Sandoynni
Hoyr sendingina her. Eyðfinn Jensen, Kristina Martinsdóttir Strøm og Eir Nolsøe leggja til rættis.
-
26
Ferðaliðið sendir úr Kvívík
Hoyr sendingina her. Sendingina gjørdu Eyðfinn Jensen, Eir Nolsøe og Kristina Martinsdóttir Strøm
-
25
Ferðaliðið fríggjadag á Summarfestivalinum 2016
Jógvan á Høvdanum, yngri, og Annbjørg á Høvdanum siga frá tíðini, tá Jógvan fríggjaði til Annbjørg á Vágsbø í 2012. Bólkurin "I Am" ger come back og tosað verður við sangaran Birgir Sigurðsson. Prát við Brian McFadden og Keith Duffy í duettini Boyzlife. Prát við Jákup Andreasen, yngsti maður á KÍ-liðnum, sum skuldi spæla landskappingardyst móti Skála á Summarfestivalinnum. Tveir limir í norska bólkinum, Highasakite, Ingrid Håvik og Øystein Skar, greiða frá bólki sínum. Rúni, Jógvan, og Nikolai syngja Congratulations og Livin' Doll í Cliff Richard-sakappingini. Saunavørðurin, Hans Kristian, greiðir frá ymsum í tí sambandi.
-
24
Ferðaliðið 4. august á Summarfestivalinum
Steintór Rasmussen og Ragnhild Ellingsgaard, fyriskipari, greiðir frá SF, Louis hjá Julla ætlar at syrgja fyri, at pápin sleppur á Cliff Richard konsert, Froja og Sarah venja til framførslu, og Heri Ellingsgaard greiðir frá sínum móttøkuhúsi, har Cliff Richard og onnur fara at búleikast.
-
23
Ferðaliðið 3. august - sending á Royðutoft
Tosað verður við triðvalda mannin í Sjóvar Kommunu, Poul Jákup Thomsen; við Jónu Venned leiðara á Skótadeplinum á Selatrað; við Josefinu Jacobsen um próvstagarðin í Nesi, sum í dag er bygdasavn; við Evu Andersen um hennara framúr sermerkta urtagarð,
-
22
Ferðaliðið sendir úr Syðrugøtu
Hoyr sendingina her. Eir Nolsøe, Eyðfinn Jensen og Jákup Magnussen leggja til rættis.
-
21
Ferðaliðið sendir aftur úr Fuglafirði
Hoyr sendingina her. Eir Nolsøe, Eyðfinn Jensen og Jákup Magnussen leggja til rættis.
-
20
Ferðaliðið sendir úr Fuglafirði
Hoyr sendingina her. Eir Nolsøe, Eyðfinn Jacobsen og Jákup Magnussen leggja til rættis.
-
19
Ferðaliðið sendir av Oyrarbakka
Hoyr sendingina her. Eir Nolsøe, Eyðfinn Jensen og Kristina Martinsdóttir Strøm leggja til rættis.
-
18
Ferðaliðið sendir úr Vestmanna
Hoyr sendingina her. Eyðfinn Jensen, Kristina Martinsdóttir Strøm og Jákup Magnussen leggja til rættis.
-
17
Ferðaliðið sendir úr Kvívík
Hoyr sendingina her. Eir Nolsøe, Eyðfinn Jensen og Kristina Martinsdóttir Strøm leggja til rættis.
-
16
Ferðaliðið sendir úr Kollafirði
Hoyr sendingina her. Eir Nolsøe, Eyðfinn Jensen og Kristina Martinsdóttir Strøm leggja til rættis.
-
15
Mikudagur: Ferðaliðið sendir av Sandi
Hoyr sendingina her. Eyðfinn Jensen, Kristina Strøm og Eir Nolsøe leggja til rættis.
-
14
Týsdagur: Ferðaliðið sendir av Sandi
Hoyr sendingina her. Eyðfinn Jensen, Kristina Martinsdóttir Strøm og Eir Nolsøe leggja til rættis.
-
13
Fríggjadagur: Ferðaliðið sendir úr Húsavík
Hoyr sendingina her. Eyðfinn Jensen, Kristina Strøm og Eir Nolsøe leggja til rættis.
-
12
Hósdagur: Ferðaliðið sendir úr Skálavík
Hoyr sendingina her. Eyðfinn Jensen, Kristina Strøm og Eir Nolsøe leggja til rættis.
-
11
Klumman: Jóhanna Magnusardóttir
Klumman er fastur táttur hjá Ferðaliðnum hvønn mánadag.
-
10
Ferðaliðið - Grillveitsla í Nólsoy
Hoyr hugnaligu sendingina úr Nólsoy, har nólsoyingar komu í grillveitslu. Prátað var um millum annað Kongsdóttrina í Nólsoy, Ova Joensen, kenda drykkin Fredrikk, og so var eisini live tónleikur at hoyra
-
9
Livir dreymin í Gásadali
Tá Ferðaliðið fyrr í vikuni var í Vágum, bleiv eisini vitjað í Gásadali. Í lítlu, hugnaligu bygdini, sum verður væl vitjað av ferðafólkum, hevur Ann Árnastein latið sín egna handil upp. - Hetta er ein dreymur fyri meg. At kunna gera tað, eg tími best, og samstundis vera í Gásadali, sigur Ann Árnastein.
-
8
Ferðaliðið - í Mykinesi
Hoyr hugnaligu sendingina úr Mykinesi, har prátað varð við ferðafólk, vit vóru á rundferð í bygdini og hoyrdu um alt tað, ið fer fram í vestastu oyggj í Føroyum
-
7
Vit njóta friðin á Skarvanesi
Tá Ferðaliðið fyrr í vikuni vitjaði í Sandoynni, varð eisini farið ein túr til Skarvanesar. Á Skarvanesi búgva vanliga tvey húskið, men so eru eisini nakrar familjur, ið hava summarhús í lítlu bygdini. Vilmund Sørensen og Ólavur Winther hava jørð og summarhús á Skarvanesi, og fyri teir er tað nakað heilt serligt at vera á Skarvanesi. - Her er friðarligt, og tú kanst putlast við ymiskt í frið og náðum, sigur Ólavur Winther, sum henda dagin, Ferðaliðið kom á Skarvanes, hevði vitjan av Vilmundi Sørensen í urtagarðinum. Hoyr hugnaliga og stuttliga prátið her.
-
6
Fekk verkir á G!
- Eg merkti væl, at eg ikki var so væl fyri, men eg billaði mær bara inn, at hetta var okkurt, sum fór at ganga yvir. Men tað gjørdi tað ikki. Soleiðis sigur Ása H. Christiansen, sum fyri tveimum árum síðani fekk ógvusligar verkir, meðan hon var á G Festivalinum. Í ár er Ása H. Christiansen aftur á G Festivalinum, og hesaferð er tvey ára gamla Ria við ein part av tíðini. Ferðaliðið prátaði við Ásu H. Christiansen, har hon greiddi frá serliga festivalinum fyri tveimum árum síðani.
-
5
Úr Belgia til Dals at halda summarfrí
Ferðaliðið møtti henni í Dali, har hon hvørt summar fer við familjuni. Fridu dámar væl friðin á bygd og hevur sjálv spælt sær við tankan um at flyta heim. Tað ber tó ikki til, tí maðurin hevur arbeiði í Belgia. - Og mannin ætli eg mær so ikki at skifta út, sigur hon flennandi.
-
4
Kórsangur og harmonika í Dali
Við í kórinum vóru eisini gestir úr Svøríki, Danmark og Havn, og so hevði danski journalisturin Anders Lund Madsen eisini sníkt seg upp í part.
-
3
Sjónvarpsverturin hevur føroyskan seyðahund
Kendi, danski sjónvarpsverturin og undirhaldarin, Anders Lund Madsen, hevur í fleiri ár ferðast í Føroyum. Fleiri føroyingar munnu kenna Anders Lund Madsen frá onkrum av sendingunum hjá DR, men tá hann ikki er til arbeiðis, kemur meir enn so fyri, at hann vitjar í Føroyum. - Eg var her fyrstu ferð fyri 30 árum síðani í sambandi við eina uppávu á RUC, har eg las. Eg treivst so mikið væl, at eg havi verið her óteljandi ferðir síðani, sigur Anders Lund Madsen, sum hesaferð bert steðgar í nakrar fáar dagar. Unnustan og trý av børnunum eru við á ferðini. At sjónvarpsverturin er fjeppari av Føroyum, føroyingum og náttúruni, letur hann als ongan iva vera um. - Her er fantastiskt í allar mátar, og so er her so grønt so grønt. Ótrúliga vakurt, sigur Anders Lund Madsen, sum herfyri valdi at ogna sær ein føroyskan seyðahund. - Hundurin stórtrívist í Danmark, og er næstan blivin ein legenda í Keypmannahavn, tí hann uppførir seg fyrimyndarliga væl, sigur Anders Lund Madsen og leggur afturat, at tað fyri tað mesta er unnustan, sum venur føroyska seyðahundin. - Næstu ferð vit koma henda vegin, kemur hundurin við. Hesaferð staðga vit so stutt, og tá helt eg tað vera synd, um hundurin skuldi brúka so nógva tíð upp á ferðing og so bara steðga í Føroyum í fáar dagar, sigur Anders Lund Madsen. Hoyr alla samrøðuna við Anders Lund Madsen, ið var at hoyra í Ferðaliðnum týsdagin.
-
2
Grønmeti veksur væl í Føroyum
Seinastu vikurnar hava eini tíggju fólk sátt, lúka og hampað um í eini veltu í Skálavík. Talan er um veltuna, ið liggur við minnisvarðan í Skálavík, har nøkur fólk hava fingið nakrar fermetrar til at kunna velta sítt egna grønmeti. Hugskotið við veltuni er ein partur av vakstrarætlanini fyri Sandoy. Tað er Laura Joensen, ið leggur fólkunum lag á. Sjálv hevur hon eisini í nøkur ár velt sítt egna grønmeti. - Nú hevur veðrið ikki verið so gott seinastu mánaðirnar, men tað sær út til, at okkurt kemur burtur úr veltuni kortini, sigur Laura Joensen. Í Skálavík velta tey millum annað pastinak, gulrøtur, reyðrót og radisur. Hoyr Lauru Joensen millum annað greiða frá verkætlanini og koma við góðum ráðum til tín, ið ynskir at velta títt egna grønmeti.
-
1
Ergiligt at ullin verður brend
- Sjálvandi er tað gott, at summi kunnu lata ullina inn á Royndarstøðina í Kollafirði í august mánaði, men tann møguleikan hava vit ikki. Soleiðis sigur Tróndur Trondesen, sum týsdagin var á fjalli saman við øðrum hagamonnum í Skálavík. Tilsamans hava teir eini 100 seyðir, men øll ullin, sum blívur klipt av seyðinum henda dagin, verður brend á báli. - Tað er harmiligt, men vit hava ikki aðrar møgleikar her í oynni, sigur Tróndur Trondesen. Hoyr alla samrøðuna við Trónd Trondesen, tá Ferðaliðið hitti hann á rættini á Skálavík týsdagin.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Savnssending Seinnapartssending í útvarpinum summarið 2015. Ferðaliðið á Facebook
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...